2016

Grein: At skriva ella ikki

“Eg meti [..], at sambært góðum fyrisitingarsiði átti Landssjúkrahúsið at givið umsøkjara skrivliga grundaða avgerð í teimum førum, har umsókn um fylgjara til sjúkraviðgerð ikki verður gingin á møti.” LUM 14/00007

Dagliga verða sjúklingar á teimum trimum sjúkrahúsunum sendir til kanningar og viðgerðar uttanlands. Á leið 1400 sjúklingar vórðu í 2013 kannaðir og viðgjørdir uttan fyri Føroyar. Fleiri enn helmingurin av hesum vórðu kannaðir ella viðgjørdir uttanlands meira enn bert ta einu ferðina.

Um ein sjúklingur vegna lívshóttandi sjúku ella vegna likamligt, sálarligt ella sosialt ófullføri ikki kann ferðast ella uppihalda sær uttanlands einsamallur, kann sjúkrahúsið rinda ferðina og ein part av útreiðslunum fyri uppihald hjá fylgjaranum. Ein meting hjá Heilsumálaráðnum er, at annarhvør sjúklingur fær játtað ein fylgjara á ferðini.

Fyrisitingarnar á sjúkrahúsunum gera í hvørjum einstøkum føri av, um sjúklingurin er førur fyri at ferðast ella uppihalda sær einsamallur uttanlands. Avgerðin verður fráboðað sjúklinginum munnliga. Um biðið verður um tað, hevur sjúklingurin rætt til at fáa eina skrivliga grundaða avgerð.

Fleiri lógarásett krøv eru til avgerðir, sum myndugleikar taka. Tað er tó ikki eitt lógarkrav, at ein avgerð skal vera skrivlig. Ein avgerð kann fráboðast munnliga, og hon er bindandi á sama hátt sum ein skrivlig. Tað er heldur ikki eitt krav, at grundgivið skal vera fyri eini munnligari avgerð.

Umboðsmaðurin hevur tó ta fatan, at ein sjúklingur, sum fær noktandi svar um at hava ein fylgjara við sær til viðgerð uttanlands, eigur at fáa avgerðina fráboðaða skrivliga saman við eini grundgeving, sí LUM 14/00007.

Umboðsmaðurin heldur, at avgerðin er ein byrða hjá móttakaranum, tí hesin er í einari viðkvæmari støðu vegna sjúku. Tí eiga sjúkrahúsini, sambært góðum fyrisitingarsiði, at geva sjúklingunum eina skrivliga grundaða avgerð, tá sjúkrahúsini sýta fyri at játta ein fylgjara.

Meginparturin av avgerðunum, sum almennir myndugleikar taka millum ár og dag, verða fráboðaðar skrivliga. Viðurkent er, at ein avgerð kann fráboðast munnliga, um tað ikki er ráðiligt at bíða við avgerðini, ella um tørvur er á, at skjótt verður borið at. Sambært góðum fyrisitingarsiði eiga munnligu avgerðirnar at verða fylgdar upp við eini skrivligari avgerð. Tyngjandi avgerðir eiga at vera skrivligar.

Landssjúkrahúsið heldur fast við at boða sjúklingum frá avgerðum munnliga. Heilsumálaráðið heldur, at hetta er í lagi. Tað heldur Heilsumálaráðið, tí tað er ov orkukrevjandi hjá teimum trimum sjúkrahúsunum at skula skriva noktandi avgerðirnar, sum í 2013 vórðu mettar at vera omanfyri eitt túsund í tali.

Notatskyldan
Hóast ein avgerð verður fráboðað munnliga, hevur myndugleikin skyldu til, sambært innlitslógini, at skriva upp allar tær upplýsingar, sum hava týdning fyri avgerðina í einum máli. Umboðsmaðurin vísti í fyrrnevnda máli á, at tað er ikki bert góður fyrisitingarsiður, men eisini ein sjálvfylgja, at eitt notat verður gjørt um ein so avgerandi spurning sum tað, at ein avgerð er tikin í einum máli.

Hetta, at sjúkrahúsini í hvørjum einstøkum máli hava skyldu til at skriva upp orsøkina til, at tey sýta eini umbøn um fylgjara, máar undan grundgevingini um, at fyrisitingarnar ikki orka at fráboða avgerðirnar skrivliga. Aftrat hesum er tað í dag fyri flestu fyrisitingar lætt at geva skrivlig boð.

