2017

Grein: At betra um lógir og fyriskipanir

“§ 12. Rakar umboðsmaðurin við lýti í galdandi lógum, fyriskipanum ella umsitingarligum avgerðum, skal umboðsmaðurin boða Løgtingi og viðkomandi landsstýrismanni frá hesum. Er talan um viðurskifti, ið viðvíkja kommunalari ella interkommunalari umsiting, skal umboðsmaðurin eisini boða viðkomandi kommunustýri frá.”

Tá umboðsmaðurin er liðugur við sínar kanningar í einum klagumáli, ger hann niðurstøðu og boðar klagara og viðkomandi myndugleika frá niðurstøðuni. Metir umboðsmaðurin, at álvarsligt mistak ella vansketni er framt av umsitingini, skal hann sambært § 10 í umboðsmanslógini boða formansskapi Løgtingsins, løgmanni og viðkomandi landsstýrismanni og/ella kommunustýri frá hesum.

Um umboðsmaðurin í samband við klagumál, kanningar ella mál, sum eru tikin upp av egnum ávum, metir, at manglar ella ógreiðleikar eru í galdandi lógum ella fyriskipanum ella í umsitingini av hesum lógum, skal umboðsmaðurin sambært grein 12 í umboðsmanslógini boða viðkomandi landsstýrismanni og Løgtinginum frá hesum, og viðkomandi kommunustýri, um talan er um kommunal ella interkommunal viðurskifti.

Endamálið við hesi eftirlitsuppgávu hjá umboðsmanninum er, at umboðsmaðurin skal kunna vísa á viðurskifti í lógum ella fyriskipanum, sum út frá einum rættartrygdarsjónarmiði eru ivasom. Umboðsmaðurin kann vísa á lógartekniskar og umsitingarligar manglar so sum tekstur, sum er ógreiður, og ásetingar, sum eru í mótsøgn ella í ósamsvari við aðrar ásetingar. Umboðsmaðurin kann somuleiðis vísa á, at tørvur er á at betra um ella gera málsviðgerðina og mannagongdirnar einfaldari á einum lógarøki. Í hesi eftirlitsuppgávu liggur tó ikki, at umboðsmaðurin skal gera politiskt merktar metingar av viðtiknum lógum og fyriskipanum.

Niðanfyri eru nøkur dømi um, nær umboðsmaðurin hevur mett, at talan var um ógreiðu ella um lýti í eini lóg ella fyriskipan, og at avvarðandi landsstýrismaður hevur framt tær ábøtur, sum mælt varð til.

Eftirlønarlógin og kunngerðin um undantak frá eftirlønarlógini (LUM 15/00119)
Klagan snúði seg um ein borgara, sum búði í Føroyum, men arbeiddi í Noregi fyri danskan arbeiðsgevara. Í samband við starvið hevði hann eftirlønaravtalu í PFA og rindaði eisini lógarásett gjald til Folketrygd í Noregi. Taks vildi ikki játta honum frítøku fyri at rinda eftirløn sambært Eftirlønarlógini, og Fíggjarmálaráðið staðfesti avgerðina hjá Taks.  Í mun til PFA-eftirlønaravtaluna vísti umboðsmaðurin til avgerð frá Skatta- og avgjaldskærunevndini (16/00017), sum staðfesti, at kunngerðin, sum ásetir treytirnar um frítøku fyri løntakarar, sum arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgevara, fer út um sítt heimildarmark, tí hon setir strangari krøv enn Eftirlønarlógin heimilar. Fíggjarmálaráðið varð tí biðið um at endurskoða kunngerðina. Eisini heitti umboðsmaðurin á Taks um at taka málið hjá klagaranum til nýggja viðgerð.

Í februar 2017 kunnaði Fíggjarmálaráðið umboðsmannin um, at Ráðið hevði gjørt uppskot til broyting í omanfyri nevndu kunngerð, so átalaðu viðurskiftini verða broytt. Tann 28. mars 2017 vórðu broytingarnar í kunngerðini lýstar.

Barnaverndarlógin (LUM 15/00067)
Málið snúði seg um viðgerðina hjá eini barnaverndartænastu av einum máli, har kvinna, sum var við barn, hevði gjørt avtalu við eini hjún, sum búðu uttanlands, um, at tey skuldu fáa barn hennara við føðing og seinni ættleiða barnið. Barnaverndartænastan metti, at talan var ikki um eitt barnaverndarmál og lokaði málið uttan at hava vissað sær, at barnið livdi undir góðum og skipaðum viðurskiftum á góðkendum staði, og at onkur var, sum lógliga kundi taka umsorganarligar avgerðir vegna barnið. Umboðsmaðurin metti, at tað var eitt lýti í Barnaverndarlógini, at ongar ásetingar vóru um privata døgnrøkt og kunnaði Løgtingið og heitti á landsstýriskvinnuna í almannamálum um at umhugsa broyting í lógini.

Landsstýriskvinnan tók tilmælið frá umboðsmanninum til sín og legði í mars 2017 fram lógaruppskot til at bøta um hesi viðurskifti.

Musikkskúlalógin (LUM 15/00094)
Í samband við klagumál um starvssetanir í einum musikkskúla vísti umboðsmaðurin á, at Musikkskúlalógin ikki var dagførd samsvarandi teimum broytingunum, ið eru í mun til umsitingina av økinum, og at ásetingar, sum eftir nútíðar lóggávumannagongdum høvdu verðið framdar við kunngerð, eru ásettar í rundskrivi. Umboðsmaðurin gjørdi eisini vart við, at Landsgrannskoðanin í fleiri ár hevði víst á, at tørvur var á at fáa lógarverkið um musikkskúlar dagført. Umboðsmaðurin mælti tí Mentamálaráðnum til at dagføra regluverkið fyri musikkskúlar.

