2015

Grein: Hoyring av børnum

Grein 12 í Barnarættindasáttmálanum gevur barninum rætt til samræði, men ikki sjálvsavgerðarrætt. Barnið skal síggjast sum ein einstaklingur, sum sjálvur dugir at hugsa og virka, og sum hevur rætt til størri og størri sjálvsavgerðarrætt í samsvari við aldur og búning, til at virka í persónligum spurningum og at ávirka sítt egna lív. Tá mett verður um, hvat er best fyri barnið, eigur størri dentur at verða lagdur á serstøku áhugamálini hjá barninum, so hvørt sum barnið eldist og búnast, meðan samsvarandi minni dentur eigur at verða lagdur á serliga tørvin hjá barninum. Sæð út frá einum barnasjónarhorni eru tað fyrst og fremst sjónarmiðini hjá barninum og tess fatan av egnari støðu, sum skulu vera galdandi.

Ein av meginreglunum í Barnarættindasáttmálanum hjá ST er grein 12 um rættin hjá barninum at verða hoyrt. Av tí at grein 12 er ein meginregla, skal fyrilit takast til hesa áseting, tá øll onnur rættindi hjá barninum verða tulkað og framd.

Grein 12 í Barnarættindasáttmálanum hjá ST ljóðar soleiðis:
Stk. 1. Luttakaralondini 1)skulu tryggja einum barni, sum er 2)ført fyri at orða síni egnu sjónarmið, 3)rættin til frítt at greiða frá hesum sjónarmiðum 4)í øllum viðurskiftum, sum hava samband við barnið; 5)dentur skal leggjast á barnsins sjónarmið í samsvari við aldurin á barninum og hvussu búgvið tað er.

Stk. 2. Við atliti at hesum skal barnið serliga fáa høvi til at koma til orðanna 6)í einari og hvørjari viðgerð av málum við dóms- ella fyrisitingarmyndugleika, sum viðvíkja barninum, 7)annaðhvørt beinleiðis ella gjøgnum eitt umboð ella ein hóskandi stovn, og skal tað gerast í samsvari við mannagongdir, sum eru ásettar í tjóðarrætti.

Greining av § 12 í Barnarættindasáttmálanum

1) Skulu tryggja
Luttakaralondini skulu tryggja barninum rætt til frítt at orða síni egnu sjónarmið. Orðingin, ”skulu tryggja”, er ein løglig orðing við serligari styrki, ið ikki gevur luttakaralondunum rásarúm fyri nakrari meting. Luttakaralondini hava sostatt eina klára løgliga skyldu at viðurkenna hendan rættin hjá barninum og at tryggja øllum børnum henda rætt.

2) Ført fyri at orða síni egnu sjónarmið
Eitt barn, sum er ført fyri at orða síni egnu sjónarmið, hevur rætt til frítt at greiða frá hesum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum hava samband við barnið. Hendan orðingin skal ikki skiljast sum ein avmarking, men heldur sum ein skylda hjá luttakaralondunum í størst møguligan mun at meta um førleikan hjá barninum at gera sær síni egnu meiningar. Hetta hevur við sær, at luttakaralondini ikki kunnu byrja við at taka ta niðurstøðu, at eitt barn ikki dugir at bera fram síni egnu sjónarmið. Tvørturímóti skulu luttakaralondini hugsa, at barnið er ført fyri at gera sær síni egnu meiningar og viðurkenna, at barnið hevur rætt til at greiða frá teimum. Tað er ikki ábyrgdin hjá barninum fyrst at prógva, at tað er ført fyri tí.

Einki aldursmark er fyri, nær eitt barn hevur rætt til at bera síni sjónarmið fram. Barnarættindanevndin hjá ST ræður luttakaralondunum frá at seta nakað aldursmark, tað verði seg í lóggávu ella í praksis, sum avmarkar rættin hjá barninum at verða hoyrt í øllum spurningum, sum hava samband við barnið. Aldur má sostatt ikki forða fyri, at barnið fær loyvi at koma við sínum sjónarmiðum. Gransking vísir, at børn tíðliga menna sín egna vilja og evni at gera sær sjónarmið á ein ella annan hátt, hóast barnið ikki dugir at siga frá teimum við orðum.

