2021

Grein: Partshoyring

“Má tað haldast, at ein partur í einum máli ikki er kunnigur við, at myndugleikin hevur ávísar upplýsingar viðvíkjandi teim veruligu umstøðunum, kann avgerð ikki verða tikin, fyrr enn myndugleikin hevur gjørt partin kunnugan við upplýsingarnar, og hann hevur fingið høvi til at koma við einum ummæli. Hetta er tó bert galdandi, um upplýsingarnar ikki eru til fyrimuns fyri viðkomandi part, og hava stóran týdning fyri avgerðina í málinum. Myndugleikin kann áseta eina freist fyri, nær ummælið skal verða givið.” (§ 18, stk. 1 í fyrisitingarlógini)

Tá ein myndugleiki skal taka avgerð í einum máli, skulu partarnir í málinum sum oftast hava møguleika at koma við einum ummæli, áðrenn málið verður avgjørt.

Skyldan hjá myndugleikunum til av egnum ávum at hoyra partarnar í einum máli, er ikki bert ein rættur hjá borgarunum, men hevur eisini týdning fyri álitið á almennu fyrisitingina. Samstundis er partshoyring ein neyðugur og týðandi partur í málsupplýsingini hjá myndugleikunum.

Endamálið við partshoyring
§ 18, stk. 1, í fyrisitingarlógini ásetur høvðusreglurnar um partshoyring.

Endamálið við partshoyringini sambært § 18 í fyrisitingarlógini er at tryggja, at tann sum er partur í málinum:
- veit at málið er til,
- kennir tær faktisku upplýsingarnar og møguligar metingar frá uttanhýsis serfrøði, sum eru grundarlag fyri avgerðini, ið myndugleikin skal taka, og
- fær møguleika at gera viðmerkingar til faktiska grundarlagið í málinum og til metingar frá uttanhýsis serfrøði, áðrenn avgerðin verður tikin.

Fyri myndugleikan er partshoyring eisini ein trygd fyri, at hann hevur tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at taka eina lógliga og rætta avgerð.

Skyldan at partshoyra
Sambært fyrisitingarlógini § 18, stk. 1, hevur myndugleikin bert skyldu at partshoyringa í hesum førum:
- í málum, har myndugleikin skal taka avgerð í fyrisitingarrættarligum høpi,
- um talan er um part í málinum t.v.s. í mun til tann sum hevur eina beinleiðis, týðandi, serstakan og løgligan áhuga í málinum,
- í mun til avgerðina í málinum. Sum útgangsstøði er ikki skylda at partshoyra um málsviðgerðarstigini í málinum

Reglan í § 18, stk. 1, í fyrisitingarlógini ásetur, nær ein myndugleiki hevur skyldu at partshoyra. Fyrisitingarlógin er ein minimumslóg, og myndugleikin kann tí eisini fremja partshoyring í øðrum førum, har tað ikki er lógarkravt, men har tað eftir umstøðunum í málinum má haldast at vera hóskiligt.

Sambært góðum fyrisitingarsiði hevur ein myndugleiki skyldu at partshoyra í nøkrum  førum, sum ikki eru nevnd í § 18. Dømi um slíka víðkaða hoyringsskyldu er í málum um uppsøgn vegna samstarvstrupulleikar, og tá ein starvssettur verður mettur sum óskikkaður til starvið. Í slíkum førum skal myndugleikin ikki bara hoyra um faktiska grundarlagið í málinum, men eisini um metingina í málinum, t.v.s. um grundarlagið fyri ætlaðu avgerðini. Ein víðkað hoyringsskylda er eisini galdandi í málum, har ein myndugleiki skal avgera eina tvístøðu millum fleiri partar.

Eisini eru málsviðgerðarreglur í aðrari lóggávu, sum tryggja partinum at verða hoyrdur, áðrenn avgerð verður tikin. Sum dømi kunnu nevnast § 6 í lóg um Toll- og skattafyrisiting og kap. 4 í Tænastumannalógini um tænastumannaforhoyr.

Upplýsingar, sum myndugleikin skal partshoyra um
Tað eru ikki allar upplýsingar, sum ein myndugleiki hevur skyldu at partshoyra um sambært § 18, stk. 1. Hesar treytir skulu verða uppfyltar, áðrenn skyldan at partshoyra er galdandi:
- parturin skal ikki verður kunnugur við, at myndugleikin hevur ávísar upplýsingar,
- upplýsingarnar eru viðvíkjandi teimum faktisku umstøðunum,
- upplýsingarnar eru ikki til fyrimuns fyri viðkomandi part, og
- upplýsingarnar hava stóran týdning fyri avgerðina í málinum

Tað kann tó vera skylda at partshoyra, sjálvt um parturin er vitandi um ávísa upplýsingin. Hetta kann t.d. vera í málum, sum parturin sjálvur hevur tikið upp og myndugleikin hevur fingið upplýsingar til vega t.d. úr eini skrá /yvirliti ella á annan hátt. Hóast parturin hevur kunnleika til upplýsingarnar, kann tað vera, at hann ikki veit, at hesar verða tiknar sum partur í upplýsingini av málinum. Hann skal tí partshoyrast um hesar upplýsinginar.

