2016

Grein: Val av umboðsmanni

Løgtingið velur ein uttantingsmann fyri eitt 5 ára skeið at hava innlit við fyrisiting heimastýrisins. Um Løgtingið ikki longur hevur álit á umboðsmanninum, kunnu tveir triðingar av løgtingsmonnunum tó loysa hendan úr starvi.

Nógv alment orðaskifti og umrøða var um málið, tá umboðsmaður skuldi veljast, tí starvstíð mín var úti við árslok 2015. Eg fari í hesi grein at greiða frá, hvussu mannagongdin er, tá umboðsmaður skal veljast, og hvussu henda samsvarar við mannagongdina í Danmark, Noregi, Íslandi og Grønlandi, sum hava líknandi lóggávu, sum vit hava í Føroyum.

Eftir løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann,  broytt við løgtingslóg nr. 157 frá 20 desember 2013, velur Løgtingið ein uttantingsmann fyri eitt 5 ára skeið at hava innlit við fyrisiting heimastýrisins og at hava eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja skyldur sínar, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum. Umboðsmaðurin er í sínum virksemi óheftur av tinginum og umboðsmaðurin ger sjálvur av, hvørji mál umboðsmaðurin viðger. Um Løgtingið ikki longur hevur álit á umboðsmanninum, kunnu tveir triðingar av løgtingsmonnunum tó loysa hendan úr starvi.

Fyrrverandi løgtingsformaður, Hergeir Nielsen, greiddi frá í sínari framløgu á 10-ára haldinum fyri stovnin, at tá fyrsti umboðsmaðurin skuldi veljast, var fyrireikingin drúgv. Formansskapurin var sera tilvitaður um, at skuldi stovninum verða lív lagað, so galt tað um at finna tann rætta persónin. Ein persónur sum var virdur manna millum. Formansskapurin fekk umsiting tingsins at gera eitt yvirlit yvir allar royndar føroyskar løgfrøðingar, bæði innan- og uttanlands. Tosað varð síðan um, hvør hugsast kundi vera frægast skikkaður í hesum heilt serliga starvi. Tann 2. november 2000 samtykti Løgtingið einmælt at velja Joen H. Andreassen, sorinskrivari, til embætið sum Føroya fyrsti umboðsmaður, og tók hann við starvinum 1. mai 2001.

Sum fyrrverandi løgtingsformaðurin soleiðis hevur greitt frá, er ikki talan um vanliga setanartilgongd, tá umboðsmaður skal veljast. Starvið verður ikki lýst leyst, og møguligir persónar til embætið verða valdir út við einari óformligari mannagongd, og tað er formansskapurin í Løgtinginum, sum stendur fyri arbeiðinum at velja ein umboðsmann.

Í lærubókini, Fyrisitingarlóg, eftir Kára á Rógvi og Bárð Larsen verður sagt á bl.s. 228, “formliga velur Løgtingið umboðsmannin. Í veruleikanum er tað tó løgtingsskrivstovan, ið velur umboðsmannin. Uppskot verður lagt fyri Tingið til atkvøðugreiðslu uttan kjak ella viðgerð. Soleiðis hevur tað verið í sambandi við fyrsta og annan umboðsmannin og eisini endurvalið av verandi umboðsmanni. Í Føroyum og Danmark hevur fatanin verið, at almenn viðgerð og kjak um uppskot til umboðsmann vil máa undan myndugleikan (autoritetinum) hjá embætinum heldur enn at styrkja hann.”

Mannagongdin
Sambært § 1 í umboðsmanslógini skal Løgtingið velja ein umboðsmann. Henda atkvøðugreiðsla fer fram sambært § 78, stk. 2, 2. pkt. og stk. 3 í tingskipanini. Hetta merkir, at tað krevst fleiri enn helmingurin av tingmanningini (17 atkvøður) fyri, um uppskotið skal verða samtykt.

Tá ið Løgtingið skal velja fólk, eitt ella fleiri, biður formaðurin munnliga um uppskot, og tá ið uppskot eru framkomin, verður eingin umrøða, men á sama fundi verður síðani farið til endaliga atkvøðugreiðslu í málinum.

Eftir løgtingslóg nr. 113 frá 20. november 2000 um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann § 6, hevur umboðsmaður, sum er í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felagsskapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, rætt til farloyvi úr starvi sínum.

