2015

Grein: Talgild fyrisiting

“Ein myndugleiki kann ikki uttan serstaka lógarheimild krevja, at ein borgari skal senda myndugleikanum skrivligt samskifti í talgildum formi, ella krevja, at borgarin skal móttaka brøv o.a. í talgildum formi frá myndugleikanum.” (brot úr áliti umboðsmansins í LUM 14/00048)

Tað er á breddanum, at almenna fyrisitingin skal talgildast. Eitt av aðalmálunum í Visjón 2015 var, at alt samskifti millum virki, stovnar, fyrisitingar og borgarar skuldi vera talgilt. So langt er tó ikki komið, men tað sæst í fíggjarlógini fyri 2015, at farið er undir at seta sjøtul á at talgilda tænastur til borgarar, vinnu og almenna geiran í Føroyum.

Á fleiri økjum eru átøk framd at talgilda fyrisitingina. Í dag er tað eitt lógarkrav, at øll bókhaldsskyldug, deyðsbúgv, feløg, felagsskapir, stovnar v.m. skulu lata sjálvuppgávu, rakstrarroknskap og fíggjarstøðu inn talgilt í serligum sniði um eina ávísa skipan hjá TAKS. Í heilsuverkinum er sett í verk ein felags journal- og samskiftisskipan, Landssjúkrahúsið sendir fólki innkallingar til kanningar talgilt, roknskaparverk landsins er í stóran mun talgilt, útgjaldingin av pensjónum er talgild, søkjast kann um upptøku á miðnámsútbúgving á netinum o.s.fr.

Talgilding av fyrisitingini byggir á eitt ynski um at effektivisera almenna geiran. At tryggja skjótari og smidligari samskifti við tað almenna, skjóta og góða tænastu frá myndugleikunum, effektivari og styttri málsviðgerð og betri málsgongdir.

Talgilding av fyrisitingini er tó ikki bara ein teknisk avbjóðing, og farna árið viðgjørdi umboðsmaðurin tvey mál, sum hava talgilda fyrisiting sum felagsnevnara (LUM 201300055 og 14/00048).

Við  skúlaársbyrjan í 2013 lýsti Studni í fjølmiðlunum við, at fyri at fáa lestrarstuðul skuldu tey lesandi søkja lestrarstudning á talgildum umsóknarblaði í elektronisku skipanini Mínboks. Mínboks er ein ókeypis skipan við persónligum talgildum postkassum, har borgarar kunnu fáa atgongd til post frá almennum myndugleikum og privatum virkjum. Upplýst varð, at Studni fór einans at viðgera umsóknirnar í Mínboks. Við øðrum orðum skuldi bara samskiftast í Mínboks, og eingi pappír fóru at verða send millum tann lesandi og Studna.

Tá umboðsmaðurin spurdi Mentamálaráðið og Studna um heimildina fyri átakinum, ásannaðu myndugleikarnir beinanvegin uttan aðra viðmerking, at heimild var ikki fyri hesum og broyttu krøvini.

Umboðsmaðurin nýtti høvið at greiða frá, at ongar generellar reglur eru um, á hvønn hátt ein borgari kann ella skal venda sær til fyrisitingina. Um eingi serlig formkrøv eru ásett, kann borgarin tí sjálvur gera av, hvussu hann vendir sær til fyrisitingina. Sjálvsagt treytað av, at fyrisitingin tekniskt er før fyri at taka ímóti tí, sum sent verður, og at tað ikki eru ásett krøv um t.d. at brúka eitt serligt oyðublað ella krøv um undirskrift.

Ein almennur myndugleiki kann hinvegin ikki uttan serstaka heimild krevja, at skrivligt samskifti millum borgaran og myndugleikan skal vera talgilt. Ein myndugleiki kann ikki krevja, at ein borgari skal senda myndugleikanum skrivligt samskifti í talgildum formi ella krevja, at borgarin skal móttaka brøv o.a. í talgildum formi frá myndugleikanum.

Slíka serstaka heimild hevði Studni ikki, og tí kundi Studni ikki áleggja teimum lesandi at søkja um lestrarstuðul í talgildum formi. Einki forðar borgaranum í sjálvbodin at skráseta seg í t.d. Mínboks og á henda hátt samtykkja í at samskifta talgilt við ein almennan myndugleika. Tó kann hetta samtykkið til eina og hvørja tíð verða tikið aftur og borgarin krevja, at myndugleikin sendir skriv í pappírsformi.

Átakið hjá Studna tóktist ikki vera viðgjørt frá einum løgligum sjónarvinkli, og tí helt umboðsmaðurin tað vera viðkomandi at vísa á, at sama um málsviðgerðin hjá einum myndugleika er manuell ella talgild, so eru reglurnar í fyrisitingarlógini og fyrisitingarligar meginreglur galdandi fyri viðgerðina av málunum. Reglurnar um t.d. partshoyring og partsumboðan eru galdandi, sama á hvønn hátt eitt mál verður viðgjørt, og tað er almenni myndugleikin, sum hevur ábyrgd av at tryggja borgaranum hesi rættindi. Myndugleikin skal, tá lagt verður um til talgilda fyrisiting, tryggja, at tøkniligu loysnirnar taka hædd fyri rættindunum hjá borgarunum.

