2018

Grein: Grundgeving

”Eg søkti leysa starvið og fekk noktandi svar. Svarið, sum eg fekk, innihelt onga grundgeving, og heldur ikki var sagt nakað um, hvør ið settur var. Eg ringdi sama dag til borgarstjóran og bað um eina grundgeving”

Umsøkjarin hevði onga skrivliga grundgeving fingið fyri, hví hon ikki fekk starvið, hon hevði søkt. Borgarstjórin umbar seg við, at hann ikki var greiður yvir, at tað var eitt krav at geva eina skrivliga grundgeving, men at hann hevði grundgivið munnliga fyri avgerðini. Kommunan grundgav avgerðina við, at kommunustýrið metti, at tann, sum var sett í starvið, var tann rætta, og at hon hevði kvalifiseraðar førleikar. Hesa grundgeving metti umboðsmaðurin ikki lúka treytirnar í § 23 í fyrisitingarlógini. Sambært hesari áseting skal grundgevingin geva eina frág­reiðing um, hví avgerðin fekk ta innihald, hon fekk, og hví mett var, at førleikin hjá tí, ið sett var í starvið, svaraði betur til settu krøvini, enn førleikin hjá tí, ið ikki var sett – eitt nú viðvíkj­andi útbúgving, starvsroyndum, persónligum eginleikum o.s.fr. (LUM 14/00038)”

Endamál
Ein avgerð skal, tá hon verður fráboðað skrivliga, hava eina grundgeving, uttan so, at avgerðin til fulnar gongur partinum á møti. Hetta framgongur av § 21 í fyrisitingarlógini. Grundgevingin skal verða givin partinum samstundis, sum avgerðin verður fráboðað honum.

Grundgeving fyri eini avgerð skal hjálpa einum borgara betur at skilja eina avgerð og góðtaka hana. Henda skal tryggja, at móttakarin hevur møguleika fyri at kanna, um avgerðin er røtt, at grundarlagið fyri avgerðini er sakligt, og at málið er nøktandi upplýst, áðrenn avgerð verður tikin.

Ein grundgeving gevur harumframt móttakaranum eitt grundarlag fyri at taka støðu til, um avgerðin skal kærast til eina kærunevnd ella skal klagast til umboðsmannin.

Innihald
Grundgevingin skal hava eina tilvísing til tær rættarreglur, sum avgerðin er grundað á. Av­gerð­in skal í tann mun, tað er neyðugt, hava eina stutta frágreiðing um tær veruligu umstøður, sum avgerðin byggir á. Í teimum førum avgerðin byggir á eina fyrisitingarliga meting, skulu tey atlit, sum avgerðin byggir á, síggjast aftur í grundgevingini.  

Skrivligar og munnligar avgerðir
Tað er onki krav í fyrisitingarlógini um, at ein avgerð skal fráboðast skrivliga, men sambært § 22, stk. 1, kann hann, sum munnliga hevur fingið boð um eina avgerð, krevja at fáa skrivliga grundgeving fyri avgerðina.

Avgerðir, sum mugu metast at vera tyngjandi fyri móttakaran, eiga eftir góðum fyrisitingarsiði at verða fráboðaðar skrivliga, soleiðis at móttakarin fær betri grundarlag fyri at taka støðu til, um hann skal góðtaka avgerðina ella kæra hana til ein kærumyndugleika.

Í klagu um eina munnliga avgerð hevði klagarin, hóast hann hevur biðið um hetta, onga grund­geving fingið fyri avgerðini um at nokta honum fylgjara til sjúkraviðgerð uttanlands. Umboðs­maðurin metti, at avgerð, um at nokta umsókn um fylgjara, er ein byrða hjá móttakaranum, tí hesin er í einari viðkvæmari støðu vegna sjúku. Umboðsmaðurin metti tí, at sambært góðum fyrisitingarsiði átti myndugleikin at givið umsøkjara skrivliga grundaða avgerð í teimum før­um, har umsókn um fylgjara til sjúkraviðgerð ikki verður gingin á møti. (LUM 14/0007)

Partvíst noktað avgerð
Kravið um grundgeving, er bert galdandi, um ein avgerð ikki gevur einum parti fult viðhald. Um ein partur bert partvíst fær viðhald skal myndugleikin grundgeva fyri hesum partinum av av­gerðini.

