2014

Grein: At halda seg kenna (upplýsingarskyldan)

“Umboðsmaðurin helt tað vera ein álvarsaman feil í viðgerðini hjá setanarnevndini, at hon ikki útvegaði sær upplýsingar um starvið frá Løgmansskrivstovuni, sum hevði neyðuga kunnleikan og innliti í, hvørjar uppgávur liggja í starvinum, og hvørjar treytir tann, sum verður settur í starvið, skal lúka. ... Tað var somuleiðis ein álvarsamur feilur, at setanarnevndin ikki útvegaði sær eitt ummæli av klagaranum frá løgmansstjóranum, sum var tann einasti, sum hevði neyðugu vitanina um og kundi úttala seg um, hvussu klagarin hevði roynst í starvinum.” (brot úr áliti frá umboðsmanninum j. nr.200900001)

Ábyrgdin liggur hjá myndugleikanum
Almennir myndugleikar taka dagliga nógvar avgerðir um viðurskifti, sum á ymiskan hátt ávirka borgaran. Sambært fyrisitingarrættinum hava myndugleikarnir skyldu at kanna og upplýsa eitt mál til fulnar, áðrenn ein fyrisitingarlig avgerð verður tikin. Upplýsingarskyldan er ein sokallað garantiregla, sum skal tryggja, at myndugleikin tekur avgerð á røttum og lógligum grundarlagi. Reglurnar um partshoyring í fyrisitingarlógini eru eins og upplýsingarskyldan ein sokallað garantiregla, ið skal tryggja, at avgerðir verða tiknar á einum nøktandi og fullgóðum grundarlagi.

Innsavning av upplýsingum
Upplýsingarskyldan er áløgd myndugleikum, sum í sambandi við, at fyrisitingarligar avgerðir skulu takast, hava eina skyldu at tryggja, at eitt mál er upplýst til fulnar, bæði í mun til lóggávuna og tey faktisku viðurskiftini og umstøðurnar annars í málinum.

Summi mál byrja við, at myndugleikin tekur tey upp. Dømi um hetta kunnu vera starvsfólkamál, her undir starvssetan, viðgerð av málum viðvíkjandi starvsfólkum, meðan tey eru í starvi, og uppsagnarmál.

Onnur mál kunnu byrja við eini umsókn. Tá er tað í útgangsstøðinum umsøkjarin sjálvur, sum hevur skyldu til at upplýsa málið. Ivast myndugleikin um upplýsingarnar í málinum eru rættar, ella metir myndugleikin, at upplýsingar ikki eru fullfíggjaðir, skal myndugleikin eftirkanna hetta og sjálvur útvega sær neyðugar upplýsingar fyri at lýsa málið til fulnar.

Eitt grundleggjandi krav er, at tá talan er um innsavnan av upplýsingum, skal talan vera um neyðugar, viðkomandi ella týðandi upplýsingar fyri viðgerðina av málinum. Hetta ger seg serliga galdandi, tá talan er um at útvega sær trúnaðar- ella persónsupplýsingar.

Hættirnir at innsavna upplýsingar kunnu vera ymiskir, alt eftir hvat slag av upplýsingum talan er um og frá hvørjum, tað verið seg myndugleika, virkjum, borgarum og øðrum.

Gjøgnum eygleiðing
Í áliti frá umboðsmanninum j. nr. 201100095 viðgjørdi umboðsmaðurin eina klagu um viðgerðina hjá TAKS av einari umsókn um rentustuðul. Sambært upplýsingunum, sum vóru í málinum, búði klagarin í einari aðrari kommunu, enn arbeiðsstaðið var. Av tí at klagarin búði í barndómsheiminum mitt í viku, metti TAKS, at bústaður hansara í tí kommunu, hann var skrásettur at búgva í, bert var ein frítíðarbústaður, sum ikki gav honum rætt til rentustuðul. Metingin hjá TAKS um veruliga bústaðin hjá klagaranum var grundað á upplýsingar, sum myndugleikin hevði fingið til vega gjøgnum millum annað eygleiðingar og frá nærumhvørvinum.