Vanliga hevur myndugleikin ikki grundarlag fyri at halda, at ein partur hevur kunnleika til aðrar upplýsingar enn tær, sum parturin sjálvur hevur givið myndugleikanum, ella tað á onkran hátt er gjørt greitt fyri partinum, at aðrar upplýsingar eru í málinum. Tí hevur myndugleikin oftast skyldu at hoyra um nærum allar aðrar upplýsingar enn teir, ið parturin sjálvur hevur latið myndugleikanum. Sum dømi kann nevnast mál, har fleiri partar eru í einum máli. Har kann myndugleikin ikki bara ganga út frá, at partarnir kenna upplýsingarnar, herundir viðmerkingar frá hvør øðrum, og hevur myndugleikin tí skyldu at partshoyra um upplýsingarnar í slíkum førum.

Upplýsingarnar, sum myndugleikin hevur skyldu at hoyra um, eru um fakta í málinum, herundir eisini uttanhýsis serfrøðingametingar, um tær eru av slíkum slag, at tær eru við til lýsa próvgrundarlagið í málinum ella eru við til at geva greiðu á faktisku umstøðunum. Hetta kann tí eisini vera galdandi í førum, har upplýsingin inniheldur eina subjektiva meting, um hendan hevur týdning fyri tað fyrisitingarliga próvgrundarlagi sum t.d. meting frá einum sakkønum ella ein teknisk meting. Metingar frá starvsfólki myndugleikans eru tó ikki fevndar av hoyringsskylduni.

Tað er ikki skylda at hoyra um lógargrundarlagið í málinum. T.v.s. tað er ikki skylda at partshoyra um tulkingina av onkrari áseting, ella hvørjar fylgir ein tulking vil hava fyri málið. Ei heldur er skylda at partshoyra um einhvørja almenna løgfrøðiliga meting frá øðrum myndugleika um løgfrøðina í málinum ella um fyrisitingarliga siðvenju, sum kunnu hava týdning fyri málið.

Skyldan at partshoyra er treytað av, at upplýsingin ella metingin ikki er til fyrimuns fyri partin. Er ivi um, um ein upplýsing er ella ikki er til fyrimuns fyri partin, hevur myndugleikin skyldu at partshoyra um upplýsingina. Tað sama ger seg galdandi, um haldast má, at parturin kann hava fyrimun av at fáa høvi at koma við enn fleiri upplýsingum ella ískoytisviðmerkingum um grundarlagið í málinum.

Upplýsingarnar, sum myndugleikin hevur skyldu at partshoyra um, skulu vera av stórum týdningi fyri avgerðina í málinum. Avgerðandi í so máta er, hvat lógargrundarlag skal nýtast.

Í málinum LUM17/201100095 sum snúði seg um, at Taks hevði noktað einum borgara rentustuðul, hevði Taks umvegis telefon við borgarstjóran í kommununi innheintað upplýsingar um bústaðarstøðuna hjá borgaranum. Taks tók avgerð, uttan at partshoyra borgaran um hesar upplýsingar, sum høvdu stóran týdning fyri avgerðina í málinum. Umboðsmaðurin átalaði, at Taks ikki hevði partshoyrt um hesar upplýsingar, áðrenn avgerð varð tikin.

Partshoyring kann ofta vera viðvirkandi til, at málsviðgerðartíðin gerst long, og verður partshoyrt um allar upplýsingar, eisini teir av lítlum og ongum týdningi, kann hetta verða ein vansi fyri partin sjálvan, tí viðgerðin kann gerast óneyðuga langdrigin. At upplýsingin hevur stóran týdning, verður tí avmarkað til at fevna um tey føri, har tað er grundarlag fyri at halda, at parturin hevur ein áhuga í at verða hoyrdur, og har luttøka frá hansara síðu má haldast at kunna betra um grundarlagið, sum myndugleikin hevur at taka avgerð út frá.

Í § 18, stk. 2, í fyrisitingarlógini eru ásett nøkur føri, har myndugleikin ikki hevur skyldu at partshoyra. Talan er um hesi føri:

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi, um so er, at
1)   tað, soleiðis sum upplýsingarnar og málið er háttað, ikki kann metast at vera ivingarsamt, at taka avgerð í málinum á verandi grundarlag,
2)   frest fer at viðføra, at farið verður út um lógásetta freist fyri avgerð í málinum.
3)   áhugi partanna í, at avgerðin í málinum verður útsett, eigur at víkja fyri avgerandi umhugsni fyri pørtunum sjálvum, ella øðrum privatum áhugamálum, ið tala í móti eini tílíkari útsetan.
4)   parturin viðvíkjandi av varðandi spurningum ikki hevur rætt til skjalainnlit sambært reglunum í kapittul 4.
5)   ætlaða avgerðin fer at nema ein víðari óvissan skara av persónum, fyritøkum v.m., ella um framløga av upplýsingunum fyri partinum fer at geva stórar trupulleikar, ella
6)   tað við lóg eru gjørdar serstakar ásetingar, ið tryggja, at parturin fær høvi til at kunna seg um støðið fyri teirri ætlaðu avgerðini og til at geva ummæli í málinum, áðrenn avgerðin verður tikin.

