2020

Grein 20 í Barnarættindasáttmálanum – Barnsins rættur til umsorgan í fosturheimi og á stovni

“Eitt barn, sum fyribils ella støðugt ikki fær verið heima saman við næstingum sínum ella, av tí at tað er best fyri barnið sjálvt, ikki fær loyvi at verða verandi heima, hevur rætt til serliga vernd og stuðul frá landsins myndugleikum”. (Grein 20, stk. 1 í Barnarættindasáttmálanum).

Sambært grein 20, stk. 1 og 2 í Barnarættindasáttmálanum hevur landið ábyrgd av at veita børnum, sum ikki fáa verið í sínum natúrliga familjuumhvørvi, serliga vernd og stuðul og tryggja teimum aðra umsorgan. Millum hesi børn eru tey børn, sum myndugleikarnir yvirtaka umsorganina fyri. Orðingin “rætt til serliga vernd og stuðul” verður í mannarættindahøpi brúkt um serliga viðbreknar bólkar. Rættindini verða roknað sum sterk rættindi, t.v.s. at landið hevur ábyrgdina av, at ásetingin verður fylgd. Landið hevur skyldu til at geva hesum børnum vernd og stuðul út yvir tað, sum børn vanliga hava tørv á. Verndin og stuðulin skulu laga seg eftir, at børnini eru uttan umsorgan frá foreldrunum og eru serliga viðbrekin.

Sambært grein 20, stk. 3 kann tað at tryggja barninum aðra umsorgan vera, at seta barnið til fosturs ella um neyðugt at seta barnið á hóskandi stovn fyri børn. Barnarættindasáttmálin staðfestir sostatt, at fosturheim eigur at verða tikin fram um ein stovn. Barnið eigur bara at verða sett á stovn, um tað er neyðugt, og stovnurin skal hava førleika at geva barninum umsorgan. Tá fosturheim verður valt til barnið, skal hóskandi fyrilit takast fyri samanhangi í uppvøkstrinum hjá barninum og fyri tjóðfrøðiliga, átrúnaðarliga, mentanarliga og málsliga bakstøðinum hjá barninum. Talan er um hóskandi fyrilit og ikki treytaleys krøv. Einki klárt svar er uppá, hvussu nógv barnaverndartænastan skal gera, fyri at fáa hetta at ganga upp.

Aðrar ásetingar, sum eru tætt knýttar at grein 20
Aðrar ásetingar í Barnarættindasáttmálanum, sum hava tætt tilknýti til grein 20, eru greinarnar 3, 6, 12, 25 og 39.

Grein 6 - barnið hevur rætt til at mennast
Grein 6 er ein av teimum fýra meginreglunum í Barnarættindasáttmálanum. Hon ásetur, at øll børn hava ein natúrligan rætt til lívið, og at landið í størstan møguligan mun skal tryggja, at barnið livir og mennist. Rætturin til umsorgan í grein 20 er ein fortreyt fyri rættinum hjá barninum at mennast væl, bæði kropsliga, sálarliga, andliga, moralskt og sosialt.

Grein 3 - barnsins besta, trivnaður hjá barninum og krøv til stovnar
Rætturin til umsorgan í grein 20 knýtir seg eisini til eina aðra meginreglu í Barnarættindasáttmálanum, nevniliga grein 3, stk. 1. Har er ásett, at barnsins tørvur skal setast fremst í øllum tiltøkum viðvíkjandi børnum. Rætturin til umsorgan er ein grundleggjandi treyt fyri at røkja atliti at barnsins tørvi. At barnið hevur rætt til serliga vernd og stuðul merkir, at metast skal um, hvat einstaka barninum tørvar.