Millum annað setti TAKS seg í samband við borgarstjóran á tí staðnum, har barndómsheimið hjá klagaranum var, fyri at innheinta upplýsingar um bústaðarviðurskiftini. Umboðsmaðurin dugdi ikki at síggja, at hetta skuldi verið neyðugt, tí TAKS hevur beinleiðis atgongd til fólkayvirlitsskránna hjá kommunum, eins og umboðsmaðurin metti, at ein tílík áheitan til borgarstjóran kundi geva ta fatan, at TAKS hevði biðið borgarstjóran sum privatpersón úttala seg um bústaðarviðurskiftini hjá klagaranum.

Umboðsmaðurin vísti í álitinum á, at tá ið ein myndugleiki hevur eina serliga vitan um ein borgara frá nærumhvørvinum, kann hetta vera eitt av fleiri atlitum, ið dentur kann verða lagdur á, tá mál skulu lýsast. Tað hevur tó avgerandi týdning, at myndugleikin virðir tær ásetingar, ið eru í fyrisitingarrættinum, tá slíkar upplýsingar skulu savnast og vektast. Umframt sakligheit, áliggur tað myndugleikanum ein serlig skylda at fara varisliga fram, tá talan er um at savna upplýsingar um borgarar gjøgnum eygleiðing, serliga tá ið talan er um smápláss, har øll - borgari og myndugleikar - “halda seg kenna” faktiskar umstøður hjá hvørjum øðrum.

Hóast TAKS í hesum máli hevði upplýsingar, sum kunnu metast at hava stóran týdning fyri avgerðina, og sum ikki vóru til fyrimuns fyri klagaran, gav myndugleikin ikki klagaranum høvi til at koma við sínum viðmerkingum, áðrenn TAKS tók avgerð í málinum um rentustuðul.

Munnlig innheintan av upplýsingum og notatskylda
Í áliti frá umboðsmanninum j. nr. 200400069 viðgjørdi umboðsmaðurin eina klagu um setan av leiðara fyri Frítíðarskúlan á Tvøroyri. Tvinnar umsóknir vóru til avloysarastarvið í Frítíðarskúlanum á Tvøroyri. Annar umsøkjarin var útbúgvin lærari og hin umsøkjarin var útbúgvin námsfrøðingur. Hóast bert annar umsøkjarin kundi koma upp á tal til starvið, tí hon var útbúgvin námsfrøðingur við arbeiðsroyndum og hevði eitt gott viðmæli frá leiðaranum á stovninum, tók kommunan eftir tilmæli frá sosialu nevnd avgerð um at seta læraran í starvið. Einki er sagt um orsøkina til hetta, hvørki í tilmælinum frá sosialu nevnd ella í gerðabókini hjá kommununi fyri hendan fundin. Einki skjalatilfar var í málinum, sum lýsir, hvørja viðgerð umsóknirnar hava fingið.

Í einum notati frá formanninum og næstformanninum í sosialu nevnd, sum varð skrivað stívliga 5 vikur aftaná, at setanin varð framd, verður greitt frá, at avgerð teirra var grundað á, hvussu námsfrøðingurin skal hava uppført seg á einum fundi í barnagarðinum, har hon luttók sum foreldur. Umboðsmaðurin staðfesti í álitinum, at eingin dokumentatión var fyri hesum uppáhaldum, sum heldur ikki eru nærri útgreinað. Víðari verður sagt í hesum notati, at leiðarar á øðrum kommunalum stovnum eisini eru spurdir til ráðs, og at hesir í flestu førum ikki hava hildið pedagogin vera egnaðan til leiðarastarvið.

Umboðsmaðurin vísti í álitið fyri tað fyrsta á, at kommunan hevði skyldu til, tá møgulig ummæli vóru fingin til vega frá øðrum stovnsleiðarum, at gera notat frá hesum samrøðum. Eingi slík notat vóru í málinum, hvørki viðvíkjandi hvønn tosað hevði verið við, ella hvat hesi møguliga høvdu sagt.

