Tú og Eg ráðgevingin

    Tú og Eg Ráðgevingin gevur børnum og ungum ráð og vegleiðing um allar møguligar trupulleikar og ivamál. Tað kunnu til dømis vera trupulleikar við kynslívi, heilsu, einsemi, sjálvskaðandi atferð og happing.

    Tú kanst fáa samband við Tú og Eg Ráðgevingina við at ringja.

    Telefonnummarið er 116111.

    Tú kanst ringja:

    Hvørt kvøld kl 20:00 til 22:00 og gerandisdagar frá kl 9:00 til kl 16:00.

    Tað kostar einki at ringja til Ráðgevingina. Les meira um at ringja til til Tú og Eg ráðgevingina her

    Tá ið tú ringir til Tú & Eg Ráðgevingina síggja tey ikki, hvør tú ert. Tær nýtist ikki at fortelja teimum títt navn, og ráðgevarnir siga heldur ikki sítt navn.

    Landsfelagsskapurin Barnabati rekur Tú og Eg Ráðgevingina. Ráðgevingin er óheft av átrúnaðarligum og politiskum sjónarmiðum.

    Ráðgevarnir hjá Tú og Eg Ráðgevingini eru sjálvbodnir og hava útbúgving og royndir, sum eru viðkomandi fyri trupulleikar, sum børn kunnu hava.

     

    Les meira um Tú og Eg ráðgevingina á heimasíðuni hjá Barnabata HER