2012

Grein: Løgtingsins umboðsmaður 10 ár

Í flestu demokratiskum samfeløgum hevur lóggávutingið valt ein ella fleiri persónar at hava eftirlit við almennu fyrisitingini. Ein umboðsmaður røkir hetta eftirlitið í flest øllum londum. Longu í 1809 varð í Svøríki sett á stovn eitt embæti, “justitieombudsmannen”, sum fyri Ríkisdagin skuldi hava eftirlit við embætismonnum kongsins. Finland fekk í 1919 ein umboðsmansstovn eftir svenskari fyrimynd, og síðani hava lond runt allan heimin sett á stovn líknandi stovnar, sum skulu hava eftirlit við almennu fyrisitingini. Í Føroyum fór fyrsti umboðsmaðurin til verka 1. mai 2001.

Tá 10 ár vóru liðin, síðani Løgtings umboðsmaður fór til verka, varð ein  ráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum. Á stevnuni helt Sjúrður Rasmussen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, ein fyrilestur við heitinum: “Løgtingsumboðsmaðurin – frustratión ella inspiratión”. Í fyrilestrinum nevndi Sjúrður, at hann í sínum gomlu skjølum sá, at hann var rættiliga ivingarsamur um ein løgtingsumboðsmannsstovn. Í einum notati, sum hann hevði skrivað til formansskap Løgtingsins í 1997, skrivaði hann, at “centrali spurningurin er at tryggja, at umboðsmaðurin hevur neyðuga yrkisliga førleikan og er nóg óheftur at gera av, hvat er lógligt ella ikki, og fær tær neyðugu ytru umstøðurnar til at gera neyðuga eftirkanningararbeiðið, og at landsfyrisitingin vil, kann og hevur umstøður til at rætta seg eftir avgerðum løgtingsumboðsmansins”. Sjúrður minnist, at hann nevndi, at tað var bara ein søguligur persónur, sum í roynd og veru leyk treytirnar at vera umboðsmaður – Guttormur í Múla. Lágvaksin, men sterkur, vitandi, ikki sørur í gandi, lógarkønur og hevði  sera stóra virðing millum manna. Ongin setti spurnartekin við tað, Guttormur í Múla segði.

Sjúrður Rasmussen mælti formansskapi Løgtingsins til heldur at styrkja landsstýrismálanevndina við einum sterkum løgfrøðiligum sekretariati, og at geva borgarum betri møguleika at fáa fría rættargongd í rættarkervinum, enn at seta á stovn Løgtingsins umboðsmann.

Ikki bara Sjúrður Rasmussen var ivingarsamur, tá talan var um at seta á stovn ein  umboðsmansstovn. Longu í 1978 varð uppskot lagt fyri tingið um ein umboðmansstovn. Løgtingsmaðurin, Jógvan Sundstein, legði fyri tingið uppskot til samtyktar at seta eina 5-mannanevnd at gera lógaruppskot um eina skipan við einum Løgtingsins umboðsmanni. Hóast nevndin, sum fekk uppskotið til viðgerðar, tók undir við tí, fall tað, tí bert 7 tingfólk vóru fyri. Í 1980 royndi Jógvan Sundstein aftur. Hesa ferð saman løgtingskvinnuni Karini Kjølbro, men aftur hesa ferð miseydnaðist royndin. Í 1982 royndu Jógvan Sundstein, løgtingsformaður, og Karin Kjølbro aftur at seta fram sama uppskotið. Løgtingið samtykti tá at seta eina 5-mannanevnd at gera lógaruppskot um eina skipan við einum Løgtingsins umboðsmanni. Nevndin varð vald, men verulig gongd kom ongantíð á nevndararbeiðið, og nevndin lat ongantíð nakað álit frá sær. Í mars 1992 legði Tjóðveldisflokkurin eitt uppskot fyri Løgtingið um at áleggja formansskapinum at seta eitt fólk at gera reglur fyri ein Løgtingsins umboðsmann, eins og at seta umboðsmannin innan ólavsøku sama árið. Í mai 1993 samtykti tingið hetta uppskotið, soleiðis at umboðsmaðurin skuldi setast innan árslok 1993. Heldur einki spurdist burtur úr hesi royndini.