Sum úrslit av umboðsmansviðgerðini samtykti Løgtingið tríggjar mánaðir seinni, í mai 2014, at heimila landsstýrismanninum í mentamálum at áseta reglur um, at umsóknir um studning og lán skulu latast Studna talgilt. Landsstýrismaðurin í mentamálum kundi nú krevja, at samskiftið skuldi vera talgilt.

Landsstýrismaðurin hevur tó ikki enn ásett reglur um hetta í kunngerð. Tað kunnu vera fleiri orsøkir til hetta. Men tað tykist sum, at verandi tøkniliga skipan virkar sum forðing fyri, at m.a. ein skipan við talgildum umsóknarbløðum til lestrarstuðul kann setast í verk sum krav fyri øll lesandi. Sum mentanarnevndin eisini vísti á, tá málið var til viðgerðar í Løgtinginum, byggir talgilda skipanin hjá Studna á tøknina í skipanini Mínboks, og ein brúkari av Mínboks kann ikki velja bara at móttaka post frá einum myndugleika og velja samskifti við aðrar myndugleikar og privat virki frá. Sostatt er ikki - enn - møguligt hjá einum brúkara bara at samskifta við Studna í Mínboks. So hóast heimildina frá Løgtinginum kann landsstýrismaðurin í mentamálum ikki gera ætlanina hjá Studna til eina kravda skipan, so leingi sum verandi tekniska skipan er tengd at øðrum tænastum.

Seinna málið snúði seg um, at Gjaldstovan 1. mars 2014 fór undir bara at senda lønarseðlarnar hjá almennum starvsfólki í Mínboks. Lønarseðlar, sum sambært skattalógini skulu sendast løntakarunum skrivliga. Kravið um nýggju mannagongdina fall trimum klagarum fyri bróstið, og teir spurdu umboðsmannin, um Gjaldstovan kundi krevja, at tey skuldu knýta seg í Mínboks fyri at móttaka lønarseðilin. Tað helt umboðsmaðurin ikki, og víst varð til somu grundgevingar sum í málinum viðvíkjandi Studna.

Umboðsmaðurin helt tað somuleiðis vera ivasamt, um skattalógin yvirhøvur heimilaði Gjaldstovuni at senda lønarseðlarnar talgilt. Við tøkniligu menningini í huga var hetta ein praktisk tulking av lógini, men umboðsmaðurin helt, at hetta átti at staðið greitt í lógini. Umboðsmaðurin helt tó ongan iva vera um, at lógargrundarlagið heimilaði ikki, at skrivligi lønarseðilin einans varð sendur talgilt, t.v.s. at talgilt varð sett í staðin fyri skrivligt í skattalógini. Tí slík mannagongd hevði við sær, at allir løntakarar ikki fingu lønarseðilin.

Nakrar mánaðir seinni heimilaði Løgtingið Gjaldstovuni at senda almennu starvsfólkunum lønarseðilin talgilt. Í dag verður lønarseðilin sendur í Mínboks til teir løntakarar, sum sjálvbodnir hava meldað seg til Mínboks. Løntakari kann tó velja at fáa fráboðanina í pappírsformi.

Tað er ikki lutur umboðsmansins at taka støðu til ætlanirnar um talgilding – tó at ivi neyvan er um, at tekniska menningin kann vera við til at betra um rættartrygdina. Men tá myndugleikarnir greiddu frá orsøkunum til og fyrimununum við talgildari fyrisiting, helt umboðsmaðurin høvuðsdentin liggja á tekniskum, fíggjarligum og fyrisitingarligum atlitum. Løgliga viðgerðin tyktist vanta.

Samanumtikið varpaði viðgerðin av klagunum ljós á nøkur týðandi løglig viðurskifti í sambandi við talgilding av fyrisitingini.

- Lóggávan loyvir ikki landsstýrisfólkum at áseta ella myndugleikum at krevja, at borgarin skal samskifta talgilt við fyrisitingina. Tískil er neyðugt í hvørjum einstøkum føri at biðja Løgtingið um heimild til hetta.

- Ætlanirnar í báðum málunum byggja á eina talgilda skipan, sum myndugleikarnir ikki kunnu krevja, at borgarar skulu melda seg inn í. Ætlanirnar eru tí í stóran mun treytaðar av samtykki frá borgaranum. Skal tað áleggjast borgaranum at samskifta í ávísari skipan, er tørvur á yvirskipaðum lóggávutiltøkum.

- Lóggávan á ymsu málsøkjunum er í nógvum førum frá eini tíð, tá spurningurin um talgilding ikki var viðkomandi. Tá lagt verður um til talgilda fyrisiting er neyðugt at gjøgnumganga lóggávuna á málsøkinum til tess at staðfesta, um lóggávan er talgildingarklár, ella um hon hinvegin ásetir formkrøv, sum forða fyri talgildari málsviðgerð. Hetta eigur eisini at havast í huga, tá nýggj lóggáva verður smíðað.

Tak niður sum pdf