Eftir umbøn fekk ein journalistur innlit í skjøl og skjalayvirlit í einum máli hjá Mentamála­ráðnum. Í svarinum frá Mentamálaráðnum kundi ein fáa ta fatan, at Mentamálaráðið hevði sent journalistinum øll skjølini í málinum. Í málinum lá tó eisini eitt skjalayvirlit, har tað út fyri nøkur av skjølunum var sett eitt minustekn, og hetta kundi bent á, at journalisturin ikki hevði fingið innlit í øll skjølini í málinum. Umboðsmaðurin gjørdi vart við, at eitt innlitsmál er eitt vanligt fyrisitingarligt mál, og at Mentamálaráðið hevði tískil skyldu til at greiða journa­listinum frá, um hann fekk innlit í øll skjølini ella ikki. Fekk journalisturin ikki innlit í øll skjølini, var talan um, at Mentamálaráðið partvís sýtti umbønini, og í einum slíkum føri hevði Mentamálaráðið sambært §§ 21 – 23 í fyrisitingarlógini skyldu til at greiða frá, hvørji skjøl, innlit ikki varð givið í, og hvør grundgevingin var fyri hesum. (LUM 15/00060)

Neyvari grundgeving
Tað kann serliga í setanarmálum vera trupult at grundgeva fyri, hví ein ávísur umsøkjari ikki hevur fingið starv. Í slíkum førum eigur at verða víst serligt fyrilit, tí ein óheppin orðað grund­geving kann gerast steinur oman á byrðu hjá tí umsøkjara, sum ikki fært starvið. Hinvegin krevur lógin, at ein grundgeving verður givin teimum umsøkjarum, sum fáa skrivliga fráboðan um, at teir ikki hava fingið starvið. Hevur umsøkjari verið til samrøðu, eigur hesin, um hann ynskir hetta, at fáa eina neyvari frágreiðing um, hví hann ikki fekk starvið.

Í klagu um vantandi starvssetan av landsverkfrøðingi segði umboðsmaðurin, at klagarin, sum hevði virkað á stovninum í 23 ár, harav 10 ár sum leiðari, átti at fingið eina sera gjølliga frágreiðing, og eina neyva grundgeving fyri, at hann ikki skuldi setast í tað starv, sum hann var sagdur úr við teirri grundgeving, at starvið skuldi leggjast niður. (LUM 200200005)

Kann ikki víkja frá lógarásetta kravinum
Ein myndugleiki ikki kann víkja frá lógarásetta kravinum um grundgeving, uttan at heimild er fyri hesum.

Í klagu um stuðul til mvg, hevði klagarin onga fráboðan fingið um avgerðina. Hann fekk sostatt heldur ikki grundgeving og kæruvegleiðing viðvíkjandi avgerðini. Í svarskrivi greiddi TAKS frá, at um munurin var undir kr. 300,00, var ikki skrivað út til umsøkjararnar. Hetta varð gjørt fyri at TAKS ikki skal drukna í umsiting, tí tað ógvuliga oftani var munur á tí, ið søkt varð um og tað, sum varð útgoldið. Til hetta segði umboðsmaðurin, at ein myndugleiki ikki kann víkja frá lógarásettum krøvum, uttan at heimild var fyri hesum. Sambært fyrisitingarlógini skal ein avgerð, ið ikki til fulnar gongur partinum á møti, hava grundgeving. Siðvenjan hjá TAKS við bert at senda avgerðarskriv, tá ið munurin er yvir 300,- kr., var tí ikki í tráð við fyrisitingar­lógina § 21. (LUM 200900065)

Grundgevingin skal vera nøktandi
Grundgevingin skal vera nøktandi og rættvísandi og skrivað á slíkan hátt, at hon ikki kann misskiljast.

Í einari klagu um ikki at seta nakran í eitt lýst starv, var grundgevingin, “at førleikarnir, sam­bært fyriliggjandi upplýsingum, ikki vóru hóskandi til krøvini/ynskini, ið sett vóru til starvið”. Tá umboðsmaðurin kannaði málið, vísti tað seg, at avgerðin í ítøkiliga málinum var grundað á upplýsingarnar frá øðrum arbeiðsgevara um, at klagarin skuldi ”arbeiða seint”. Umboðs­maðurin helt, at hetta átti at framgingið beinleiðis av skrivinum til umsøkjaran, og ikki at verið krógvað í almennum vendingum. (LUM 200500069)

Grundgevingin skal vera røtt
Ein grundgeving skal vera røtt á tann hátt, at hon sakliga skal viðgera tey viðurskifti og met­ingar, sum veruliga hava verið grundarlag undir avgerðini. Um myndugleikin hevur tikið av­gerð grundað á skeiva fatan av teimum veruligu umstøðunum, skal hetta síggjast aftur í avgerð­ini. Grundgevingin skal tí vísa tey atlit, sum myndugleikin veruliga hevur lagt dent á, og mynd­ug­leikin eigur ikki í grundgevingini at vísa til atlit, sum ongan týdning hava havt fyri avgerðina.

