Kann eg líka spyrja ?

    Hvønn kann eg ringja til, um eg eri kedd/ur av onkrum?

    Um tú ert kedd/ur av onkrum, sum er hent heima ella í skúlanum, og tú hevur brúk fyri at tosa við ein vaksnan um tað, so kanst tú ringja til Tú og Eg Ráðgevingina.

    Telefonnummarið er 116111.

    Ráðgevar hjá Tú og Eg ráðgevingini svara telefonini hvørt kvøld kl 20:00 til 22:00 og gerandisdagar frá kl 9:00 til kl 16:00.

    Tú kanst eisini senda teimum ein teldupost á barnabati@barnabati.fo ella senda teimum ein spurning gjøgnum heimasíðuna.

    Tú skalt ikki siga, hvussu tú eitur, tá tú ringir ella skrivar til Tú og Eg Ráðgevingina.

    Skal eg siga, hvussu eg eiti?

    Tær nýtist ikki at siga, hvussu tú eitur, tá tú ringir ella skrivar til okkum. Men um tú vilt klaga til okkum, skulu vit vita, hvør tú ert, og hvar tú býrt. 

    Siga tit fyri nøkrum, at eg havi ringt ella skrivað til tykkum?

    Tað gera vit vanliga bara, um vit skulu gera meira við tað, sum tú ringir ella skrivar um. Um vit skulu tað, mugu vit vanliga siga tað fyri teimum, sum hava foreldramyndugleika yvir tær.
     
    Vit mugu eisini siga fyri teimum, sum tú klagar um, at tú hevur klagað. Vit skulu spyrja tey, hvat tey halda um tað, sum tú klagar um. 
     
    Um tú sigur við okkum, at vit ikki skulu siga fyri nøkrum, at tú hevur klagað, so gera vit tað vanliga ikki. Men um tú klagar um okkurt, sum er ógvuliga álvarsligt, hava vit skyldu at siga Barnaverndini frá tí.
     
    Um tú ikki vilt, at vit skulu siga fyri nøkrum, at tú hevur klagað, kunnu vit ikki hjálpa tær. 

    Kann eg klaga um ein handil ?

    Tú kanst ikki klaga um alt til umboðsmannin. Men tú kanst altíð venda tær til okkum, um tú hevur ein trupulleika. Um vit ikki sjálvi kunnu hjálpa tær, kunnu vit seta teg í samband við onkran annan, ið kann hjálpa.
     
    Tú kanst til dømis klaga til umboðsmannin:

    Um skúlin ella ein annar myndugleiki ikki vil hjálpa tær ella ikki ger nóg mikið fyri at hjálpa tær.
    Um skúlin ella ein annar myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tú ert ósamd/ur í ella kedd/ur av.
    Um tú býrt hjá eini fosturfamilju ella á einum stovni, og tú heldur, at tú verður skeivt viðfarin.

    Tú kanst ikki klaga til umboðsmannin um:

    Ein dóm
    Ein handil
    Tíni foreldur
    Tínar vinir

    Hvat ger umboðsmaðurin við klaguna?

    Umboðsmaðurin kannar allar klagur, sum hann fær, men hann tekur ikki altíð nakra avgerð um tað, sum klagan snýr seg um.

    Umboðsmaðurin ringir ella skrivar ofta til tann, sum klagar, og til tann myndugleikan, sum klagan er um, áðrenn hann ger av, um hann skal taka støðu til klaguna.

    Umboðsmaðurin kann ikki viðgera klagur um okkurt, sum er hent fyri meira enn einum ári síðani.
     
    Nakrar avgerðir hjá myndugleikum kunnu kærast til ein annan myndugleika, sum kann broyta avgerðina. Tað skalt tú gera fyrst, áðrenn umboðsmaðurin kann viðgera málið.
     
    Um umboðsmaðurin ger av, at hann skal taka støðu til klaguna, sendir hann hana til tann myndugleikan, sum klagan er um. Hann spyr myndugleikan um ymiskt og biður um at fáa tey skjøl, sum myndugleikin hevur um málið.
     
    Tann, sum hevur klagað, fær at vita, hvat myndugleikin sigur, og sleppur at svara uppá tað.
     
    Um umboðsmaðurin heldur, at myndugleikin hevur gjørt nakað skeivt, kann hann geva myndugleikanum eina átalu fyri tað. Hann kann eisini biðja myndugleikan um at viðgera málið umaftur og taka eina aðra avgerð.
     
    Umboðsmaðurin kann ikki sjálvur broyta eina avgerð, sum ein myndugleiki hevur tikið.