2022

Grein: Ekstrahering - úrdrag av upplýsingum um veruligar umstøður

§ 11. Upplýsingar í skjølum, ið eru umfatað av § 7 og § 10, nr. 1-4, um veruligar umstøður, sum eru av stórum týdningi fyri málið, skulu hóast hesar ásetingar latast í samsvari við vanligu reglur lógarinnar.

Innlitslógin (løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 8. mai 2001) skal tryggja borgarum og fjølmiðlum møguleika at fáa innlit í virksemi hjá almennu fyrisitingini, við at borgarar og fjølmiðlar fáa atgongd til skjøl í fyrisitingini. Innlitslógin er galdandi fyri alt virksemi í almennu fyrisitingini undir heimastýrinum, bæði fyri avgerðarvirksemi og útinnandi virksemi (faktiska fyrisiting).

Endamálið við almennum innliti er at tryggja gjøgnumskygni og opinleika í arbeiði hjá myndugleikunum, soleiðis at almenningurin kann hava álit á almennu fyrisitingini. Við almennum innliti kunnu borgarar og fjølmiðlar hava eftirlit við almennu fyrisitingini, og fjølmiðlarnir kunnu fáa hendur á upplýsingum at miðla til almenningin. Yvirskipað kann sigast, at alment innlit styðjar uppundir upplýsing, talu- og skrivifrælsi, og at borgarar luttaka í fólkaræðinum.

Útgangsstøðið er, at alment innlit er í øll skjøl viðvíkjandi einum máli og í skjalayvirlitið í málinum. Tó eru undantøk. Eitt av undantøkunum snýr seg um innanhýsis skjøl hjá myndugleikunum. Innanhýsis skjøl eru skjøl, sum eru gjørd av einum myndugleika til egna nýtslu, brævaskifti millum ymiskar deildir innan fyri sama myndugleika og brævaskifti millum eitt bý- ella bygdaráð og tess nevndir, deildir og aðrar stovnar ella millum hesar stovnar sínámillum. Sambært § 7 í innlitslógini er ikki alment innlit í slík skjøl.

Upplýsingar um veruligar umstøður
Hóast eitt skjal er undantikið almennum innliti, so kann myndugleikin, sambært § 11, stk. 1 í innlitslógini, kortini hava skyldu til at draga úr (ekstrahera) og lata innlit í upplýsingar í skjalinum. Í slíkum føri er talan um upplýsingar um veruligar umstøður, sum eru av stórum týdningi fyri málið. Vanliga mannagongdin í sambandi við úrdrag av upplýsingum er, at myndugleikin við eini svartari tussj strikar alt tað, sum ikki skal dragast úr, áðrenn skjalið verður latið.

Orðingin ”upplýsingar um veruligar umstøður” fevnir fyrst og fremst um skylduna at draga úr og lata innlit í greiðar veruligar upplýsingar í skjalinum, sum til dømis:
- okkurt, sum er eygleitt.
- úrslit av gjørdum mátingum og øðrum kanningum.
- staðfestar upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, t.d. skattskylduga inntøku o.tíl.
- upplýsingar viðvíkjandi eini ávísari hendingargongd.

Hetta merkir hinvegin, at skylda ikki er at draga úr og lata innlit í onnur sløg av upplýsingum, sum til dømis:
- innanhýsis úttalilsir.
- metingar hjá myndugleikanum.
- sjónarmið.
- grundgevingar.
- politisk og strategisk úttalilsir.

Eitt dømi um eina upplýsing um veruligar umstøður er, at tað koyra 1000 bilar á einum vegastrekki dagliga. Um skylda bara var at finna og lata innlit í heilt greiðar upplýsingarnar um veruligar umstøður, sum í omanfyri nevnda dømi við talinum av bilum á einum vegastrekki, hevði tað ikki verið so torført at draga úr og lata innlit í upplýsingar í einum skjali. Men orðingin ”upplýsingar um veruligar umstøður” hevur ein breiðari týdning.

Í Betænkning om offentlighedsloven 1510/2009, sum vísir til viðmerkingarnar til gomlu donsku innlitslógina, sum svarar til galdandi føroysku innlitslógina, verður á s. 557 lýst, hvat orðingin ”upplýsingar um veruligar umstøður” fevnir um:
1) upplýsingar, sum eyðsæð eru fakta.
2) upplýsingar, sum eru við til at styðja próvliga grundarlagið í málinum ella annars hava til endamáls at skapa greidleika viðvíkjandi veruligu umstøðunum í málinum.

