2025

Eftirlitsvitjan á Skúlanum á Trøðni

Sum liður í virksemi umboðsmansins á barnaøkinum gjørdi Løgtingsins umboðsmaður í mars 2025 av at fremja eina eftirlitsvitjan á Skúlanum á Trøðni, ið er ein serskúli, sum sambært serskúlalógini undirvísir næmingum, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í nærumhvørvinum.

Áðrenn eftirlitsvitjanina hevði umboðsmaðurin havt fund við serfrøðing í sernámsfrøði og við “Børnekontoret” hjá Folketingets Ombudsmand. Endamálið við hesum fundum var, at umboðsmaðurin fekk kunning um viðurskifti, sum vanliga gera seg galdandi hjá teimum børnum, ið hava tørv á serskúlaundirvísing, og um møgulig serlig viðurskifti, sum umboðsmaðurin skuldi hava fokus á.

Tann 26. mai 2025 vitjaði umboðsmaðurin skúlan.

Eftirlitsvitjanirnar tóku m.a. útgangsstøði í hesari lóggávu:

  • Løgtingslóg nr. 50 frá 9. mai 2005 um serskúla
  • Løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan
  • Bekendtgørelse nr. 6 af 16. januar 1992 om FN-konvention af 20. november 1989 om Barnets Rettigheder (Barnarættindasáttmálin)
  • Bekendtgørelse nr. 35 af 15. september 2009 om FN-konvention af 13. december 2006 om rettigheder for personer med handicap (Breksáttmálin)

Fokus við vitjanini vóru næmingarnir, ið ganga á skúlanum og teirra viðurskifti, undir hesum viðurskifti kring undirvísing, sernámsfrøðilig viðurskifti, tvingsil og fysisku karmarnir.

Í sambandi við eftirlitsvitjanina varð eitt skriv sent til skúlan, har umboðsmaðurin kunnaði tey avvarðandi um vitjanina og um møguleikan hjá teimum at fáa eina samrøðu ella samskifta við umboðsmannin áðrenn eftirlitsvitjanina. 

Eisini varð kunnað um, at starvsfólk høvdu høvi at tosa við umboðsmannin, um tørvar var á tí. 

Eftirlitsvitjanin vardi í umleið fimm tímar og byrjaði við fundi við leiðsluna, umframt eitt lyklastarvsfólk á skúlanum. Síðani varð skipað fyri einari rundvísing. Umboðsmaðurin fekk eisini høvi at hitta nakrar av næmingunum, ið vóru í skúla hendan dagin.

At enda var ein fundur við leiðsluna, har tikið varð saman um, og viðurskifti av týdningi vórðu umrødd.

Umboðsmaðurin hevur gjørt frágreiðing frá eftirlitsvitjanini.

Skúlin á Trøðni og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hava fingið høvi at gera viðmerkingar til frágreiðingina.

Nú frágreiðingin er liðug, er hon send nevndu myndugleikum og Løgtinginum.

Frágreiðingin er grundarlag undir samandráttinum, ið kann lesast í fylgiskjalinum har tikið verður samanum frá vitjanini, og hvørjar viðmerkingar og tilmæli umboðsmaðurin hevur gjørt.


Samandráttur av teimum mest týðandi viðmerkingunum og tilmælunum frá umboðsmanninum

Skúlaumhvørvið

Áðrenn eftirlitsvitjanina høvdu avvarðandi greitt frá um munandi afturljóð í ávísum støðum á Skúlanum á Trøðni, m.a. felagsøkinum, har nógvir næmingar savnast. Undir eftirlitsvitjanini kundi umboðsmaðurin sanna, at talan var um eitt munandi afturljóð, og leiðslan viðurkendi, at talan var um eitt munandi afturljóð, ið sambært leiðsluni eisini hevði sína orsøk í aldrinum av bygninginum.

Umboðsmaðurin heitti á Skúlan á Trøðni um beinanvegin at taka stig til at kanna ljóðviðurskiftini í skúlanum og gera eina ætlan um, hvussu hesi viðurskifti kundu betrast.

Umboðsmaðurin vísti á, at skúlin hýsir eitt nú næmingum, ið eru ljóðviðkvæmir og verða ávirkaðir neiligt av vánaligum ljóðviðurskiftum. Ljóðviðurskifti eiga ikki at verða ein forðing fyri, at næmingar fáa luttikið í felagstiltøkum í einum skúla. At talan er um ein serskúla, ger støðuna bara enn meiri átroðkandi.

Undirvísing og læriætlan
Sambært § 5 í serskúlalógini skal undirvísingin á Skúlanum á Trøðni taka støði í einari næmingalagaðari læriætlan.

Sambært viðmerkingunum til § 5 er ein læriætlan eitt formligt skjal, sum skal skipast soleiðis, at foreldrini fáa eina meting av støðu barnsins, hvussu gongdin hevur verið farna hálva árið, undirvísingartiltøk fyri framman og mál fyri undirvísingina komandi hálva árið. Læriætlanin skal vera eitt amboð hjá foreldrum og lærarum.

Umboðsmaðurin fekk eftir egnum ynski útflýggjað søguligar læruætlanir fyri fimm útvaldar næmingar, trý tey seinastu árini, soleiðis at læriætlanirnar fyri hesar næmingar kundu samanberast yvir tíð.

Til tess at fáa eina fakliga meting av hesum læriætlanum, fekk umboðsmaðurin ein serfrøðing í sernámsfrøði at gera eina samanberandi greining av teimum.