Sambært grein 3, stk. 2 skal landið tryggja barninum ta vernd og umsorgan, sum er neyðug fyri barnsins trivnað við fyriliti fyri teimum rættindum og skyldum, sum galda fyri foreldur ella verja barnsins ella onnur, ið hava løgfrøðiliga ábyrgd av barninum, og skulu við tí í huga seta í verk øll hóskandi lóggávulig og fyrisitingarlig tiltøk. Hetta merkir, at tað fyrst og fremst eru foreldrini, sum hava ábygd av at geva barninum umsorgan. Ábyrgdin hjá landinum kemur í øðrum lagi, men landið hevur skyldu til at fyribyrgja, at barnið er fyri harðskapi, ágangi og umsorganarsvíki annars í heiminum. Barnið hevur rætt til ta vernd og umsorgan, sum er neyðug fyri trivnaðin hjá barninum, bæði áðrenn myndugleikarnir yvirtaka umsorganina fyri barninum og aftaná. Málið fyri umsorganini er trivnaðurin hjá barninum, antin umsorganin verður givin í fosturheimi ella á stovni.

Sambært grein 3, stk. 3 skal landið tryggja, at stovnar og tænastur, sum hava ábyrgd av umsorgan ella vernd av barninum, fylgja teimum aðalkrøvum, sum eru sett, serliga við atliti at trygd, heilsu, tal av starvsfólki og førleika hjá starvsfólkunum. Skikkað eftirlit skal vera við hesum. Fyritreytin er sostatt, at aðalkrøv eru sett stovnum og tænastum, og at aðalkrøvini verða tryggja við eftirliti. Viðmerkjast skal, at børn hava tørv á góðum skipanum, har tey kunnu siga frá, um eitthvørt er galið.

ST hevur gjørt leiðreglur fyri stovnar, har t.d. børn, sum myndugleikin hevur yvirtikið umsorganina fyri, búgva (ST-samtykt 64/142. Guidelines for the Alternative Care of Children, 2010). Í leiðreglunum stendur, at stovnarnir eiga at vera smáir og skipaðir við fokus á rættindi og tørvin hjá barninum. Umhvørvið eigur at líkjast mest møguligt støðuni hjá eini familju ella einum lítlum bólki (pkt. 123). Landið skal tryggja, at stovnarnir hava nóg mikið av umsorganarpersónum, soleiðis at hvørt einstakt barn kann fáa framhaldsviðgerð og møguleika til at knýta seg til ein ávísan umsorganarpersón. Umsorganarpersónarnir eiga á fullgóðan hátt at fremja mið og endamál við umsorganararbeiðinum og tryggja barnsins tørv fyri vernd (pkt. 126).

Grein 12 - barnið hevur rætt til at verða hoyrt
Eisini meginreglan í grein 12 er tætt knýtt at grein 20. Í grein 12, stk. 1 er ásett, at eitt barn, sum er ført fyri at orða síni egnu sjónarmið, hevur rætt til frítt at greiða frá sínum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum hava samband við barnið. Dentur skal leggjast á barnsins sjónarmið í samsvari við aldurin á barninum, og hvussu búgvið tað er.

Hendan meginreglan hevur m.a. týdning í sambandi við avgerðina um, hvar barnið skal búgva. Barnið hevur rætt til at verða hoyrt, áðrenn avgerð verður tikin um, hvørt barnið skal búgva í fosturheimi ella á stovni. Avgerðin skal takast eftir eini heildarmeting av barnsins tørvi, sambært grein 3, stk. 1. Stórt atlit skal takast at barnsins sjónarmiði, í hvussu er um talan er um eitt stórt ella búgvi barn. Útgangsstøðið er sum nevnt, at barnið helst ikki skal á stovn at búgva, men hetta kann vera neyðugt, bæði út frá tørvinum hjá barninum, men møguliga eisini eftir ynski frá barninum. Barnið og fosturheimið eiga at hóska saman, og foreldrini at barninum eiga at verða við til at velja fosturheimið.

