2023

Frágreiðing um viðgerð av málum um alment innlit í størru kommununum

Umboðsmaðurin hevur kannað viðgerðina av málum um alment innlit hjá størru kommununum. Í kanningini vórðu tilsamans 84 mál gjøgnumgingin. Endamálið við kanningini var at kanna, hvussu størru kommunurnar handfara 10 daga regluna í innlitslógini, hvussu mál um innlit verða skrásett, viðgerðartíðina, og hvussu kommunurnar nokta innliti. Samanumtikið helt umboðsmaðurin, at borgarar sum meginregla fáa tað innlit, ið teir biðja um frá kommununum, og at kommunurnar royna at avgreiða innlitsumbønirnar sum skjótast. Umboðsmaðurin helt tó, at tað tyktist at vera ein afturvendandi trupulleiki, at kommunurnar gloyma at kunna borgaran, tá tær ikki avgreiða innlitsumbønina innan 10 dagar. Eisini helt umboðsmaðurin, at sjálv avgreiðslan av innlitinum oftani ikki var nóg greið, tí borgarin sær ikki á svarinum frá kommununi, um hann hevur fingið fult ella bara partvíst innlit.

Í kanningini varð dentur lagdur á at fáa eina heildarmynd av viðgerðini hjá kommunum av innlitsumbønum, og at vísa á møguligar skipanarligar feilir og óhepnar mannagongdir. Rættleikin av einstøku avgerðunum varð ikki viðgjørdur.

Flestu málini  í kanningini eru viðgjørd av kommununum í tíðarskeiðinum 2020 - 2023. Tó eru einstøk mál eldri. Sambært kommununum kemst hetta av, at neyðugt hevur verið at leita fleiri ár aftur í tíðina fyri yvirhøvur at finna mál, har myndugleikin heilt ella partvís hevur sýtt at geva innlit og í onkrum føri kemst hetta av, at kommunan hevur móttikið so fáar innlitsumbønir síðstu árini.

Grundað á gjøgnumgongdina av teimum 84 málunum hevði umboðsmaðurin fylgjandi viðmerkingar og tilmæli:


Skráseting
Allar kommunurnar skrásettu innlitsáheitanirnar í sjálvstøðug mál. Hetta gjørdi tað lætt at leita málini fram, og er hetta eisini ein týðandi fortreyt fyri at kunna gera eina slíka kanning sum hesa hjá umboðsmanninum


Málsviðgerðartíðin
Yvirhøvur var málsviðgerðartíðin stutt. Í flestu førum bert nakrar fáar dagar. Tað vóru tó eisini fleiri mál har 10 daga freistin í § 16, stk. 2 í innlitslógini ikki var hildin. Umboðsmaðurin hevur tí mint kommunurnar á, at ein innlitsumbøn skal avgreiðast sum skjótast, og er umbønin ikki svarað innan 10 dagar, skal kommunan boða umsøkjaranum frá um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð kann væntast.


Samskiftisháttur
Flestu innlitsáheitanirnar vóru frá privatpersónum, men nakrar vóru eisini frá fjølmiðlum. Samskift varð aloftast umvegis teldupost, og innlitið var eisini aloftast latið talgilt. Har ynski var um at fáa skjølini í pappírsavriti, fekk borgarin boðið at koma á kommunuskrivstovuna eftir skjølunum.


Gjald fyri innlit
Flestu kommunur høvdu ikki kravt gjald fyri at lata innlit. Tær kommunur, sum høvdu kravt gjald, vístu til kunngerð nr. 198 frá 15. desember 1993 um gjald fyri avrit og fotoavrit eftir lógini um innlit í fyrisitingina sum heimild fyri gjaldinum. Ein kommuna kravdi, at rokningin fyri innlitið var goldin, áðrenn skjølini vórðu latin umsøkjaranum.

Í sambandi við viðurskiftini við gjaldi fyri innlit sendi umboðsmaðurin Løgmálaráðnum fyrispurning um kunngerðina um gjald (t.e. um gjald er eitt krav ella møguleiki, forútgjalding og talgilt innlit). Hesi viðurskifti eru viðgjørd undir kap. 4.

Umboðsmaðurin viðmerkti yvirfyri viðkomandi kommunu, at hann helt, at sum meginregla skal gjald fyri innlit ikki krevjast sum forútgjalding.

Ófullfíggjaði svar
Í sambandi við gjøgnumgongdina av málunum legði umboðsmaðurin í nøkrum førum til merkis, at hóast tað framgekk av málsskjølunum, at viðkomandi ikki fekk fult innlit, so framgekk tað ikki av avgerðini til borgaran, hvørji skjøl ella upplýsingar, myndugleikin hevði sýtt fyri at lata innlit í, umframt at hetta heldur ikki var gjørt greitt yvirfyri borgaranum. Í øðrum førum legði umboðsmaðurin til merkis, at málini vóru avgreidd á ein slíkan hátt, at borgarin ikki sá, um myndugleikin hevði givið innlit í øll skjølini í málinum, ella um nøkur skjøl ella upplýsingar vóru undantiknar.

