Umboðsmaðurin hevur viðgjørt fýra klagur um málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum sum skrivstovu í sambandi við arbeiðsskaðamál. Málini høvdu verið virkin í meir enn 2,5 ár, uttan at endalig avgerð ella fyribilsavgerð var tikin. Harumframt høvdu klagararnir í fleiri umførum ikki fingið svar ella afturboðan til fyrispurningar sínar. Eisini sást drál í málsupplýsingini í sambandi við eitt hoyringssvar og ófullfíggjað skjalføring. Umboðsmaðurin helt hetta als ikki vera nøktandi og gav samanumtikið Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av teimum fýra arbeiðsskaðamálunum.
Í tíðarskeiðnum 14. januar 2025 til 26. mars 2025 fekk umboðsmaðurin 4 klagur um málsviðgerðartíð og vantandi svar frá Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í sambandi við arbeiðsskaðamál.
Í trimum av klagunum var spurningur um málsviðgerðartíð, meðan í tveimum av klagunum var spurningur um vantandi svar.
Í teimum klagunum, ið snúðu seg um málsviðgerðartíð, høvdu málini verið virkin í meir enn 2,5 ár, uttan at endalig avgerð ella fyribils avgerð var tikin.
Í teimum klagunum, ið snúðu seg um vantandi svar, hevði eini klagarin ikki fingið svar ella afturboðan í tveir mánaðir til fyrispurning sín. Í hini klaguni um vantandi svar, sýntist tað, at klagarin ikki fekk nakað svar ella afturboðan til fyrispurningin, sum hann setti í september 2024.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið vísti á, at longda málsviðgerðartíðin og vantandi svar lutvíst skyldaðist, at stovnurin hevði havt stórar avbjóðingar í sambandi við yvirtøkuna av umsitingini av arbeiðsskaðamálum frá Føroya Rætti.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið greiddi eisini frá, at fleiri stig nú vóru tikin til at betra um málsviðgerðartíðina og svartíðina til borgarar.
Umboðsmaðurin helt tað ikki vera nøktandi, at málini høvdu verið virkin í meir enn 2,5 ár, uttan at endalig avgerð ella fyribils avgerð var tikin, og at klagararnir ikki høvdu fingið svar innan rímiliga tíð.
Undir klagumálsviðgerðini gjørdist umboðsmaðurin varugur við, at skjalføringin hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum í viðkomandi málunum var ófullfíggjað, og fekk umboðsmaðurin í fleiri umførum skeivar upplýsingar og ov sein svar frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Umboðsmaðurin gav samanumtikið Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av teimum fýra arbeiðsskaðamálunum og minti Arbeiðs- og brunaeftirlitið á at svara umboðsmanninum innan ásettu freistirnar. Samsvarandi umboðsmanslógini § 10 varð send fráboðan um málið til Formansskap Løgtingsins, løgmann og landsstýriskvinnuna í Umhvørvismálum. (LUM 25/01251, LUM 25/06200, LUM 25/07541 og LUM 25/08634)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.