Í klagu um starvssetan gav umboðsmaðurin eini kommunu eina álvarliga átalu fyri grund­gev­ingina fyri ikki at bjóða klagaranum til setanarsamrøðu. Umboðsmaðurin metti, at klagarin var einasti av umsøkjarunum sum leyk útbúgvingarkrøvini í starvslýsingin. Í skrivinum til klag­ar­an um, hví hann ikki hevði fingið starvið varð sagt, at tann setti hevði nøktandi fakligar førleikar og serliga viðkomandi starvsroyndir. Einki var sagt um, hvørjar ítøkiligar førleikar talan var um, og á hvønn hátt førleikarnir og starvsroyndir hjá tí setta vóru betri egnaðar til starvið enn tær hjá klagaranum. Í einari eftirfylgjandi frágreiðing førdi kommunan m.a. fram, at orsøkin til, at klagarin ikki var boðin til samrøðu var, at setanarbólkurin hevði fatanina av, at klagarin ikki dugdi føroyskt. Av tí at setanarbólkurin ikki hevði havt setanarsamrøðu við klagaran, hevði setanarbólkurin einki prógv fyri, at klagarin ikki dugdi nóg væl føroyskt. Tað var tí ikki sakligt, eftirfylgjandi og uttan prógv, at vísa til, at setanarbólkurin hevði fatanina av, at klagarin ikki dugdi nóg væl føroyskt. (LUM 200700016)

Bert partar í málinum
Tað eru bert partar í einum máli, sum kunnu krevja at fáa eina grundgeving. Í einari klagu frá Maskinmeistarafelagnum staðfesti umboðsmaðurin, at felagið ikki hevði krav um grundgeving fyri avgerðini, tí hetta bert er galdandi mótvegis pørtunum í einum máli. Við tað at Maskin­meistarafelagið ikki er at meta sum partur í málunum, hevði tað ikki nakað krav uppá grund­geving. (LUM 200400077)

Avleiðing
Kravið um grundgeving tvingar myndugleikan at vera neyvur við sínum kanningum og met­ingum, áðrenn avgerð verður tikin.

Vantandi grundgeving fyri ein fyrisitingarlig avgerð kann í ávísum førum hava við sær, at avgerðin er ógildig. Í áðurnevnda máli um setan av landsverkfrøðingi var niðurstøðan hjá umboðsmann­inum, at hóast vantandi grundgevingin var eitt so álvarsligt brek, sum í ávísum førum kann føra við sær, at avgerðin er ógildig, so helt umboðsmaðurin ikki, at hetta gjørdi seg galdandi í hesum málinum, tí onki grundarlag var fyri at halda, at tann setti ikki var tann besti maðurin til starvið. Avgerðin um at seta hann í starvið kundi tí ikki metast at hava verið ógildig.

Umboðsmaðurin hevur higartil ongantíð víst á, at vantandi grundgeving hevur verið eitt so álvarsligt brek, at avgerðin átti at verðið ógildað.

Ásetingarnar um grundgeving eru at finna í kapitli 6 í løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg/om forvaltning og eru soljóðandi:

“§ 21. Tá ein avgerð verður fráboðað skrivliga, skal hon hava grundgeving uttan so, at avgerðin til fulnar gongur partinum á møti.

§ 22. Hann, sum munnliga hevur fingið boð um eina avgerð, kann krevja at fáa eina skrivliga grundgeving fyri avgerðini, uttan so, at avgerðin til fulnar gongur viðkomandi parti á møti. Áheitan um hetta skal verða latin myndugleikanum innan 14 dagar eftir, at parturin hevur fingið boð um avgerðina.
  Stk. 2. Ein áheitan um skrivliga grundgeving sambært stk. 1, skal verða svarað skjótast gjørligt. Um áheitanin ikki er svarað innan 14 dagar eftir, at myndugleikin hevur    fingið áheitanina, skal hesin geva partinum boð um orsøkina til hetta og nær áheitanin væntandi fer at verða svarað.

§ 23. Ein grundgeving fyri eini avgerð, skal hava eina tilvísing til tær rættarreglur, sum avgerðin er grundað á. Í tann mun, avgerðin eftir hesum reglum hvílir á eini fyrisitingarligari meting, skal grundgevingin eisini tilskila tey høvuðsfyrilit, ið hava verið avgerandi fyri útinningina av metingini. 
  Stk. 2. Grundgevingin skal eisini um neyðugt hava eina stutta frágreiðing viðvíkjandi teimum veruligu umstøðunum, sum hava havt stóran týdning fyri avgerðina.
  Stk. 3. Grundgevingin kann verða avmarkað í tann mun áhugi partanna í at kunna nýta kunnleika til hesa til røkjan av sínum tørvi má metast at eiga at víkja fyri             avgerandi umhugsni fyri honum sjálvum ella øðrum privatum ella almennum áhugamálum, jbr § 15.”

Tak niður sum pdf