Eitt samt Løgting valdi meg fyrstu ferð tann 23. november 2005. Av tí at eg kom úr einum starvi sum stjóri í almennu fyrisitingini, havi eg farloyvi frá mínum starvi sum stjóri í Fiskimálaráðnum. Tann 8. oktober 2010 var eg afturvald, somuleiðis av einum samdum Løgtingi fyri tíðarskeiðið 2011 til 2016.

Tann 2. desember 2015 legði løgtingsformaðurin uppskot fyri Løgtingið at velja meg aftur sum umboðsmann fyri eitt 5 ára skeið frá 2016 til 2021. Í hesum sambandi kom ein áheitan frá 6 tingmonnum um at bíða við atkvøðugreiðsluni í málinum um val av Løgtingsins umboðsmanni samsvarandi § 50, stk. 2 í tingskipanini.

Umsitingin hjá Løgtinginum gjørdi í einum uppriti greitt, hvussu mannagongdin er í tingskipanini, tá Løgtingið skal velja fólk. Víst varð á § 50 í Tingskipanini sum ásetur, at tá ið Løgtingið skal velja fólk, eitt ella fleiri, biður formaðurin munnliga um uppskot, og tá ið uppskot eru framkomin, verður eingin umrøða, men á sama fundi síðani farið til atkvøðugreiðslu í málinum. Um so er, at 6 tingmenn mæla til tess, verður ikki atkvøtt um evnini á sama fundi, sum tey eru skotin upp, men seinni á einum fundi, sum løgtingsformaðurin hevur ásett.

Sum umsitingin las ásetingina í § 50, so snýr henda seg fyrst og fremst um støðuna, tá tingið skal velja fólk, og biðið verður um uppskot úr tingsalinum. Tað kann í slíkum førum verða neyðugt at bíða við atkvøðugreiðsluni, soleiðis at tingmenn hava møguleika at hugsa seg um, áðrenn atkvøtt verður. Hendan støðan var ikki galdandi við vali av umboðsmanni, tí tað var øllum tingmonnum kunnugt, hvør stóð fyri vali sum Løgtingsins umboðsmaður. Umsitingin metti tí ikki, at § 50 kundi nýtast at útseta atkvøðugreiðsluna í hesum máli.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni í desember 2015 gjørdist, at 22 atkvøddu fyri einum afturvali, 8 atkvøddu blankt og 3 atkvøddu ímóti. Av tí at ongin umrøða er av valinum í Løgtinginum  er torført at staðfesta orsøkina fyri hesum úrsliti. Bæði undan og aftaná valinum, høvdu fjølmiðlarnir víst á eitt ítøkiligt mál, sum umboðsmaðurin hevði viðgjørt, tað sokallaða  “Grannskoðaramálið”, sum orsøk til, at valið av umboðsmanni dró út, og at semja ikki kundi fáast í Løgtinginum fyri einum afturvali av umboðsmanninum. Í útvarpssamrøðu beint aftan á valið, funnist formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum hvassliga at tilgongdini hjá samgonguni í sambandi við valið, og søgdu hetta vera orsøkina til teirra støðutakan til valið. Bæði Sambandsflokkurin og Miðflokkurin søgdu seg tó hava fult álit á stovninum og verandi umboðsmanni.

Val av umboðsmanni í Norðurlondum
Longu í 1809 varð í Svøríki settur á stovn eitt embæti “justitieombudsmannen” sum vegna Ríkisdagin skuldi hava eftirlit við embætismonnum kongsins.  Finnland fekk í 1919 ein umboðsmansstovn eftir svenskari fyrimynd, og síðani hava lond runt allan heimin sett á stovn líknandi stovnar, sum skulu hava eftirlit við almennu fyrisitingini. Eg havi ikki tikið valið av umboðsmanni í Svøríki og Finnland við í hesi grein, tí hesi hava eina øðrvísi skipan enn hini Norðurlondini.

Danmark
Danski umboðsmaðurin fór til verka á fyrsta sinni í 1954. Umboðsmaðurin verður valdur eftir hvørt Fólkatingsval. Professarin, Stephan Hurwitz, dr.jur, var fyrstvaldi umboðsmaðurin, og síðani hava sitið fimm ymiskir umboðsmenn. Hans Gammeltoft Hansen, professari, hevur sitið longst sum umboðsmaður. Hann sat í hesum sessi í 25 ár. Hóast hann sat í 25 ár, atkvøddi  Fremskridtpartiet hvørja ferð ímóti valinum. Eftir eini lógarbroyting, sum hendi í 2011, kann umboðsmaðurin bert sita 10 ár. Núverandi umboðsmaður varð fyrstu ferð valdur i desember 2011, og hann varð afturvaldur á heysti 2015. Valið var einmælt báðu ferðir.  Bert eitt valevni verður skotið upp fyri Fólkatinginum, og starvið verður ikki lýst leyst. Rættarnevndin hjá Fólkatinginum fyrireikar málið um umboðsmannavalið, og mannagongdin er loynilig.

