Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Kringvarpi Føroya av einari innlitsumbøn. Umboðsmaðurin helt tað vera alt annað enn nøktandi, at tað gingu 4 mánaðir frá tí, at innlitsumbønin varð send, til hon var avgreidd. Umboðsmaðurin helt eisini, at tað var serstakliga óheppið, at innlit varð latið í eymar upplýsingar, sum eru undantiknar rættinum til innlit. Umboðsmaðurin gav Kringvarpi Føroya eina átalu fyri handfaringina av málinum. LUM 15/00012