Niðurstøðan av greiningini var tann, at læriætlanirnar vóru misjavnar. Summar vóru miðvísar, greitt orðaðar og stuðlaðu ítøkiligari menning, meðan aðrar tóktust óbroyttar, óítøkiligar og vístu ikki menning frá ári til ár.

Vísandi til hesa greining og viðmerkingarnar til § 5 heitti umboðsmaðurin á Skúlan á Trøðni um skjótast gjørligt at skipa fyri einari fakligari eftirmeting av næmingalagaðu læriætlanunum. Umboðsmaðurin metti, at tað hevði stóran týdning, at læriætlanirnar vóru greiðar og ítøkiligar og viðgjørdu førleikar og menning hjá næmingunum.

Flutningur
Bæði leiðslan og avvarðandi høvdu víst á, at flutningur kundi vera ein avbjóðing fyri summi, serliga um talan var um flutning frá Skúlanum á Trøðni til frítíðartilboð, ið vóru uttanfyri Tórshavnar kommunu, umframt støður við brádliga íkomnum flutningstørvi.

Umboðsmaðurin hevur fyrr í aðrari frágreiðing frá einari eftirlitsvitjan (LUM 23/18132) viðgjørt eina almenna avbjóðing við flutningi av næmingum og børnum, ið bera brek, tá hesi nýta tænastur hjá m.a. Almannaverkinum.

Umboðsmaðurin vísti á, at lóggávan á økinum er ymisk, alt eftir innan hvønn geira flutningstænastan verður veitt.

Fyri flutning av næmingum millum heim og skúla er tað ásett í fólkaskúlalógini, at avvarðandi kommuna hevur skyldu at skipa flutningstænastu millum heim og skúla. Skyldan fevnir eisini um næmingar, ið bera brek. Hóast tað er ein skylda, so er tað ikki ásett, hvussu flutningurin av børnum, ið bera brek, verður fyriskipaður, ella hvørji krøv verða sett til tænastuna.

Fyri flutning av næmingum frá Skúlanum á Trøðni til frítíðartilboð hjá kommununum og Almannaverkinum er møguleiki at fáa flutningstænastu gjøgnum Serflutningsskipan Landsins.

Serflutningsskipan Landsins er ein kommunal tænasta, ið er skipað sambært reglugerð, og verður fíggjað ávikavist av landskassanum, avvarðandi kommunu og av brúkarunum. Endamálið við skipanini er at veita flutningsmøguleika til fólk, ið bera brek og eru so mikið tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól, ella í avmarkaða tíð vegna sjúku ella skaða hava henda tørv. Almanna- og mentamálaráðið hevur upplýst fyri umboðsmanninum, at Serflutningskipan Landsins einans virkar í Tórshavnar kommunu og í Klaksvíkar kommunu og ikki virkar tvørtur um kommunumark.

Fyri flutning av næmingum frá Skúlanum á Trøðni til frítíðartilboð og aðrar tænastur hjá Almannaverkinum er heimild fyri flutningstænastu í § 43 í Almannalógini.

Almanna- og mentamálaráðið hevði tó greitt umboðsmanninum frá, at flutningstænasta sambært § 43 í Almannalógini ikki var sett í verk orsakað av, at játtan ikki var sett av til endamálið.

Umboðsmaðurin vísti eisini á, at bæði Breksáttmálin og Barnarættindasáttmálin viðgera evnið flutning av børnum, ið bera brek, og vísa á, at vantandi flutningsmøguleikar hjá børnum, ið bera brek, kann elva til, at hesi børn verða útihýst frá útbúgvingarskipanum og øðrum viðkomandi tænastum og tískil eru fyri mismuni í mun til teirra javnlíkar. Báðir sáttmálar tala fyri, at slíkar forðingar eiga at verða beindar av vegnum við inklusjón fyri eyga.   

Umboðsmaðurin mælti Barna- og útbúgvingarmálaráðnum til, at ráðið tók stig til at fáa sett í verk greiðar reglur og mannagongdir um flutningstænastu fyri børn, ið bera brek. Umboðsmaðurin metti, at talan átti at vera um eina landsfevnandi flutningstænastu, ið tók støði í bestu loysn fyri Føroya børn, og at henda loysn slóðaði fyri, at tað ongantíð var ivi um ella tilvildarligt, hvørja flutningstænastu børnini fingu, og á hvørjum støði hon varð veitt, í mun til hvar í landinum tey búðu.

Umboðsmaðurin mælti Almanna- og mentamálaráðnum til at skipa fyri, at Serflutningsskipan Landsins varð endurskoðað, við tí í huga, at skipanin ikki var landsfevnandi og ikki virkaði tvørtur um kommunumørk.

Umboðsmaðurin mælti eisini Almanna- og mentamálaráðnum til skjótast gjørligt at taka støðu til, um heimildin fyri flutningstænastu skuldi setast í verk sambært § 43, soleiðis, sum ásetingin var orðað nú, ella um okkurt annað skal setast í staðin. At § 43 í fleiri ár hevði veitt rættindi, ið í roynd og veru ikki góvu nakran rætt, var sambært umboðsmanninum ikki ein haldgóð støða og ei heldur nøktandi fyri tey børn, ið hava tørv á flutningstænastu. (LUM 25/07621)

Fylgiskjalið kann takst niður í reyða kassanum