Tað var ikki fyrr enn Jenis av Rana, løgtingslimur fyri miðflokkin, í 1999 setti fram uppskot til løgtingslóg um ein umboðsmann, at tað eyðnaðist at fáa samtykt lógina um Løgtingsins umboðsmann. Tann 1. mai 2001 tók Joen H. Andreassen, sorinskrivari, við embætinum sum Føroya fyrsti umboðsmaður. Hergeir Nielsen, sum tá var løgtingsformaður, segði í síni framløgu á 10 ára haldinum, at tá fyrsti umboðsmaðurin skuldi veljast, var fyrireikingin drúgv. Formansskapurin var sera tilvitaður um, at um stovninum skuldi verða lív lagað, galt tað um at finna tann rætta persónin. Ein persón, sum var virdur manna millum. Formansskapurin fekk umsiting tingsins at gera eitt yvirlit yvir allar royndar føroyskar løgfrøðingar, bæði innan- og uttanlands. Tosað varð síðan um, hvør hugsast kundi vera frægast skikkaður í hesum heilt serliga starvi. Formansskapurin kom til ta niðurstøðu, at Joen H. Andreassen var tann rætti maðurin. Eftir stutta umhugsanartíð tók hann av, og var hetta eitt gott val. Joen H. Andreassen boðaði beinanvegin frá, hvussu leingi hann fór at sita, og á heysti 2005 varð so aftur farið at leita eftir tí næsta umboðsmanninum og fall valið á meg. Eitt samt Løgting valdi meg tann 23. november 2005 og tann 8. oktober 2010 afturvaldi Løgtingið meg sum umboðsmann fyri tíðarskeiðið 1. januar 2011 til 31. desember 2016. 

Eyðkenni fyri ein umboðsmansstovn
Sum heitið bendir á, er umboðsmaðurin ein stovnur undir Føroya Løgtingi. Umboðsmaðurin verður valdur fyri eitt fimmára tíðarskeið at hava eftirlit við fyrisiting heimastýrisins. Umboðsmaðurin er í sínum virksemi óheftur av tinginum, og umboðsmaðurin ger sjálvur av, hvørji mál hann viðger. Løgtingið kann tí ikki áleggja umboðsmanninum at taka ávís mál upp til viðgerðar.  Um Løgtingið ikki longur hevur álit á umboðsmanninum, kunnu tveir triðingar av Løgtinginum tó loysa henda úr starvi.

Vanliga verða nøkur eyðkenni heft at hugtakinum “umboðsmaður”: Fyri tað fyrsta, at hann er avgjørt óheftur av myndugleikum og øðrum. Fyri tað næsta, at møguleikarnir hjá borgarunum at leggja mál fyri umboðsmannin skulu vera góðir. Fyri tað triða skal umboðsmaðurin mótvegis myndugleikunum kunna vísa á viðurskifti, sum ikki eru nøktandi. Og fyri tað fjórða skal tann, sum røkir embæti, vera ein persónur, sum fólk hava álit á og virðing fyri.

Tað, at umboðsmaðurin er óheftur av Løgtinginum, sæst m.a. í tí áseting, at umboðsmaðurin verður valdur fyri eitt fimmára tíðarskeið og kemur ikki í polistisk “spæl”, tá landsstýri og løgtingsnevndir skulu veljast. Harafturat skal ein stórur meiriluti, tveir triðingar av tinginum, atkvøða fyri uppskoti at koyra umboðsmannin frá. Umboðsmaðurin ger sjálvur av, hvørji mál umboðsmaðurin viðger, og Løgtingið kann ikki áleggja umboðsmanninum at kanna ávís mál neyvari.

Gáttin hjá vanligum borgarum at ráðføra seg við ella klaga til umboðsmannin er lág. Tað kostar onki at klaga til umboðsmannin, og eingi formlig krøv eru um, hvussu klagað verður. Ein og hvør, sum ikki heldur seg hava fingið rætta viðferð frá almennum myndugleikum, kann klaga til umboðsmannin. Hesin møguleikin er eisini ein liður í at tryggja rættartrygdina í samfelagnum.