Grein 25 – barnsins rættur til regluliga meting av setanini
Sambært grein 25 viðurkennir landið rættin hjá einum barni, sum er sett heiman, at fáa røkt, vernd ella viðgerð fyri at bøta um kropsligu ella sálarligu heilsuna, og við millumbilum at fáa eina meting av tí viðgerð, sum tað fær, og øllum øðrum umstøðum viðvíkjandi tí, at tað er sett heiman.

Sambært leiðbeiningini frá ST (ST-samtykt 64/142) hevur barnið, um møguligt minst triðja hvønn mánað, rætt til regluliga og gjølla meting av, um umsorganin og viðgerðin, sum tað fær, er hóskandi. Metingin skal serliga taka atlit at barnsins persónligu menning, møguligum broytingum í barnsins tørvi, um familjuumhvørvið hjá barninum er ment, og hvussu relevant og neyðug núverandi setan av barninum er í mun til nevndu viðurskifti. Metingin skal gerast av skikkaðum og góðkendum persónum og skal fevna um barnið og allir viðkomandi persónar í lívinum hjá barninum (pkt. 67).

Art. 39 – barnsins rættur til endurmenning
Sambært grein 39 skal landið seta øll hóskandi tiltøk í verk fyri at skunda undir, at børn, sum m.a. hava verið fyri vanrøkt, úrnýtslu ella misnýtslu, píning ella á annan hátt hava verið fyri harðrendari, ómenniskjansligari ella niðrandi viðferð fáa kropsliga og sálarliga heilsubót og koma fyri seg aftur. Endurmenningin skal fara fram í einum umhvørvi, sum stimbrar barnsins heilsu, sjálvsvirðing og virðileika. Eitt barn, sum er sett heiman, hevur rætt til serliga vernd og stuðul frá landinum, sambært grein 20. Landið skal tí syrgja fyri at endurmenna barnið.

Umframt omanfyri nevndu rættindi hava børn, sum búgva í fosturfamilju ella á stovni, øll onnur rættindi, sum øll børn hava til heilsu, útbúgving, vernd móti harðskapi v.m. eftir Barnarættindasáttmálanum.

Samanumtikið
Barnarættindasáttmálin gevur einum barni, sum myndugleikin hevur yvirtikið umsorganina fyri, og sum býr í fosturheimi ella á stovni, týdningarmikil rættindi. Barnið hevur rætt til umsorgan og rætt til at menna seg væl við útgangsstøði í tørvinum hjá barninum. Barnið skal hoyrast í øllum viðurskiftum, sum hevur við tað at gera, og hevur rætt til at verða vart móti øllum slagi av harðskapi og ágangi. Setan av barninum í fosturheim skal taka atlit at mentan og framhaldi í uppalingini av barninum, men tá alt kemur til alt, skal barnsins tørvur setast fremst. Viðurskiftini skulu leggjast soleiðis til rættis, at barnið fær ta umsorgan, sum er neyðug, fyri at tað trívist og mennist, antin tað verður sett í fosturheim ella á stovn. Góðar skipanir mugu vera fyri eftirlit við hesum, m.a. skipanir har børn hava møguleika fyri at siga frá. Børn skulu hoyrast bæði í sambandi við val av fosturheimi og stovni og eisini aftaná.

Eftirlitsvitjan á deildum hjá Trivnaðareind 10 hjá Almannaverkinum
Umboðsmaðurin hevur verið á eftirlitsvitjanum á deildum hjá Trivnaðareind 10 hjá Almannaverkinum. Á deildunum búgva børn, sum myndugleikin hevur yvirtikið umsorganina fyri. Í frágreiðingini frá vitjanunum vísti umboðsmaðurin á fleiri viðurskifti, sum kundu betra umstøðurnar hjá børnunum og tryggja teimum serliga vernd og stuðul. 

