2022

Eftirlitsvitjan á sambýlum hjá Almannaverkinum

Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjan á trimum sambýlum hjá Almannaverkinum, sum eru fyri fólk við sálarsjúku.

Endamálið við vitjanini á sambýlum fyri fólk við sálarsjúku var at kanna um fólk við sálarsjúku, sum búgva á sambýlum, verða virðiliga viðfarin, og teirra rættindi verða vird. Eisini varð kannað, hvussu samstarvið millum myndugleikarnar (Psykiatriska depilin og bústovnarnar fyri fólk við sálarsjúku), sum arbeiða við fólki við sálarsjúku, virkar.

Á vitjanunum legði umboðsmaðurin dent á at fáa lýst dagligdagin hjá búfólkunum, og vórðu í hesum sambandi umrødd hesi evni :

  • Sambond (relatiónir) 
  • arbeiði, undirvísing og frítíð
  • búfólkasamanseting
  • heilsuviðurskifti
  • valdsnýtsla og onnur inntriv

Umboðsmaðurin var á fráboðari eftirlitsvitjan á hesum sambýlum:

  • Sambýlið Eiðisgarður í Vági, 4. apríl 2022
  • Sambýlið á Húsadalsvegi í Sørvági, 2. mai 2022
  • Sambýlið á Traðarvegi í Sandavági, 4. mai 2022

Sambýlini eru vardir bústaðir skipaðir við heimild í § 32 í áður galdandi forsorgarlóg, nú § 46 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd.

Sambært § 46 í lógini um almannatrygd verður vardur bústaður, herundir sambýlispláss, veitt persóni, sum hevur týðandi likamligt ella sálarligt brek ella víðfevndar sosialar trupulleikar og hevur tørv á hjálp og stuðli til vanligt dagligt virksemi umframt møguliga røkt. Endamálið við vardum bústaði er at veita persóni eitt heim, har viðkomandi kann liva eitt sjálvstøðugt, støðugt, innihaldsríkt og virkið lív.

Áðrenn vitjanina á sambýlunum vórðu búfólk, við uppsløgum á sambýlunum, kunnaði um, at umboðsmaðurin kom á eftirlitsvitjan, og at tey, sum ynsktu tað, høvdu møguleika at tosa við umboðsmannin um viðurskiftini á stovninum ella um teirra privatu viðurskifti. 

Eftirlitsvitjaninar vóru skipaðar soleiðis:
Byrjað varð við einum fundi við leiðsluna fyri sambýlið og umboð fyri starvsfólkið. Eftir fundin varð víst runt í húsinum. Síðani tosaði umboðsmaðurin við tey búfólk og starvsfólk, sum høvdu biðið um samrøðu við umboðsmannin. At enda varð samrøða við leiðsluna fyri sambýlið, har tikið varð samanum dagin.

Umboðsmaðurin hevur gjørt frágreiðingar frá hesum trimum eftirlitsvitjanunum.  Frágreiðingar eru grundarlag undir teimum samandráttum, sum kunnu lesast í fylgiskjølunum 1-3,  har ið tikið verður samanum frá vitjanini á hvørjum einstakum sambýli, og hvørji tilmæli umboðsmaðurin hevur givið.

Almannaverkið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið og Psykiatriski depilinum hava fingið høvi at gera viðmerkingar til frágreiðingina. Nú frágreiðingin er liðug, er hon send nevndu myndugleikum, Sinnisbata og Løgtinginum. 

Viðmerkingar og tilmæli 
Í mun til evnini, sum vórðu umrødd á vitjanunum, havi eg samanumtikið hesar viðmerkingar:

Viðvíkjandi sambondum (relatiónir)
Vitjanirnar hava givið mær ta fatan, at sambýlini stuðla búfólkunum í at hava samband bæði við síni avvarðandi, vinir og onnur búfólk, men at tey eldru á sambýlum við tíðini gerast meira og meira einsamøll, tá familjan fellur frá. Eg havi í hesum sambandi yvirfyri Almannaverknum víst á, at tá persónar fáa boðið sambýlispláss, er umframt búfólkasamansetingina v.m. eisini neyðugt at taka atlit at fjarstøðuni millum sambýli og familjuna, so fjarstøðan ikki er orsøk til at sambandið við familjuna ikki kann røkjast.

Viðvíkjandi arbeiði, undirvísing og frítíð
Eg haldi meg kunna staðfesta, at starvsfólkini á sambýlunum leggja stóran dent á, at búfólkini eftir førimuni eru so virkin sum gjørligt bæði í mun til arbeiði, undirvísing og frítíð. Tað tykist tó samstundis, sum stórur aldursmunur á búfólkunum á onkrum av sambýlunum ger, at tað er avbjóðandi hjá sambýlinum at skipa fyri tiltøkum, sum flestu búfólkini kunnu vera felags um.

Viðvíkjandi búfólkasamanseting
Upplýsingarnar, ið eg havi fingið undir vitjanini, vísa, at búfólkasamansetingin er ein afturvendandi avbjóðing hjá sambýlunum, bæði tí tørvur er á fleiri búplássum, og tí búfólkini vegna ymiskan aldur og sjúku hava ymiskan tørv.  

