2023

Ársfrágreiðingar hjá umboðsmanninum til viðgerðar í tinginum

Hósdagin, 07. september 2023, kl. 10:00, vóru ársfrágreiðingarnar hjá umboðsmanninum fyri 2021 og 2022 til viðgerðar í tinginum.

Hósdagin, 07. september 2023, kl. 10:00, var tingfundur. 

Á skránni var millum annað  1. viðgerð av LM-005/2023 og LM-006/2023 - uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2022 og 2021.

Ársfrágreiðingin fyri 2021 var eisini til 1. viðgerð undanfarna heyst, men var ikki endaliga samtykt vegna val.

Umboðsmaðurin og ein ráðgevi vóru til staðar og fylgdu orðaskiftinum. Fleiri áhugaverd evni vóru viðgjørd.