Umboðsmaðurin mælti kommununum til at gera avgerðarskrivini um innlit greiðari.


Fyrisitingarlig krøv til avgerðina
Í nøkrum av kannaðu málunum manglaði ein grundgeving fyri at nokta innlit og í nøkrum førum var grundgevingin ikki nøktandi.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at eitt mál, har søkt verður um innlit eftir innlitslógini, er eitt vanligt fyrisitingarmál, og reglurnar í fyrisitingarlógini eru galdandi fyri viðgerðina av málinum. Gevur ein myndugleiki ikki innlit í øll tey skjøl ella upplýsingar, sum søkt verður um innlit í, er talan um eina avgerð, sum ikki til fulnar gongur partinum á møti. Sambært fyrisitingarlógini hevur myndugleikin í slíkum førum skyldu til at grundgeva fyri sínari avgerð. Tað hevur m.a. stóran týdning fyri borgaran ella tíðindafólkið, tá gerast skal av, um ein avgerð skal kærast, hvør grundgevingin er fyri, at avgerðin ikki til fulnar gekk viðkomandi á møti. Eisini er tað av avgerandi týdningi, at myndugleikin í sambandi við eina møguliga kæruviðgerð kann skjalprógva viðgerðina av málinum.

Manglar ein grundgeving fyri eini noktandi avgerð, er talan um grundleggjandi og týðandi tátt, sum vantar í málsviðgerðini. Myndugleikin skal týðiliga greiða frá, at innlit verður ikki givið í skjøl ella upplýsingar, eins og greiðast skal frá orsøkini til hetta.

Við tað at talan ikki var um fleiri av hesum dømum hjá somu kommunu,  metti umboðsmaðurin, at talan var ikki um ein umfatandi trupulleika. Umboðsmaðurin mælti tó kommununum til framyvir at taka atlit at kravinum um grundgeving, tá tað ikki verður játtað fult innlit.


Er talan um innlitsmál ella fyrispurning
Fleiri av málunum, sum kommunurnar høvdu latið umboðsmanninum, vístu seg at vera fyrispurningar og ikki mál um innlit. Umboðsmaðurin helt, at tað sýntist sum kommunurnar ikki altíð gjørdu sær greitt, um áheitanin frá borgaranum veruliga var ein innlitsumbøn, ella um talan var um ein fyrispurning. Fleiri fyrispurningar vóru tí av órøttum skrásettir sum innlitsmál.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at innlitslógin er galdandi, tá søkt verður um skjalainnlit t.v.s. innlit í verandi skjøl og mál hjá myndugleikanum, meðan spurningar um ymisk viðurskifti hjá kommununi eru vanligir fyrispurningar, sum ikki eru fevndir av innlitslógini.

Umboðsmaðurin mælti í hesum sambandi viðkomandi kommunum til at gera eina neyvari kanning og skráseting av málunum í sambandi við móttøku av innlitsumbønum og fyrispurningum.


Mannagongdir fyri innlitsmál
Tað vóru ikki allar kommunur, sum høvdu gjørt sær vegleiðing ella mannagongdir um viðgerðina av innlitsmálum.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at skrivaðar mannagongdir/vegleiðingar og møguliga tilknýtt standarskriv, sum viðgera høvuðstættirnar í eini innlitsviðgerð, kunnu bæði lætta og betra um málsviðgerðina.

Umboðsmaðurin mælti teimum kommunum, sum ikki longu høvdu gjørt mannagongd/vegleiðing á hesum øki, til at gera skrivliga mannagongd ella vegleiðing fyri viðgerðina av innlitsmálum.


Samanumtøka
Alt í alt hevði umboðsmaðurin ta fatan, at borgarar sum meginregla fáa tað innlit, ið teir biðja um frá kommununum, og at kommunurnar royna at avgreiða innlitsumbønirnar sum skjótast.

Umboðsmaðurin helt tó, at tað tykist at vera ein afturvendandi trupulleiki, at kommunurnar gloyma at kunna borgaran, tá tær ikki klára at avgreiða innlitsumbønina innan 10 dagar.

Eisini helt umboðsmaðurin, at sjálv avgreiðslan av innlitinum oftani ikki var nóg greið, tí borgarin sá ikki á svarinum frá kommununi, um hann hevði fingið fult ella bara partvíst innlit. (LUM 23/07090)

Frágreiðingin kann takast niður í reyða kassanum til høgru