24.08.2023

Álit um málsviðgerðina hjá Eiðis kommunu og Umhvørvisstovuni í sambandi við eitt mál um plastdálking á Eiði

Setiumboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Eiðis kommunu og Umhvørvisstovuni um plastdálking á havnarlagnum á Eiði. Setiumboðsmaðurin hevði onki at finnast at viðvíkjandi málsviðgerðini hjá Umhvørvisstovuni, men helt tað tó vera óheppið, at Umhvørvisstovan bæði var ráðgevandi myndugleiki og kærumyndugleiki á økinum. Setiumboðsmaðurin gav harafturímóti Eiðis kommunu eina átalu fyri málsviðgerðina og heitti á kommununa um at lata seg frætta hvørja fyriskipan hon hevði sett í verk fyri at tryggja sær, at slík plastdálking ikki endurtók seg.

Klagan snúði seg í høvuðsheitum um málsviðgerðina hjá Eiðis kommunu og Umhvørvisstovuni av einari fráboðan um plastdálking hjá einari privatari fyritøku, ið hevur sítt virksemi á Eiði.

Sambært skjølunum í málinum byrjaði málið í september 2019 í sambandi við, at klagarin vendi sær til Umhvørvisstovuna og gjørdi vart við, at plastdálking var funnin á keiøkinum og í pørtum av bygdini, sum stavaði frá framleiðsluni av aliringum á havnarlagnum á Eiði.

Umhvørvisstovan kunnaði beinanvegin klagaran um, at sambært § 8 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur, lá eftirlitið við dálkingini hjá Eiðis kommunu, og at Umhvørvisstovan ikki kundi viðgera tað ítøkiliga málið, tí hon, sambært § 38 í somu kunngerð, er kærumyndugleiki fyri tær avgerðir, sum kommunan fór at taka í málinum.   

Umhvørvisstovan greiddi setiumboðsmanninum frá, at síðan Umhvørvisstovan fekk ta fyrstu fráboðanina um plastdálkingina, tann 3. september 2019, hevði hon verið í tøttum samskifti við kommununa um plastdálkingina. Umhvørvisstovan hevði í fleiri umførum boðað kommununi frá, at talan var um umfatandi dálking, og at økið skuldi ruddast. Umhvørvisstovan hevði harumframt vegleitt kommununa um, hvussu viðurskiftini kundu fáast í rættlag.

Setiumboðsmaðurin hevði onki at finnast at viðvíkjandi málsviðgerðini hjá Umhvørvisstovuni í hesum sambandi, men helt tað tó vera óheppið, at Umhvørvisstovan bæði ráðgav og hevði eftirlit við kommunum í umhvørvisspurningum, samstundis sum hon skuldi vera ein óheftur kærumyndugleiki í somu málum.

Setiumboðsmaðurin heitti tí á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, um at umhugsa at leggja kærumyndugleikan til annan myndugleika at umsita.

Í frágreiðingini frá Eiðis kommunu til málið, vóru, eftir øllum at døma, ongi skjøl skjalførd í málinum fyrr enn tann 12. februar 2022.

Setiumboðsmaðurin helt tað vera alt annað enn nøktandi, at Eiðis kommuna ikki hevði skjalført skjølini í málinum ella hevði skrivað niður samrøður og fundir, sum kommunan hevði havt við m.a. Umhvørvisstovuna.  

Av tí at ongi skjøl vóru í málinum, sum vístu, at Eiðis kommuna hevði røkt sína eftirlitsskyldu ella hevði tikið stig til fyriskipanir, sum skulu forða fyri dálking á økinum, kundi setiumboðsmaðurin ikki annað enn leggja til grund tær upplýsingar, sum vóru fingnar til vega í skjølunum frá Umhvørvisstovuni.

Setiumboðsmaðurin helt, at skjølini í málinum frá Umhvørvisstovuni góvu eina greiða ábending um, at eftirlitið hjá kommununi als ikki hevði verið nøktandi.

Grundað á hetta gav setiumboðsmaðurin Eiðis kommunu eina átalu fyri ikki at hava røkt sína eftirlitsskyldu sambært § 8 í kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994.

Í sambandi við klagumálsviðgerðina hjá setiumboðsmanninum var tó greitt, at meginparturin av dálkaða økinum eftirfylgjandi var ruddað, og at tað nú tyktist sum, at kommunan framdi sítt eftirlit á nøktandi hátt. Setiumboðsmaðurin gjørdi tískil ikki meira við málið, men heitti á kommununa um at lata seg frætta, nær restin av plastdálkingini fór at verða beind burtur. Harafturat mælti setiumboðsmaðurin Eiðis kommunu til at gera eina fyriskipan um slíkt dálkandi virksemi, sum við jøvnum millumbilum verður eftirmett. (LUM 23/07506)

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum til høgru.

UM TÚ IVAST: Ein setiumboðsmaður tekur sær av einum ávísum máli, tá ið umboðsmaðurin er ógegnigur. Sambært § 14 stk. 3 í umboðsmanslógini er tað Formansskapurin í Løgtinginum, sum tekur støðu til, um umboðsmaðurin er ógegnigur.