Send klagu

Tú kanst klaga við at nýta hetta oyðiblað, senda okkum ein teldupost á lum@lum.fo ella ringja á 358500.

Um tú klagar vegna ein annan, mást tú leggja eina undirskrivaða fulltrú frá viðkomandi við klaguni. Tak niður fulltrú 

Tínar upplýsingar
Hvønn myndugleika verður klagað um? Frágreiðing: Ein myndugleiki er t.d. ein kommuna, ein stovnur ella eitt aðalráð
Hevur tú kært avgerðina til hægri fyrisitingarligan myndugleika?Frágreiðing: Umboðsmaðurin kann ikki viðgera eina klagu, sum kann leggjast fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika, áðrenn hesin myndugleikin hevur tikið avgerð í málinum. Ein hægri fyrisitingarligur myndugleiki er t.d. ein kærunevnd.
Um tú klagar um eina avgerð, nær varð avgerðin tikin ?Frágreiðing: Freistin at klaga til umboðsmannin er 1 ár. Freistin verður roknað frá tí degi, endalig avgerð varð tikin í málinum.
Frágreiðing Greið stutt frá málinum og royn at lýsa, hvønn órætt ella hvørji mistøk tú heldur, at almenni myndugleikin hevur framt í hesum máli. Um tað ikki er pláss fyri allari frágreiðing tíni undir hesum teigi, ert tú vælkomin at lýsa málið á sjálvstøðugum skjali, sum tú leggur við klaguni, ið tú letur umboðsmanninum.