Hetta seinna slagið av upplýsingum kunnu nevnast ”funktiónsfakta”, og hesar upplýsingar kunnu hava ein meira subjektivan dám.

Tað er sostatt ikki nóg mikið bara at hyggja eftir innihaldinum av upplýsingini - um upplýsingin viðvíkur veruligum umstøðum ella ikki – tá upplýsingar skulu dragast úr einum skjali. Hyggjast má eisini eftir, hvat endamál upplýsingin hevur í ítøkiliga málinum. Hóast upplýsingar ikki líkjast fakta, kunnu tær væl hava virkna sum fakta, t.v.s. vera ein partur av grundarlagnum fyri støðutakanini hjá myndugleikanum. Í døminum við bilunum á vegastrekkinum hevði skyldan at draga úr upplýsingar, í mun til “funktiónsfakta”, sostatt eisini fevnt um møguligar upplýsingar um háttalag og fyritreytir, sum myndugleikin brúkti, tá hann staðfesti, at 1000 bilar koyrdu á vegastrekkinum dagliga.

Upplýsingar av stórum týdningi fyri málið
Tær upplýsingar í skjølum um veruligar upplýsingar, sum myndugleikarnir hava skyldu at draga úr og lata innlit í, skulu eisini vera av stórum týdningi fyri málið. Tað ber ikki til at gera eina almenna lýsing av, hvat liggur í kravinum um, at upplýsingin skal hava stóran týdning fyri málið. At ein upplýsing er skrivað í eitt skjal í einum máli merkir ikki neyðturviliga, at upplýsingin er av stórum týdningi fyri málið. Tað er sannlíkt, at upplýsingin ikki var mett at vera týdningarleys, tá hon varð skrivað í skjalið, men hon kann hava mist týdningin við tíðini. Vavið av skylduni at draga úr upplýsing, í mun til at upplýsingin skal hava stóran týdning fyri málið, kann tí verða ávirkað av, nær innlit verður biðið í málið.

Viðmerkjast skal, at skyldan at draga úr og lata innlit í upplýsingar í skjølum um veruligar umstøður, sum eru av stórum týdningi fyri málið, ikki er galdandi í teimum førum, har upplýsingarnar annars síggjast í alment atkomuligum skjølum í málinum.

“Funktiónsfakta”
Í FOB 2014-21 viðgjørdi danski umboðsmaðurin eitt mál, sum snúði seg um, hvørt skylda var at draga úr og lata innlit í eina sokallaða APV (arbejdspladsvurdering) hjá Transportministeriet. APV eru kanningar, sum verða gjørdar millum starvsfólk um t.d. trivnað, fysiskar karmar, luftgóðsku, larm v.m. á arbeiðsplássinum. Transportministeriet sýtti fyri at lata innlit í kanningarnar sum heild við tí grundgeving, at talan var um innanhýsis skjøl. Nógvar av upplýsingunum í kanningunum vóru samanumtøkur av metingum ella sjónarmiðum hjá starvsfólkunum til ávísar spurningar. Danski umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at Transportministeriet hevði skyldu at draga úr og lata innlit í úrslitini av mátingunum í kanningunum. Hann legði dent á, at hóast úrslitini høvdu ein subjektivan dám, so vóru tey partur av grundarlagnum, sum skuldi nýtast fyri at meta um, hvørji tiltøk vóru neyðug fyri arbeiðsumhvørvið í Transportministeriet. Her hugdi danski umboðsmaðurin eftir, um upplýsingarnar høvdu eginleikar sum “funktiónsfakta” í málinum.

Í LUM 200700069 viðgjørdi Løgtingsins umboðsmaður eina klagu frá tíðindamanni um, at Tórshavnar kommuna ikki vildi lata innlit í frágreiðing frá sýns- og metingarmanni viðvíkjandi bygging av bústaðareindum, sum kommunan lat byggja. Kommunan sýtti innlit vísandi til, at talan var um eitt skjal, sum var fevnt av § 10, nr. 4 í innlitslógini, sum ásetur, at rætturin til skjalainnlit ikki fevnir um brævaskifti hjá einum myndugleika við serkøn til nýtslu í rættarmálum, ella tá støða skal takast til møguligt rættarmál. Harumframt vísti kommunan til § 12 í innlitslógini, at talan var um innihald, sum kundi skaða felagið, ið var umrøtt í skjalinum, um innlit varð latið í upplýsingar í skjalinum.

