
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar frá Almannaverkinum, har klagari í apríl 2025 hevði vent sær til Almannaverkið við m.a. einari klagu um, at Almannaverkið ikki veitti nóg góða hjálp til tess at fáa barn klagarans í eitt umlættingartilboð
Klagarin hevði sent áheitan til Almannaverkið tann 22. apríl 2025. Áheitanin snúði seg m.a. um eina klagu um vantandi umlættingartilboð til barn klagarans umframt onnur viðurskifti í hesum sambandi.
Talan var um barn, ið sambært klaguni vegna vantandi trivnað ikki hevði verið í einum umlættingartilboði síðani november 2024, men sum framvegis hevði stóran tørv á tilboði um umlætting. Í málinum sást, at Almannaverkið kendi til tørvin hjá barninum og truplu støðuna hjá familjuni.
Hóast klagarin hevði mint Almannaverkið á málið, tók Almannaverkið ikki verulig stig at viðgera áheitan klagarans fyrr enn fyrst í august mánaði 2025 og bjóðaði klagaranum á fund , ið ikki varð hildin fyrr enn seinast í september 2025.
Almannaverkið ásannaði í frágreiðing til umboðsmannin, at málsviðgerðin hjá Almannaverkinum als ikki hevði verið nøktandi.
Umboðsmaðurin vísti á, at almennir myndugleikar hava eina skyldu at svara áheitanum frá borgarum. Skyldan ber í sær, at myndugleikin skal geva viðkomandi eitt veruligt svar. Tað er ikki nøktandi, at myndugleikin ikki svarar. Um myndugleikin metir, at hann ikki fær givið borgaranum eitt nøktandi svar, so eigur myndugleikin at upplýsa borgaran um hetta. Harafturat skal myndugleikin viðgera áheitanina innan fyri rímiliga tíð.
Umboðsmaðurin vísti eisini á, at Almannaverkið hevur eina serliga ráðgevingarskyldu í § 2 í Almannalógini, ið m.a. inniber, at Almannaverkið skal veita skjóta ráðgeving til foreldur at børnum við serligum tørvi.
Umboðsmaðurin helt, at málsviðgerðin hjá Almannaverkinum ikki hevði verið samsvarandi góðum fyrisitingarsiði og heldur ikki samsvarandi ráðgevingarskylduni hjá Almannaverkinum, ið ásett er í Almannalógini.
Umboðsmaðurin helt harafturat, at tilgongdin hjá Almannaverkinum í hesum máli ikki samsvaraði við grein 3 í Barnarættindasáttmálanum og grein 7 í Breksáttmálanum.
Umboðsmaðurin helt tað vera serliga tyngjandi fyri málið, at talan var um eitt barn við tørvi á umlætting, ið Almannaverkið var vitandi um, og at aktivi leikluturin hjá Almannaverkinum og skjótleikin av málsviðgerðini í slíkum føri er ásettur í Almannalógini at vera av serligum týdningi. Umboðsmaðurin helt eisini, at Almannaverkið í framdu málsviðgerðini ikki sýntist at hava havt tað, ið best tænti barninum sum fremsta atlit ella hevði sett tørv barnsins fremst.
Umboðsmaðurin gav samanumtikið Almannaverkinum eina átalu fyri viðgerðina av hesum máli. (LUM 25/20038)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.