Tey vitjaðu sambýlini eru sosialt námsfrøðilig tilboð og ikki røktartilboð. Hetta og at tørvur er á fleiri bútilboðum, kann føra til, at tilboðini, sum sambýlini kunnu veita til nøkur av búfólkunum við sálarligari sjúku, ikki eru nøktandi. Hetta ger seg serliga galdandi, tá røktartørvurin hjá eldru búfólkunum økist so munandi, at tað avmarkar tænastuna, sum sambýlið kann veita til hini búfólkini. Spurningurin er tá eisini, nær tænastan, sum veitt verður á sambýlinum, ikki longur samsvarar við endamálið á sambýlinum, men er á veg til at vera eitt røktartilboð.

Eg havi spurt Almannamálaráðið um hesi viðurskifti. Ráðið hevur svarað, at spurningurin um røktarheimspláss til eldri sálarsjúk, ið frammanundan hava sambýlispláss, er eitt øki, sum er umskarað millum land og kommunu. Sambært ráðnum er ætlanin at greina hetta økið nærri, so tað gerst greitt, um arbeiðast skal við eini skipan, har eldri við sálarsjúku, sum búgva á sambýlum hjá Almannaverkinum, skulu fáa røktarheimspláss á jøvnum føti við aðrar eldri borgarar í avvarðandi kommunu, ella um byggjast skulu búeindir til endamáli.

Viðvíkjandi heilsuviðurskiftum
Eg haldi meg kunna staðfesta, at starvsfólkini á sambýlunum eggja búfólkunum til at hugsa um sína heilsu, bæði tá kemur til kost og rørslu, men at tey samstundis virða sjálvsavgerðarrættin hjá einstaka búfólkinum. Búfólk, sum hava heilsutrupulleikar, fáa eisini ítøkiliga ráðgeving í mun til egna støðu.

Viðvíkjandi valdsnýtslu og øðrum inntrivum
Sambýlini hava reglugerðir og skipanir um fráboðan av valdnýtslu og harðskapi, og Almannaverkið hevur áhaldandi arbeitt við at kunna og útbúgva starvsfólk í at handfara tvístøður og harðskapsstøður. Hóast hetta kom undir vitjanunum fram, at starvsfólk eru í iva um, nær harðskapur – serliga sálarligur harðskapur – skal fráboðast. Eg havi tí mælt til, at Almannaverkið framhaldandi arbeiðir við at kunna og menna starvsfólkini á hesum øki.

Aðrar viðmerkingar

Fíggjarlig viðurskifti

Eg havi í frágreiðing míni mint Almannaverkið á, at tey eiga at kunnað búfólkini, sum eru yvir 67 ár, á møguleikan at søkja um lækkaða húsaleigu.

Bygningarnir
Viðvíkjandi Eiðisgarði havi eg í frágreiðing míni víst á, at tørvur var á ymiskum ábótum. Almannaverkið hevur nú fráboðað, at ein loysn er funnin, so Landsverk í næstum fer undir at fremja bráðfeingis ábøtur í bygninginum og seinni at gera aðrar bygningsábøtur. Viðvíkjandi sambýlinum á Húsadalsvegi í Sørvági havi eg víst á, at bygningurin tørvaði tillagingar, um so varð, at búfólk vóru við avmarkaðum flytiføri. Viðvíkjandi sambýlinum á Traðarvegi í Sandavági vísti leiðslan á, at tørvur var á smávegis ábótum, og havi eg mælt til, at øll búfólk hava egið vesi og bað. Eg eri seinni kunnað um, at Almannaverkið hevur sett gongd á at gera hesar ábøtur.

Myndugleikasamstarv
Eg havi á vitjanunum og í skrivi til Psykiatriska Depilin spurt,  hvussu samstarvið millum sambýlini og Psykiatriska Depilin virkar. Sambýlini og Psykiatriski Depilin lata væl at samstarvinum sínamillum. Frá sambýlunum var tó ynski um lættari atgongd til hjálp og vegleiðing eftir vanliga arbeiðstíð hjá kommunulæknum og økispsykiatriini. Psykiatriski depilin hevur í hesum sambandi víst til Læknavaktina 1870. Frá Heilsumálaráðnum eri eg kunnað um, at arbeitt verður við at førleikamenna starvsfólk á Psykiatriska depilinum til at røkja bráðfeingis sálarhjálp funktiónina, ið skal knýtast at Læknavaktini 1870, so persónar, sum hava bráðfeingis tørv á sálarhjálp, kunnu venda sær ella verða vístir til hesa funktión.

Greiðari reglur
Í frágreiðingini havi eg víst á, at í nøkrum førum eru fleiri ymiskar reglur galdandi fyri somu viðurskifti hjá sambýlunum og at hetta skapar ógreidleika. Almannamálaráðið hevur greitt frá, at farið verður undir at skipa hesar reglur betri, og at ávísar reglur við heimild í áðurgaldandi forsorgarlóg verða settar úr gildi.
(LUM 22/03832)

Hanna Vang
Løgtingsins umboðsmaður

​Fylgiskjølini kunnu takast niður í reyða kassanum.