2022

Ársfrágreiðing fyri 2021

Ársfrágreiðingin fyri 2021 er í dag handað Løgtinginum

Eg tók við sum umboðsmaður 1. apríl 2021, og hetta er sostatt fyrstu ferð, eg lati frá mær ársfrágreiðing.

Ársfrágreiðingin lýsir virksemið í farna ári, hvørjar klagur eru komnar inn, hvørji evni hava verið viðgjørd, hvussu klagurnar eru viðgjørdar, eins og tað eisini kunnu lesast greinar um viðkomandi fyrisitingarlig evnir.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 82 klagur. Av hesum 82 klagunum vóru 77 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Harumframt vóru avgreiddar 13 klagur frá undanfarnum árum.

Umframt tær ítøkiligu klagur, sum umboðsmaðurin fekk í 2021, byrjaði umboðsmaðurin 2 kanningar av egnum ávum, eins og hildið var áfram við eini triðju kanning, sum avgerð var tikin um at fara undir í 2020. Kanningarnar vórðu ikki lidnar við árslok og eru tí ikki við í hesi frágreiðing.

Av avgreiddu klagunum endaðu 17 við niðurstøðum í antin áliti ella skrivi. 63 klagur vóru avgreiddar við aðrari viðgerð enn niðurstøðu frá umboðsmanninum, meðan 10 klagur vóru avvístar uttan viðgerð.

Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo.

Tórshavn, tann 30. juni 2022

Hanna Vang, Løgtingsins umboðsmaður

Tak niður sum pdf