07.02.2023

Álit um vantandi svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í sambandi við eina arbeiðsvanlukku

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hvørki svaraði fyrispurningum frá einum borgara ella kunnaði hann í sambandi við, at stovnurin kannaði eina arbeiðsvanlukku, ið borgarin hevði verið fyri. Umboðsmaðurin gav Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eina átalu fyri málsviðgerðina av málinum.

Klagarin førdi í klagu síni, dagfest 9. juli 2022, fram, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hvørki hevði svarað fyrispurningum hansara ella kunnað hann í sambandi við, at stovnurin kannaði eina arbeiðsvanlukku, ið honum hevði verið fyri. Klagarin hevði tá bíðað eftir svari frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í nærum eitt ár.

Í frágreiðing til umboðsmannin, dagfest 13. september 2022, ásannaði Arbeiðs- og brunaeftirlitið, at málsviðgerðartíðin hevði verið óvanliga long. Arbeiðs- og brunaeftirlitið greiddi frá, at hetta stóðst av upprúgvaðum arbeiðsuppgávum, ið vóru íkomnar, tí stovnurin hevði havt uppgávur í sambandi við handfaringina av COVID19 farsóttini, umframt sjúkraskrivingar og sóttarhald hjá starvsfólki. Harafturat staðfesti stovnurin, at áheitanirnar frá klagaranum vóru skrásettar uttan ábyrgdarpersón og tískil ikki vóru viðgjørdar. Arbeiðs- og brunaeftirlitið metti ikki málsviðgerð sína at hava verið nøktandi ella í samsvari við góðan fyrisitingarsið og upplýsti, at stovnurin nú hevði sett tiltøk í verk, soleiðis at slíkt ikki skuldi henda aftur. Stovnurin kunnaði eisini klagaran og umboðsmannin um, at klagarin væntandi fór at fáa eitt endaligt svar um mánaðarskiftið september/oktober 2022.

Umboðsmaðurin tók frágreiðingina og kunningina frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum til eftirtektar og kunnaði klagaran um, at grundarlag ikki var fyri at gera meira við málið.

Tann 11. oktober 2022 vendi klagarin sær aftur til umboðsmannin og boðaði frá, at hann framvegis ikki hevði frætt frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, og at hann til fánýtis hevði roynt at fingið fatur á stovninum.

Grundað á hetta bað umboðsmaðurin, tann 28. oktober 2022, Arbeiðs- og brunaeftirlitið um at geva umboðsmanninum eina frágreiðing um málsviðgerðina av málinum umframt øll skjøl.

Eftir at hava mint Arbeiðs- og brunaeftirlitið á málið, fekk umboðsmaðurin, tann 6. desember 2022, umbidnu frágreiðing og skjøl. Í skjølunum sást, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevði gjørt endaliga niðurstøðu í málinum tann 31. oktober 2022.

Umboðsmaðurin helt, at tá stovnurin í roynd og veru hevði tikið seinasta málsviðgerðarstigið í málinum tann 31. oktober 2022, átti stovnurin uttan óneyðugt drál at havt greitt umboðsmanninum frá hesum. Umboðsmaðurin helt tað vera átaluvert, at Arbeiðs- og brunaeftirlitið uttan haldgóða grund ikki lat við seg koma fyrrenn 6. desember 2022.

Harafturat helt umboðsmaðurin tað vera átaluvert og í stríð við góðan fyrisitingarsið, at klagarin onga kunning fekk frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, tá niðurstøðan hjá stovninum ikki var liðug um mánaðarskiftið september/oktober 2022, sum ætlað. Vísandi til at málsviðgerðin av málinum samanløgd hevði verið drúgv, átti tað í øllum førum tá at hava staðið Arbeiðs- og brunaeftirlitinum greitt, at stovnurin átti at kunna klagaran um seinkingina.

Umboðsmaðurin helt tað eisini vera átaluvert, at tað var neyðugt hjá honum at geva Arbeiðs- og brunaeftirlitinum samanlagt tríggjar áminningar, umframt at hann í einum føri mátti heita á landsstýrismannin í vinnumálum, um at taka neyðug stig til at Arbeiðs- og brunaeftirlitið gav honum eitt svar.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eina átalu fyri málsviðgerðina av hesum máli. (LUM 22/13344)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.