Landsstýriskvinnan í mentamálum legði í mars 2017 fram uppskot til nýggja lóg um musikkskúlaskipan.

ALS-lógin (LUM 15/00121)
Klagan snúði seg um eina avgerð frá Kærunevndini hjá ALS, har kærunevndin hevði staðfest, at hjúnafelagaeftirløn hjá klagaranum, skuldi dragast frá í arbeiðsloysisstuðlinum hjá klagaranum sbr. § 16 stk. 2 í ALS-lógini. Umboðsmaðurin vísti á, at slíkur frádráttur ikki var í samsvari við ásetingar í ALS-lógini og endamálið við eini hjúnafelagaeftirløn. Umboðsmaðurin mælti Kærunevndini til at taka málið uppaftur til viðgerðar og heitti á Samferðslumálaráðið um at nágreina § 16, stk. 2 í ALS-lógini.

Klagarin fekk eftir hetta nýggja avgerð frá ALS.

Við løgtingslóg nr. 129 frá 20. desember 2016 varð § 16 stk. 2 í ALS-lógini broytt, soleiðis at tað nú er gjørt greitt, at tað bert eru egnar tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir, sum skulu dragast frá í arbeiðsloysistuðlinum, og ikki eftirløn frá hjúnafelaga.

ALS-lógin (LUM 200600079)
Málið snúði seg um, at ALS hevði steðgað útgjald av arbeiðsloysistuðli hjá einum borgara, tí ALS metti, at borgarin ikki var tøkur á arbeiðsmarknaðinum. Kærunevndin hjá ALS hevði staðfest avgerðina. Umboðsmaðurin metti, at avgerðin var skeiv og mælti tí nevndini til at taka kæruna upp til nýggja viðgerð.

Kærunevndin metti, at tað var ikki grundarlag fyri at taka kærumálið upp til nýggja viðgerð. Eftir hetta viðmælti umboðsmaðurin klagaranum fría rættarførslu. Dómur varð sagdur 16. november 2006. Rætturin kom til, at avgerðin um, at borgarin ikki var tøkur á arbeiðsmarknaðin, varð ógildig vegna týðandi manglar, og at tað tí ikki var rætt at steðga útgjaldinum av arbeiðsloysistuðlinum.

Umboðsmaðurin metti eisini, at ALS-stýrið hevði ikki heimild til at áseta nærri reglur í kunngerð viðvíkjandi treytunum í § 14, stk. 1 í ALS-lógini, sum snýr seg um at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt metti hann tað vera ein álvarsligan vanda fyri rættartrygdina hjá borgarunum at áseta rættarreglur um kanska víðfevnd inntriv í støðuna hjá teimum, uttan at hesar reglur verða kunngjørdar í almenna kunngerðarblaðnum. Umboðsmaðurin sendi fráboðan til Vinnumálaráðið um málið og vísti til líknandi mál, har hann í februar 2006 kunnaði Løgtingið og mælti landsstýrismanninum til at umhugsa at broyta mannagongdina hjá ALS soleiðis, at í øllum førum kunngerðir av stórum týdningi fyri borgararnar, verða lýstar í kunngerðarblaðnum, og til at fáa samsvar ímillum kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli og ALS-lógina.

Eftir at Vinnumálaráðið, ALS og Stýrið fyri ALS høvdu samskift í drúgva tíð um hesi viðurskifti vóru broytingar gjørdar í ALS-lógini í mai 2009. Heimild varð sett í ALS-lógina til áseting av nærri reglum um, nær ein persónur er arbeiðsleysur, tøkur, arbeiðsførur o.l. Samstundis fekk landsstýrismaðurin kunngerðarheimildirnar, sum eru í ALS-lógini, men treytað av, at Stýrið fyri ALS tekur undir við ásetingunum. Hetta loysti eisini trupulleikan í mun til, hvussu kunngerðir frá ALS verða lýstar. Tá landsstýrismaðurin hevur heimildina, verða kunngerðirnar lýstar í Kunngerðarblaðnum.

Kringvarpslógin (LUM 200100022 og 200200017)
Í tveimum málum, sum snúðu seg um klagu mótvegis Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya, vísti umboðsmaðurin á, at sambært § 6, stk. 2 og § 18, stk. 2, í kringvarpslógini kunnu avgerðir, sum ávikavist ÚF og SVF taka um góðan fjølmiðlasið, kærast til Fjølmiðlanevndina sambært fjølmiðlaábyrgdarlógini, men at enn var eingin fjølmiðlaábyrgdarlóg sett í gildi fyri Føroyar. Umboðsmaðurin metti tað vera sera óheppið, at tað ikki var nakar sakkønur kærustovnur, sum kundi viðgera kærur frá persónum, sum eru ónøgdir við t.d. tíðindaflutningin hjá almennu fjølmiðlunum. Umboðsmaðurin mælti Løgtinginum, løgmanni og avvarðandi landsstýrismanni til at fáa skil á hesum viðurskiftum, soleiðis at persónar, sum halda seg vera órættvíst viðfarnar í fjølmiðlunum, ella sum í aðrar mátar eru ónøgdir við ÚF og SVF, fáa møguleika fyri at fáa viðgjørt kærur á tryggan hátt, og soleiðis at samsvar verður millum lóggávuna og veruleikan.

Landsstýrismaðurin boðaði í august 2002 frá, at tað í langa tíð hevði verið arbeitt við lóggávu um fjølmiðlaábyrgd, og at væntandi fingust viðurskiftini í rættlag í samband við, at fjølmiðlaábyrgd varð yvirtikið sum føroyskt málsøki. Í samband við yvirtøkuna varð Fjølmiðlaábyrgdarlógin sett í gildi 1. juli 2006.