Fyri tað næsta hevði kommunan skyldu til at kunna námsfrøðingin um møgulig ummæli, sum ikki vóru til fyrimuns fyri hana, og at geva henni høvi til at koma við einum ummæli av hesum, áðrenn avgerð varð tikin í málinum. Hetta var als ikki gjørt - hvørki viðvíkjandi teimum útsøgnum, sum teir báðir limirnir í sosialu nevnd søgdu seg hava fingið frá øðrum stovnsleiðarum ella tí, sum skal vera hent á umrødda fundinum í barnagarðinum.

Ikki allar upplýsingar skulu noterast
Hóast tað er ein meginregla, at myndugleikin hevur skyldu til at notera allar upplýsingar, sum hesin munnliga ella á annan hátt tekur ímóti viðvíkjandi teimum veruligu umstøðunum, ið hava týdning fyri avgerðina í málum, eru tað tó ikki allar upplýsingar, ið skulu noterast í mál. Í áliti frá umboðsmanninum j. nr. 200500069 varð niðurstøða gjørd viðvíkjandi klagu um viðgerðina hjá Arbeiðsloysisskipanini av setan av starvsfólki. Í einum telefonnotati hevði Arbeiðsloysisskipanin noterað, at klagarin sambært upplýsingunum frá Toll- og Skattstovu Føroya skal vera ein ”Ebeneser-maður burturav”. Umboðsmaðurin dugir ikki at síggja, at trúarviðurskifti skulu hava nakran týdning yvirhøvur fyri eitt starv sum málsviðgeri hjá Arbeiðsloysisskipanini. Hendan upplýsing kann tí einans vera við til at ávirka avgerðina á ósakligan hátt, og átti tí ikki at verið noterað. Av tí, at ongar ábendingar vóru um, at hetta hevði ávirkað avgerðina hjá Arbeiðsloysisskipanini, gjørdi umboðsmaðurin kortini ikki meira við hendan spurning.

At síggja burtur frá upplýsingum
Í áliti frá umboðsmanninum j. nr. 200900001 viðgjørdi umboðsmaðurin eina klagu um handfaringina av setanini av einum deildarstjórastarvi á Løgmansskrivstovuni. Undir viðgerðini av málinum valdi setanarnevndin at síggja burtur frá skjølunum í málinum hjá Løgmansskrivstovuni, og tá setanarprofilur skuldi gerast, vendi nevndin sær til ein fyrrverandi leiðara í lýsta starvinum. Uttanríkisráðið hevur greitt frá, at orsøkin til, at sæð varð burtur frá skjølunum hjá Løgmansskrivstovuni var, at starvsfólkini á Løgmansskrivstovuni vóru ógegnig at viðgera málið. Í starvslýsingini varð sagt, at tað var ein fyrimunur, at umsøkjari hevði arbeiðsroyndir innan tær uppgávur og øki, sum lógu í starvinum. Hóast hetta kannaði setanarnevndin ikki, hvørjar royndir Løgmansskrivstovan hevði av viðkomandi, sum tá hevði røkt starvið í stívliga eitt ár. Umboðsmaðurin metti, at eingin ivi kundi vera um, at luttøkan hjá løgmansstjóranum eisini í hesum føri er av stórum týdningi fyri at upplýsa málið. Løgmansstjórin var sum stjóri hjá viðkomandi tann einasta, sum hevði neyðugu vitanina um og kundi úttala seg um, hvussu hon hevði roynst í starvinum. Umboðsmaðurin metti tað vera ein álvarsaman feil, at eitt slíkt ummæli ikki var útvegað.

Samanumtikið
Í einum lítlum samfelag sum okkara, har tey flestu halda seg kenna hvønn annan, skal upplýsingarskyldan hjá myndugleikum eins og partshoyringsreglurnar vera fremst í huganum hjá myndugleikapersónum, sum taka avgerðir. Týdningarmikið er, at upplýsingar verða innsavnaðar á lógligan hátt, eins og einans neyðugar, viðkomandi ella týðandi upplýsingar verða innsavnaðar. Saman við upplýsingarskylduni er eisini skyldan hjá myndugleikanum at at kunna borgarin um møguligar upplýsingar, her undir eisini ummæli, sum ikki eru til fyrimuns fyri hann, og at geva honum høvi til at koma við einum ummæli til hesar upplýsingar, áðrenn avgerð varð tikin í málinum.