Umboðsmaðurin vísti m.a. á, at fleiri av børnunum høvdu brúk fyri viðgerð frá sálarfrøðingi. Hann mælti til, at fastur sálarfrøðingur varð settur í Trivnaðareind 10, so børnini kundu hava dagligt samskifti við sálarfrøðingin og kenna seg trygg við hann. Við hesum øktist líkindini fyri, at viðgerðirnar av børnunum eydnaðust.

Undir eftirlitsvitjanunum kom fram, at ósemja javnan stakk seg upp millum stovnin og barnaverndartænastuna um, hvør skuldi gjalda fyri ymiskar tænastur til børnini, so sum sálarfrøðiliga hjálp og frítíðarvirksemi hjá børnunum. Umboðsmaðurin vísti á, at børnini høvdu rætt til neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, soleiðis at tey kundu mennast. Hann mælti til, at greiða sum skjótast fekst á, hvørjar útreiðslur vóru fevndar av heildartilboðnum hjá Trivnaðareind 10, og hvørjar útreiðslur kommunurnar skuldu gjalda harumframt.

Í sambandi við eftirlitsvitjanirnar kom fram, at nógvur harðskapur var á deildunum hjá Trivnaðareind 10, men at ikki allur harðskapur ella valdsnýtsla varð fráboðað. Umboðsmaðurin vísti á, at tað var týdningarmikið, bæði fyri rættartrygdina hjá børnum og starvsfólkum, at allur harðskapur og øll valdsnýtsla varð skjalfest og fráboðað, soleiðis at staðfestast kundi, hvussu støðan var hesum viðvíkjandi. Hetta kundi møguliga eisini fyribyrgja óhepnari atferð hjá børnunum, sum elvdi til harðskap og hóttanir, soleiðis at harðskapurin minkaði ella hvarv. Umboðsmaðurin mælti til, at stovnurin fekk ein harðskapspolitikk, soleiðis at starvsfólkini vórðu tilvitað um, hvussu tey fyribyrgdu harðskapi, og leiðslan varð tilvitað um, hvussu hon hjálpti starvsfólkum og børnum aftaná harðskapstilburðir.

Umboðsmaðurin vísti á rættin hjá børnum til útbúgving. Ein líkinda skúlagongd var grundarlagið fyri, at barnið fekk eina útbúgving og kundi standa á egnum beinum sum vaksin. Umboðsmaðurin mælti til, at ein ítøkilig meting varð gjørd av, um skúlatilboðið hjá hvørjum einstøkum barni var nøktandi.

Umboðsmaðurin vísti eisini á, at rættindini hjá børnum at verða hoyrd t.d. í sambandi við val av egnum kontaktpersónum og í sambandi við fráboðanir um harðskap og valdsnýtslu.

Hølisviðurskiftini hjá Trivnaðareind 10 viðførdu nógvar flytingar, og hetta tók orku frá starvsfólkunum og skapti ótryggleika hjá børnunum. Samansetingin av børnum á teimum ymisku deildunum var tilvildarlig og uttan mun til sjúkuavgerðir, ella hvussu børnini annars hóskaðu at búgva saman. Hetta var óheppið, tí tað førdi til samanbrestir og harðskap.
Umboðsmaðurin vísti á, at bæði børn og starvsfólk høvdu tørv á støðugleika fyri at kenna seg trygg og kunna virka til fulnar í gerandisdegnum. Ein av fortreytunum fyri, at viðgerðirnar av børnunum skuldu eydnast, og at tey mentust, var, at karmarnir vóru í lagi. Børnini áttu at búgva á tí deild, sum hóskaði best til teirra tørv, soleiðis at uppihaldið á stovninum gjørdist støðugt og væleydnað. Sum meginregla áttu børn við ymiskum sjúkuavgerðum ikki at búgva saman. Umboðsmaðurin metti, at stórur tørvur var á einum nútíðarhóskandi barnaheimi, har børnini kundu fáa tær umstøður og ta viðgerð, umsorgan og tann stuðul, tey høvdu tørv á og rætt til eftir m.a. Barnarættindasáttmálanum.