Umboðsmaðurin hevur gjørt eina kanning av, um barnaverndartænasturnar gera tær eftirlitsvitjanir og hava tær barnasamrøður við børn, sum eru sett heiman, sum eru ásettar í § 16, stk. 3 í Barnaverndarlógini. Samanumtikið helt umboðsmaðurin, at tað alt ov ofta kom fyri í kannaða tíðarskeiðinum, at barnaverndartænasturnar ikki hildu ásettu freistina fyri eftirlitsvitjanir og barnasamrøður.
Sambært ásetingini § 16, stk. 3 skal barnaverndartænastan gera minst tvær árligar eftirlitsvitjanir hjá børnum, sum eru sett heiman, har barnaverndartænastan tosar við barnið, helst í einrúmi. Kanningin vísti, at í summum førum vóru ár millum eftirlitsvitjanir og/ella barnasamrøður. Í onkrum førum høvdu ongar eftirlitsvitjanir og/ella barnasamrøður verið.
Umboðsmaðurin vísti á, at hetta als ikki er nøktandi, tá hugsað verður um, at endamálið við eftirlitsvitjanum og barnasamrøðum er at tryggja, at fyriskipanin at seta barnið heiman virkar eftir ætlan, og at barnið hevur tað gott og trívist og mennist í fyriskipanini.
Umboðsmaðurin kom m.a. við tilmælum um:
(LUM 22/12208)
Frágreiðingin kann takast niður í reyða kassanum.