Skrivlig kæra av munnligari avgerð
Lógin krevur sum nevnt ikki, at myndugleikin skal fráboða eina avgerð skrivliga. Lógin krevur harafturímóti, at sjúklingurin skrivliga setir orð á sína kæru, tí sum meginregla kann ikki kærast munnliga. Sjúklingurin skal eisini grundgeva fyri, hví hann heldur avgerðina hjá sjúkrahúsinum vera skeiva. Tað er neyvan tilvitað, at krøvini til ávikavist myndugleika og sjúkling ikki samsvara. Heldur man talan vera um, at fortreytin fyri kravinum um skrivliga kæru er, at sjúklingurin hevur fingið avgerðina skrivliga.

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum hevur ongantíð fingið avrit av eini avgerð hjá sjúkrahúsunum í málum sum hesum. Kærunevndin hevur gjørt vart við, at tað er óheppið, at avgerðirnar einans eru munnligar, tí grundarlagið undir kæruviðgerðini verður ein frágreiðing um ta munnligu avgerðina. Ein frágreiðing, sum í onkrum føri verður skrivað upp til fleiri vikur eftir, at avgerðin er tikin. Tað óhepna í hesum man vera sjálvsagt. Tað kann tí henda, at ein sjúklingur, sum av eini ella aðrari orsøk ikki hevur biðið sjúkrahúsið um eina skrivliga grundgeving, ikki fær hesa, fyrr enn kæruviðgerðin er farin í gongd.

Ein annar týdningarmikil liður at geva gætur í hesum sambandi er, at sjúklingurin hevur eitt skotbrá upp á 4 vikur at senda kærunevndini avgerðina. Frávik frá kærufreist verða vanliga bert givin vegna serligar umstøður, og ivi eigur tí ikki at vera um, nær avgerðin er tikin. Ein ivi, sum lættliga kann vera til staðar, um avgerðin ikki er skjalfest við dagfesting.

Einsháttað siðvenja
Sjúklingurin, sum klagaði til umboðsmannin, vísti á, at hann, ta einu ferðina hann varð lagdur undir skurð uttanlands, fekk noktandi svar um fylgjara, meðan ein annar sjúklingur, sum fekk somu skurðviðgerð, hevði fingið í boði frá øðrum sjúkrahúsi at hava ein fylgjara við sær. Hetta hevði klagarin ilt við at skilja. Eina aðra ferð var hann til eina viðgerð, sum eftir leiðreglunum í útgangsstøðinum ikki lýkur treytirnar fyri at fáa fylgjara, og eisini tá høvdu aðrir sjúklingar í somu viðgerð fylgjara við á ferðini.

Tað er ikki vist, at umstøðurnar hjá klagaranum og hinum sjúklingunum vóru tær somu, ella um munur varð gjørdur á teimum. Tað er tó ikki eins lætt at kanna, um siðvenjan á økinum er einsháttað, sum tað hevði verið, um avgerðirnar vóru skrivligar.

Bæði kærunevnd og eftirlitsmyndugleikar hava eina torføra uppgávu, um teir skulu kanna siðvenjuna á økinum. Hóast bert nøkur fá starvsfólk taka allar avgerðirnar, koma onnur fyrr ella seinni í teirra stað. Hesi mugu hava møguleika at kunna seg við áður tiknar avgerðir og siðvenjuna á økinum. Í hesum sambandi hava sjúkrahúsini eins og allir aðrir almennir myndugleikar sambært góðum fyrisitingarsiði skyldu at tryggja eina einsháttaða siðvenju.

Endi
Landssjúkrahúsið gjørdi undir viðgerðini umboðsmannin varugan við, at talið av kærum á økinum er lækkað seinastu árini. Hetta kann vera eitt tekin um, at sjúkrahúsini duga væl at taka avgerðir í samsvari við reglurnar. Hinvegin kann hetta eisini vera eitt tekin um, at sjúklingurin ikki er nóg væl upplýstur um kærumøguleikan, og at tað er tvørligt hjá sjúkum at gera vart við seg og taka stig til at royna eina munnliga avgerð við ein hægri myndugleika.

Spurnartekin kann tí setast við, um orkusparingin í fyrisitingunum á sjúkrahúsunum stendur mát við, hvussu orkukrevjandi tað kann vera fyri sjúkling, kærunevnd og at enda eisini sjúkrahúsini, at avgerðirnar einans verða fráboðaðar munnliga.

Tak niður sum pdf