Noregi
Noregi fekk sín fyrsta umboðsmann í 1962. Umboðsmaðurin verður valdur eftir hvørt stórtingsval, sum er fjórða hvørt ár. Valið fer fram í Stórtinginum eftir tilmæli frá formansskapinum í Stórtinginum. Núverandi umboðsmaður er Aage Thor Falkanger, hægstarættardómari. Hann varð einmælt valdur í  2014, eins og siðvenjan hevur verið fyri undangongumenn hansara. Aage Thor Falkanger er fimti sivilumboðsmaður, síðani hægstarættardómari Andreas Schei varð tilnevndur sum tann fyrsti umboðsmaðurin í desember 1962. Stórtingið hevur higartil tilnevnt umboðsmannin uttan at høvi hevur verið at søkja embætið. Tað hevur verið funnist at hesi skipan, tí onki gjøgnumskygni ella opinleiki hevur verið um valið. Í sambandi við seinasta val varð heitt á ávísar persónar um at søkja, samstundis sum Stórtingið tilskilaði sær rættin til at finna onnur valevni til embætið. Aage Thor Falkanger søkti ikki embætið, men formansskapurin í Stórtinginum heitti á hann um at átaka sær embætið. Alment hevur tað eisini verið funnist at hesi mannagongd.

Ísland
Ísland fekk sín fyrsta umboðsmann í 1987. Ísland hevur bert havt tveir umboðsmenn. Formansskapurin í Altinginum ger uppskot til Altingið um val av umboðsmanni og kannar eftir, um valevnini eru valbær til embætið. Tað verður ikki lýst eftir umboðsmanni og tilmælið frá formansskapinum fer fram fyri afturlatnum hurðum. Umboðsmaðurin verður valdur fyri eitt fýra ára skeið. Umboðsmaðurin skal lúka somu treytir, sum krevjast fyri at kunna gerast dómari í Hægstarætti, og kann hann ikki vera limur í Altinginum. Inntil 2011 kundu allir tinglimir skjóta evni upp til valið sum umboðsmaður, uttan at tað frammanundan varð kannað, um hesi valevni vóru valbær til embætið. Núverandi umboðsmaðurin, Tryggvi Gunnarsson, hevur sitið í embætinum síðani 1. januar 2000, men frá  1. november 1998 og til 31. desember 1999 varð hann valdur fyribils fyri Gauk Jörundsson, sum varð fyrst valdi umboðsmaður Íslands. Bæði tá Gaukur og Tryggvi Gunnarsson vórðu valdir, vóru onnur valevni í uppskoti, men hesi valevni fingu ikki nógvar atkvøður. Tá sitandi umboðsmaður varð afturvaldur í 2011, atkvøddu  41 fyri og 7 atkvøddu blankt. Tá hann varð afturvaldur í 2015 atkvøddu 43 fyri og 9 atkvøddu blankt.

Grønland
Grønland fekk sín fyrsta umboðsmann í 1995. Umboðsmaðurin verður valdur eftir hvørt val til Inatsisartut. Núverandi umboðsmaðurin, Vera Leth, loysti í 1997 av fyrsta umboðsmannin Emil Abelsen. Hon varð seinast afturvald í desember 2015 og hevur nú sitið í 17 ár. Embætið sum umboðsmaður í Grønlandi verður ikki lýst alment. Rættarnevndin fyrireikar málið, og viðgerðin fer fram fyri afturlatnum hurðum. Tær seinastu ferðirnar er umboðsmaðurin spurdur, um hon tekur við afturvali, og hon er hvørja ferð einmælt vald. Tann grønlendska umboðsmannalógin hevur onga áseting um, hvussu nógv ár umboðsmaðurin kann sita, men ein meiriluti í Inatsisartut kann loysa hann úr embætinum, um Inatsisartut ikki longur hevur álit á umboðsmanninum.

Tak niður sum pdf