Umboðsmaðurin helt ikki, at frágreiðingin frá sýns- og metingarmanninum, ið var settur av rættinum til at lýsa málið í sambandi við eitt rættarmál, var fevnd av § 10, nr. 4 í innlitslógini. Umboðsmaðurin helt heldur ikki, at grundarlag var fyri at nokta innliti vísandi til § 12 í innlitslógini.

Umboðsmaðurin vísti á, at um so var, at frágreiðingin hevði verið fevnd av § 10, nr. 4 í innlitslógini, so átti kommunan kortini at havt mett um, hvørt upplýsingar um fakta av týdningi fyri málið vóru at finna í frágreiðingini, og sum innlit tí átti at verið latið í sambært § 11 í innlitslógini.

Kommunan hevði í svari til umboðsmannin sagt, at talan var ikki um veruligar upplýsingar, men heldur um metingar hjá sýns- og metingarmanninum. Hesum sjónarmiði var umboðsmaðurin ikki heilt samdur í. Umboðsmaðurin vísti á, at frágreiðingin frá sýns- og metingarmanninum um, hvat hesin hevði staðfest í sambandi við kanningar sínar, hvussu hann metti um gjørda arbeiðið á staðnum, og hvørjar ábøtur vóru neyðugar, máttu sigast at vera veruligar upplýsingar av týdningi fyri málið.

Í LUM 22/00137 viðgjørdi Løgtingsins umboðsmaður eina klagu frá einum borgara um, at hann ikki fekk innlit í eitt innanhýsis skjal hjá Fiskimálaráðnum við talupunktum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Klagarin helt, at av tí at skjalið var meira enn 10 ára gamalt, skuldi atlit ikki longur takast til at geva fyrisitingini frið at fyrireika málið, og at Fiskimálaráðið tí átti at geva meirinnlit í skjalið.

Fiskimálaráðið hevði vigað fyrilitið fyri, at fyrisitingin kann arbeiða í frið hægri enn áhugan hjá klagaranum at fáa innlit í skjalið, og vildi tí ikki geva meirinnlit í skjalið. Viðvíkjandi skylduni at draga upplýsingar úr skjalinum, sbrt. § 11, stk. 1 í innlitslógini, metti Fiskimálaráðið, at skjalið ikki hevði veruligar upplýsingar av stórum týdningi fyri málið, og vildi tí ikki draga upplýsingar úr skjalinum og geva borgaranum innlit í hesar.

Umboðsmaðurin var samdur við Fiskimálaráðið í, at talan var um eitt innanhýsis skjal. Viðvíkjandi skylduni at draga upplýsingar úr skjalinum, sambært § 11, stk. 1 í innlitslógini, vísti umboðsmaðurin á, at ásetingin bæði er galdandi fyri upplýsingar í skjølum um veruligar umstøður, har talan heilt klárt er um fakta, og um sokallað “funktiónsfakta” í skjølum. Umboðsmaðurin helt, at stórur partur av skjalinum vóru metingar, argument og politisk og strategisk úttalilsir, sum Fiskimálaráðið ikki hevði skyldu at draga úr og lata innlit í, men at nøkur av talupunktunum í skjalinum eftir umstøðunum kundu metast at innihalda upplýsingar um veruligar umstøður, tí upplýsingarnar sóu út til at greiða frá um tilburðir, sum vóru farnir fram, tiltøk, sum landsstýrismaðurin hevði framt, og tiltøk, sum landsstýrismaðurin hevði avgjørt at gjøgnumføra. Umboðsmaðurin helt eisini, at nøkur av talupunktunum innihildu “funktiónsfakta”, sum skaptu greidleika viðvíkjandi veruligu umstøðunum í málinum. Umboðsmaðurin helt tað ikki vera avgerandi fyri skylduna at draga úr og lata innlit í upplýsingar í skjalinum, í hvønn mun landsstýrismaðurin hevði brúkt talupunktini. Tað, sum var avgerandi, var eyðkennið á teimum einstøku upplýsingunum, og hvørjum samanhangi tær vóru partur av.

Av tí at tað kundi hugsast, at skjalið var undantikið innliti í síni heild, sambært § 13, stk. 1, nr. 6 í innlitslógini, tí tað møguliga varð partur av eini kanning, sum stóð fyri durum, um føroyska fiskivinnufyrisiting, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við málið.