2023

Barnanna umboðsmaður vitjað Fuglafjarðar skúla



Altjóða barnarættindadagin hevði næmingaráðið í Fuglafjarðar skúla tikið stig til at savna øll næmingaráðini á skúlunum í Føroyum til at halda dagin saman. Fleiri enn 500 næmingar vóru savnaðir, og 20 skúlar vórðu umboðaðir til tiltakið.

Umboðsmaðurin var boðin at greiða frá um ST-barnarættindasáttmálan, um rættindi hjá børnum og um møguleikan hjá børnum at venda sær til Barnanna umboðsmann.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar skúla HER
Myndir og filmsbrot frá degnum síggjast á heimasíðuni hjá skúlanum HER


Um onkur skúli ella dagstovnur er áhugaður at fáa vitjan av umboðsmanninum, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skrivstovuna hjá Løgtingsins umboðsmanni.