Partshoyringin
§ 18, stk. 1, í fyrisitingarlógini ásetur ikki nøkur formkrøv fyri, hvussu ein partshoyring skal fremjast, ella nær hoyring skal gerast. Hetta velst alt um umstøðurnar í málinum. Tað avgerðandi er, at partshoyringin gevur partinum møguleika at gera viðmerkingar, rætta og koma við ískoytum til faktisku umstøðurnar í málinum.

Partshoyringin kann vera munnlig ella skrivlig. Hoyringin skal verða lagað til viðkomandi part í málinum. Tað mest vanligt er, at fremja skrivliga partshoyring, men er eitt nú talan um, at munnliga partshoyring má fremjast vegna tíðarfreist, so má myndugleikin tryggja sær, at parturin skilir upplýsingarnar, sum verða givnar honum munnliga. Er partshoyring skrivlig, skulu tey viðkomandi skjølini sendast partinum, ella eisini kann myndugleikin gera eina rætta og nøktandi málslýsing av teimum upplýsingum, sum myndugleikin hevur skyldu at partshoyra um. Málið í eini partshoyring eigur at verða tillagað ítøkuligu støðuna soleiðis, at tað er lætt hjá móttakaranum at skilja. Eisini ber til at fremja partshoyringar við at taka eina fyribils avgerð, har tær viðkomandi upplýsingarnar eru endurgivnar og viðgjørdar av myndugleikarnum. Myndugleikin skal á greiðan hátt upplýsa partin um, hvat hann skal fyrihalda seg til, og at talan er um eina hoyring, har parturin innan ávísa freist hevur møguleika at koma við viðmerkingum.

Nær í málsviðgerðini skal man partshoyra
Fyristingarlógini hevur ikki ásetingar um, nær í málsviðgerðini myndugleikin hevur skyldu at partshoyra. Hetta velst um umstøðurnar í málinum. Tað er tó givið, at partshoyring altíð skal verða framd soleiðis, at parturin fær høvi at gera viðmerkingar v.m., áðrenn myndugleikin tekur avgerð um málið.

Um tað ber til, er tað ein fyrimunur at gera eina samlaða hoyring av málinum, heldur enn áhaldandi at senda skjøl í einum máli til hoyring hjá partinum.

Myndugleikin kann áseta eina freist fyri, nær ummælið ella viðmerkingar frá partinum skulu gevast myndugleikanum. Freistin eigur at vera sett soleiðis, at parturin fær eina rímiliga tíð til at seta seg inn í upplýsingarnar og hugsa um, hvat er at gera. Biður parturin um longda freist, eigur umbønin so vítt gjørligt at verða eftirlíkað. Tað kunnu tó vera umstøður, har tað ikki ber til at leingja freistina. Í slíkum føri eigur myndugleikin at kunna partin um, at um viðmerkingar hansara ikki eru móttiknir innan ávísa freist, tekur myndugleikin avgerð, tá freistin er farin.

Manglandi partshoyring
Manglandi partshoyring kann í ringasta føri føra til, at myndugleikin tekur eina skeiva avgerð, tí hann ikki hevði allar týðandi upplýsingar í málinum, tá avgerðin varð tikin.

Kravið um partshoyring er ein sonevnd garantiregla, og manglandi partshoyring viðførir tí í útgangstøðinum, at avgerðin verður ógildað, uttan so at myndugleikin kann prógva, at manglandi partshoyringin ikki hevði nakra týdning fyri avgerðina í tí ítøkiliga førinum.

Manglandi partshoyring førir oftani til kærur, har úrslitið oftast er, at avgerðin verður ógildað, og at myndugleikin tískil má taka málið til nýggja viðgerð. Hetta eru viðurskifti sum gera, at málsviðgerðin í einum máli kann gerast sera drúgv og krevja nógva starvsfólkaorku. Myndugleikar eiga tí í einum avgerðarmáli at taka atlit til reglurnar um partshoyring.

Dømi um LUM mál sum viðgera spurningin um partshoyring : LUM 20/00021 Lendiskærunevndin, byggimál, grannahoyring og partshoyring – LUM18/00044 Tórshavnar kommuna, uppsøgn vegna samstarvstrupulleikar - LUM 14/00045 Fiskimálaráðið,  sýtt loyvi at fiska makrel - LUM17/201100095 Taks, sýtt rentustuðul – LUM 10/201100099 Tórshavnar kommuna, broytt lønaráseting, starvsaldur– - LUM 200700013 barnsburðarfarloyvi, avgerð hjá Javnstøðunevndini - LUM 200500042 Vinnumálaráðið, innlutningsloyvi til hund – LUM 200300031 Mentamálaráðið, flyting í annað starv.

Tak niður sum pdf