Í sambandi við hoyring av einum barni er sostatt ikki neyðugt, at barnið dugir at orða síni sjónarmið týðiliga. Eisini samskifti uttan orð, so sum spæl, andlitsbrá, tekningar og málningar hjá barninum, skal viðurkennast og virðast. Tó má barnið hava vit, vilja og kenslur og duga at samskifta í ein slíkan mun, at tað er møguligt hjá teimum vaksnu at tulka, hvat barnið sigur, og hvat annars kemur til sjóndar hjá barninum so sum yvirbrá og kropsburð. Tað er heldur ikki neyðugt, at barnið hevur sjónarmið um sjálvan spurningin, sum avgerð skal takast um. Tað er nóg mikið, at barnið er ført fyri at meina okkurt av týdningi í sambandi við spurningin.

3) Rættin til frítt at greiða frá hesum sjónarmiðum
Barnið hevur rætt til at bera síni sjónarmið fram frítt. Hetta merkir, at barnið skal kunna greiða frá sínum sjónarmiðum uttan at verða trýst til tað. Barnið má heldur ikki manipulerast. Orðið ”frítt” er tengt at barnsins egnu áskoðan, t.v.s. at barnið hevur rætt til at koma við sínum egnu sjónarmiðum og ikki sjónarmiðunum hjá øðrum. Barnið skal ikki hoyrast oftari enn neyðugt.

Barnið hevur eisini rætt til at fáa kunning um málið og málsviðgerðina, soleiðis at barnið skilur málið. Hesin rætturin til kunning er av grundleggjandi týdningi, tí kunning er ein fortreyt fyri, at barnið kann taka eina greiða avgerð og greiða frá sínum sjónarmiðum. Tí er neyðugt, at tey, sum hava ábyrgdina av at hoyra barnið og foreldur ella verjar, upplýsa barnið um aktuella málið, hvørjar avgerðir kunnu verða tiknar, og hvørjar avleiðingar tær kunnu fáa. Barnið má eisini fáa at vita, undir hvørjum umstøðum tað sleppur at koma við sínum sjónarmiðum.

Barnið hevur ikki skyldu til at greiða frá sínum sjónarmiðum. Barnið skal upplýsast um, at tað hevur rætt til at siga, hvat tað heldur og ynskir, men eisini at tað hevur rætt til at lata vera at siga nakað. Um barnið ikki ynskir at siga nakað, eiga myndugleikarnir á annan hátt at royna at finna útav, hvørja áskoðan barnið hevur, t.d. við at tosa við persónar, sum barnið er væl í øgn við ella við at hyggja at upplýsingum, sum liggja í málinum frammanundan.

Luttakaralondini skulu eisini tryggja, at tey børn, sum hava torført við at føra síni sjónarmið fram, fáa møguleika til tess. Til dømis skulu børn við skerdum førleika hava ta útgerð til samskifti, sum krevst fyri, at tey lættari kunnu framføra síni sjónarmið, og tað skal vera møguligt hjá teimum at brúka hesa útgerð.

4) Í øllum viðurskiftum, sum hava samband við barnið
Rættindini hjá barninum at greiða frá sínum sjónarmiðum eru víðfevnandi og strekkja seg longur enn rættindini í Barnarættindasáttmálanum. Rættindini verða avmarkað av, at viðurskiftini skulu viðvíkja barninum, men kravið er ikki strangt. Viðurskiftini skulu bara hava eina ella aðra ávirkan á barnið. Luttakaralondini skulu tí lurta eftir sjónarmiðum hjá børnum á øllum økjum, har áskoðan hjá børnum kann betra góðskuna á loysnini.

5) Dentur skal leggjast á barnsins sjónarmið í samsvari við aldurin á barninum og hvussu búgvið tað er
Dentur skal leggjast á sjónarmiðini hjá barninum í samsvari við aldurin á barninum, og hvussu búgvið barnið er. Aldur, og hvussu búgvið barnið er, eru tvær týdningarmiklar og javnsettar treytir, tá metast skal um, í hvønn mun barnsins sjónarmið og ynskir skulu ávirka avgerðina.

Hvussu stórur dentur skal leggjast á sjónarmiðið hjá barninum, kann sostatt ikki bara avgerast út frá aldrinum á barninum, tí hvussu búgvið eitt barn er, er ikki bara treytað av, hvussu gamalt barnið er. Tess meiri úrslitið av avgerðini ávirkar lívið hjá barninum, tess størri týdning hevur ein røtt meting av, hvussu búgvið barnið er.

Av tí at hugtakið um, hvussu búgvið barnið er, er ógreitt og subjektivt, er tað týdningarmikið, at myndugleikarnir grundgeva, hvussu spurningurin um búning verður mettur, soleiðis at integriteturin hjá barninum verður vardur.

