Fokusøkir í 2026
Umboðsmaðurin er av Føroya Løgtingi settur at hava innlit við føroysku fyrisitingini. Umboðsmaðurin kann kanna allar stovnar, myndugleikar og tænastustøð, sum eru fevnd av virkisøkinum hjá umboðsmanninum.
Við støði í hesum leggur umboðsmaðurin seg eftir at gera eftirlitsvitjanir regluliga. Vanliga velja vit eitt øki í senn at fremja eftirlitsvitjanir á.
Framhald av eftirliti á eldraøkinum
Farnu árini hevur umboðsmaðurin vitjað deildir til fólk við demens á trimum ellis-og røktarheimum.
Umboðsmaðurin hevur avgjørt at halda fram við hesum øki, so komið verður runt í Føroyum. Í 2026 fer umboðsmaðurin tí at fremja nakrar vitjanir afturat á stovnum, ið veita bústað og tænastur, sambært Eldralógini (lóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m.). Eftirlitið verður rættað móti støðuni hjá eldri borgarum, sum búgva á stovni, teirra dagligdegi, herundir eitt nú samband (relatiónir) við avvarðandi, millum búfólkini og starvsfólkini, virkni og heilsu, sjálvsavgerðarrætt, harðskap og inntrivum, sambært tvingsilslógini.
Tá vitjaninar hava verið, verður skrivað frágreiðing frá einstøku stovnunum. Ein felags samandráttur verður almannakunngjørdur eftir vitjanirnar.
Barnaøkið:
Í 2026 er ætlanin at vitja stovnar undir Almannaverkinum, sum virka sum móttøkueindir fyri umsorganaryvirtikin børn.
Børn sum vera sett heiman, eru ein sárbarur bólkur. At vera fluttur frá sínum heimliga umhvørvi til stovn at búgva inniber eina grundleggjandi broyting av lívsumstøðunum og hevur ávirkan á alt lív barnsins. Flytingin kann føra við sær broyting av umhvørvi, skúla, vinabólkum og fólkum at búgva saman við. Sambandi við familjuna og tey nærmastu eins og trygg varandi sambond á stovninum eru eisini týdningarmiklir tættir, tá flutt verður á stovn.
Umboðsmaðurin fer í sambandi við vitjanirnar at kunna seg um umstøðurnar hjá børnunum, hvussu tey verða ansaði og teirra møguleikar fyri at hava eitt gott, vanligt, støðugt og innihaldsríkt lív. Umboðsmaðurin fer í tí sambandi eisini at hyggja at møguleikanum hjá børnunum at varðveita sambandi við síni kæru og umhvørvi heima, eins og tilknýti til starvsfólk á stovnunum.
Tá vitjaninar hava verið, verður skrivað frágreiðing frá einstøku stovnunum. Ein felags samandráttur verður almannakunngjørdur eftir vitjanirnar.
Nærri upplýsingar um ætlaðu vitjanirnar:
Løgtingsins umboðsmaður, Hanna Vang, tlf. 21 00 93 ella 35 85 00