Um embætið

Sambært løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann velur Løgtingið ein uttantingsmann at hava innlit við fyrisiting heimastýrisins fyri eitt 5-ára skeið. Fyrsti føroyski umboðsmaðurin var Joen H. Andreassen, ið var valdur Løgtingsins Umboðsmaður fyri tíðarskeiðið 1. januar 2001 til 31. desember 2005. Annar umboðsmaður var Sólja í Ólavsstovu, ið var vald fyri tíðarskeiðið 1. janaur 2006 til 31. desember 2020. 

Núverandi Løgtingsins umboðsmaður er Hanna Vang, ið er vald fyri tíðarskeiðið 1. januar 2021 til 31. desember 2025.

Virksemi umboðsmansins fevnir um alla fyrisiting heimastýrisins, t.e. bæði landsins og ta kommunalu. Eisini feløg, stovnar, felagsskapir v.m., ið verða roknað við til almennu fyrisitingina sambært fyrisitingarlógini, eru fevndir av virksemi umboðsmansins, harumframt eru interkommunalir felagsskapir undirlagdir virksemi umboðsmansins. Harafturímóti fevnir virksemi hansara ikki um ríkismyndugleikar, Løgtingið og stovnar undir Løgtinginum.

Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at tær umsitingareindir, sum eru fevndar av virksemi hansara, ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti borgaranum.

Ein og hvør kann senda umboðsmanninum klagu um tær umsitingareindir, sum eru fevndar av virksemi hansara. Klagarin skal navngeva seg í klaguni, og skal hon vera umboðsmanninum í hendi í seinasta lagi eitt ár eftir, at tey viðurskifti, ið klagað verður um, áttu sær stað. Er talan um avgerðir, sum kunnu leggjast fyri hægri umsitingarmyndugleika, skal hesin møguleiki vera royndur fyrst, áðrenn klagað verður til umboðsmannin. Eru hesar treytir loknar, tekur umboðsmaðurin støðu til, um grundarlag er fyri víðari kanningum í tí máli, ið klagað verður um.

Umboðsmaðurin kann eisini sjálvur av sínum eintingum taka eitt mál til viðgerðar og fremja neyðugar kanningar í hesum sambandi. Tær umsitingar, ið eru fevndar av virksemi umboðsmansins, hava skyldu at geva umboðsmanninum tær upplýsingar og at leggja fram øll tey skjøl, sum hesin embætisins vegna krevur at fáa fyrilagt. Umboðsmaðurin hevur rætt til at vitja støð, ið kannað verða, og hann hevur fría atgongd til at gera kanningar í øllum neyðugum hølum. Hann kann eisini stevna fólki í rættin at vitna um viðurskifti, ið eru avgerandi í kanningararbeiðinum.

Tá umboðsmaðurin er liðugur við sínar kanningar, ger hann sína niðurstøðu, og metir hann at álvarsligt mistak ella vatnsketni er framt, skal hann boða formansskapi Løgtingsins, løgmanni og viðkomandi landsstýrismanni og/ella kommunustýri frá hesum. Hann hevur rætt til alment at finnast at, koma við tilmælum og á annan hátt gera vart við meting sína av einum máli, hann hevur kannað. Hann kann eisini mæla viðkomandi myndugleikum til, at fríur rættargangur verður givin.

Rakar umboðsmaðurin við lýti í galdandi lógum, fyriskipanum ella umsitingarligum avgerðum skal hann boða Løgtingi og viðkomandi landsstýrismanni frá hesum, og er talan um kommunal ella interkommunal viðurskifti, skal hann eisini boða viðkomandi kommunustýri frá. 

Setiumboðsmaður 
Ein setiumboðsmaður tekur sær av einum ávísum máli, tá ið umboðsmaðurin er ógegnigur. Sambært § 14 stk. 3 í umboðsmanslógini er tað Formansskapurin í Løgtinginum, sum tekur støðu til, um umboðsmaðurin er ógegnigur.  

Umboðsmanslógin § 14, stk. 3 er soljóðandi:

3. stk. Møguligur spurningur um ógegni umboðsmansins í ávísari søk verður lagdur fyri Formansskap Løgtingsins, sum, um mett verður, at talan er um ógegnið, útnevnir annan at viðgera hetta ávísa mál.