Mál fyri málsviðgerðartíðina hjá umboðsmanninum
Umboðsmaðurin miðar eftir, at málsviðgerðin heldur seg innan fyri niðan fyri nevndu tíðir. Ítøkiliga málsviðgerðartíðin verður árliga almannakunngjørd í ársfrágreiðingini til Løgtingið.
Viðgerð av klagum:
Umboðsmaðurin fær árliga umleið 100 klagur.
Í 2025 vóru viðgjørdar 116 klagur. 26 av hesum endaðu við almennari niðurstøðu í antin áliti ella skrivi.
Klagur verða altíð sendar myndugleikum til viðmerkingar, uttan so at tær verða avvístar av formellum orsøkum so sum tíðarfreist ella vantandi heimild. Umboðsmaðurin lýsir klagumálið við at seta myndugleikum og klagarum spurningar, eins og at biðja um skjøl. Henda tilgongd kann taka nakrar mánaðar.
Tá ið mál eru liðugt upplýst, miða vit eftir, at niðurstøðan er almannakunngjørd innan 3 mðr.
Miðal málsviðgerðartíðin fyri mál, sum vóru avgjørd við almennari niðurstøðu í 2025, var umleið 1 mánað eftir, at málið var nøktandi upplýst, og í alt knappar 5 mánaðar.
Onnur viðgerð
Vit leggja okkum eftir at avklára skjótast gjørligt, um talan er um mál, sum umboðsmaðurin skal viðgera. Ein klaga verður altíð kannað gjølla, áðrenn avgerð verður tikin, um hon skal avvísast. Í tílíkum metingum verður vanliga hugt at, um tað eru útlit fyri, at umboðsmaðurin kann hjálpa viðkomandi. Eisini spyrja vit okkum ofta fyri hjá myndugleikum og klagarum fyrst, áðrenn vit taka støðu til, hvat skal gerast við málið. Hóast eingin almenn niðurstøða verður gjørd, kann talan vera um víðfevnda málsviðgerð hjá umboðsmanninum. Javnan loysa málini seg eisini undir hesi tilgongd.
Slík mál taka vanliga 1-2 mánaðar.
Miðal málsviðgerðartíðin fyri klagur, har umboðsmaðurin veitti aðra hjálp og viðgerð í 2025, var 8 dagar eftir, at klagan var nøktandi upplýst, og umleið 2 mánaðar í alt.
Avvísingar av formellum orsøkum
Avvísingar av formellum orsøkum, so sum at klagað er eftir tíðarfreistina, ella um myndugleikar og viðurskifti uttanfyri heimildir umboðsmansins, verða vanliga avgreiddar innan 1-2 vikur. Ofta innan nakrar dagar.
Onkuntíð sæst ikki beinanvegin, um málið eigur at verða avvíst. Tá spyrja vit okkum fyri hjá myndugleikum og borgarum fyrst.
Miðal málsviðgerðartíðin fyri klagur, sum vóru avvístar av formellum orsøkum í 2025 var 2 dagar eftir, at klagan var nøktandi upplýst, og í alt umleið 14 dagar.
Mál um alment innlit
Umboðsmaðurin raðfestir klagur um alment innlit, og serliga klagur frá fjølmiðlum á hesum øki verða avgreiddar skjótast gjørligt. Málini verða tó altíð væl upplýst við hoyring av myndugleikum og klagarum, áðrenn niðurstøða verður gjørd.
Miðal málsviðgerðartíðin fyri klagur um innlit í 2025 var 23 dagar eftir, at klagan var nøktandi upplýst, og í alt 1 mánað og 14 dagar.
Eftirlitsvitjanir og mál av egnum ávum
Miðað verður eftir at gera eftirlitsvitjanir á hvørjum ári, ella taka ávist evni upp av egnum ávum. Slík mál krevja drúgva fyrireiking og innibera vanliga umfatandi samskifti við myndugleikar, frá tí at boðað verður frá ætlanum umboðsmanins, inntil endalig frágreiðing er liðug. Hetta sæst aftur í málsviðgerðartíðini. Frágreiðingar um eftirlitsvitjanir og mál av egnum ávum eru at finna í ársfrágreiðingini.
Í 2025 vóru avgreiddar 2 eftirlitsvitjanir og 1 kanning.
Málsviðgerðartíðin fyri hesi mál av egnum ávum var í alt knappar 6 mánaðar.