Hvussu stórur dentur skal leggjast á sjónarmiðini og ynskini hjá barninum er eisini treytað av, hvat málið snýr seg um, og hvussu sterk, áhaldandi, veruleikakend, umhugsað og vælgrundað sjónarmiðini hjá barninum eru.

6) Í einari og hvørjari viðgerð av málum við dóms- ella fyrisitingarmyndugleika, sum viðvíkja barninum
Áherðsla verður løgd á rættin hjá barninum at koma til orðanna í mun til dómstólar og fyrisitingarmyndugleikar. Rætturin hjá barninum at verða hoyrt er galdandi bæði í málum, sum barnið sjálvt tekur stig til, sum t.d. at klaga um ringa viðferð og at senda áheitan til skúla viðvíkjandi útblaking, og í málum, sum onnur hava tikið stig til, og sum ávirkar barnið, sum t.d. tá foreldrini verða sundurlisin, ættleiðing og fráboðanir til barnavernd.

Hoyringin av barninum skal vera í einum umhvørvi, har barnið kennir seg virt og trygt. Tað er ikki møguligt at hoyra eitt barn á munagóðan hátt, um kringumstøðurnar eru ræðandi,  kensluleysar og óhóskandi fyri aldurin hjá barninum. Mannagongdir og umstøður í sambandi við hoyring av børnum mugu tí vera hóskandi fyri børn. Kunningin til barnið má vera barnavinarlig, barnið má stuðlast til at koma við sínum sjónarmiðum, tey starvsfólk, sum eru í samband við barnið mugu hava hóskandi útbúgving til tess, hugsast skal um innrættingina av bíðirúmi og høli, har barnið verður hoyrt og hvussu tey sum hoyra barnið og annars starvsfólk, sum eru um barnið, eru ílatin. Hoyringin av barninum má vera á einum máli, sum barnið bæði skilur og dugir at tosa til fulnar.

7) Annaðhvørt beinleiðis ella gjøgnum eitt umboð ella ein hóskandi stovn
Tá barnið hevur avgjørt, at tað vil koma við sínum sjónarmiðum, má barnið taka avgerð um, hvussu hetta skal ganga fyri seg. Barnið kann velja antin sjálvt at framføra síni sjónarmið, ella lata eitt umboð ella ein hóskandi stovn framføra sjónarmiðini fyri seg. Um barnið ynskir, at eitt umboð skal bera sjónarmiðini fram fyri seg, kann umboðið t.d. vera eitt foreldur, ein advokatur ella annar persónur, t.d. ein sosialráðgevi. Tað mest sjálvsagda umboðið fyri barnið er foreldrini, men her má havast í huga, at í nógvum málum er vandi fyri áhugamálsstríði millum barn og foreldur.

Hóast ásetingin er lokin, um sjónarmiðini hjá barninum verða borin fram av øðrum enn barninum sjálvum, so er tað týdningarmikið, at barnið, so vítt tað er gjørligt, sjálvt fær møguleika at bera síni sjónarmið fram, tí sjónarmið kunnu skiljast annarleiðis, tá onnur bera tey fram.

Eitt barn, ið úttalar seg gjøgnum eitt umboð, má hava álit á umboðnum, soleiðis at barnið frítt kemur fram við sínum sjónarmiðum og ynskjum yvir fyri umboðnum. Umboðið skal bera sjónarmiðini og ynskini hjá barninum víðari ærliga og reiðiliga og má hava kunnleika um og skil á avgerðargongdini í málinum og hava royndir við at umgangast børn. Umboðið skal geva barninum hóskandi kunning og má ikki ávirka barnið við sínum egnu meiningum. Umboðið skal vera tilvitað um, at viðkomandi bara umboðar sjónarmiðini hjá barninum og ikki eisini sjónarmiðini hjá øðrum, t.d. foreldrum, stovnum og myndugleikum.

Um barnið úttalar seg gjøgnum ein hóskandi stovn, má hesin vera óheftur av pørtunum. T.d. kann tað ikki metast at vera hóskandi, at ein málsviðgeri í kommunalu barnaverndarumsitingini ber sjónarmiðini hjá einum barni fram fyri Høvuðsbarnaverndarnevndini í einum máli, har barnið verður sett heiman, tí kommunan er sjálv partur í málinum. Harafturímóti kann ein barnaserkønur, sum kannar málið, tá barnið verður sett heiman, vera hóskandi stovnur, um viðkomandi ber sjónarmiðini hjá barninum týðiliga fram og ikki blandar síni egnu sjónarmið um barnsins besta uppí.

Tak niður sum pdf