Skipanin við umboðsmanninum leggur upp til, at umboðsmaðurin kann mæla til ella heita á myndugleikar um at viðgera mál umaftur ella broyta mannagongdir. Á hendan hátt er lagt upp til, at umboðsmaðurin verður vegleiðari hjá fyrisitingini, sum sjálv kann rætta síni møguligu mistøk. Men um henda skipanin skal virka eftir ætlan, so krevur tað, at fyrisitingin eisini er búgvin at viðurkenna møgulig brek og at rætta tey.

Skipanin krevur eisini, at politiska skipanin er búgvin. Tá umboðsmaðurin rakar við álvarsom lýti ella brek, skal hann eftir lógini boða formansskapinum í Løgtinginum, løgmanni og avvarðandi landsstýrismanni frá hesum. Harvið verða hesir partar óbeinleiðis drignir inn í málið. Taka myndugleikarnir ikki tilmælini frá umboðsmanninum í álvara, og verða ásjónligir feilir ikki rættaðir, ella ivasamar mannagongdir broyttar, kann henda støðan í seinasta enda fáa politiskar avleiðingar.

Tørvurin á einum umboðsmanni
Tað er sett spurnartekin við, um vit í Føroyum hava brúk fyri einum umboðsmanni. Eitt sjónarmið er, at samfelagið er lítið, og at tað tí er lætt at hava gjøgnumskygni í fyrisitingini og hava eftirlit við, hvat  myndugleikarnir gera. Eitt annað sjónarmið er afturímóti, at serliga í smáum samfeløgum er tørvurin størstur at hava ein óheftan eftirlitsstovn. Í smáum samfeløgum eru ikki sterkir áhugabólkar við professionellum starvsfólkum, sum hava eftirlit við, at myndugleikar ikki misbrúka sítt vald ella viðgera borgarar eins, og eftir galdandi lógum og reglum.

Í smáum samfeløgum kann tað tykjast trupult at taka tyngjandi avgerðir ella avgerðir, sum eru illa umtóktar. Av tí at tað er stutt ímillum borgarar, fyrisiting og politikkarar, er størri vandi fyri “persónligum sambondum”. Avleiðingin av hesum er, at avgerðir stundum verða tiknar, uttan at nøkur formlig málsviðgerð fer fram. Politikkur hevur ofta størri týdning fyri úrslitið í einum máli enn galdandi lógir og reglur, sum verða settar til viks. Í slíkum førum verður ofta roynt at lata vera við at hava viðurskiftini skrivlig og formlig, og  ein serlig politisk og sosial mentan tekur seg upp. Dentur tykist verða lagdur á smidligar, effektivar og skjótar avgreiðslur.

Nevndu viðurskifti tala fyri, at tørvur er á einum sterkum og óheftum eftirlitsstovni sum umboðsmanninum ella dómstólinum fyri at halda útinnandi valdið á rættari leið og fyri støðugt at minna á meginregluna um virðing fyri rættarsamfelagnum og galdandi lógum og reglum. Tað hevur stóran týdning, at umboðsmaðurin ikki letur seg ávirka av dagsins trætum og ósemjum, ella letur seg stýra av kenslum í ítøkiligum málum og soleiðis fara av kós frá grundleggjandi samfelagsligu meginreglunum um demokrati, rættarsamfelag og rættvísa málsviðgerð.

Eg fari at enda hesa grein við nøkrum orðum hjá Johnhardi Klettheyggj, fyrrverandi ráðgeva hjá Løgtingsins umboðsmanni. Í sínum fyrilsetri á 10 ára haldinum viðgjørdi hann spurningin um, hvussu umboðsmansskipanin fer at gagna samfelagnum frameftir. Hann vísti á, at hesin spurningur liggur ikki bara í hondum umboðsmansins, men minst líka nógv í hondunum á samfelagnum, bæði tí útinnandi og tí lóggevandi valdinum. Tí, tað er upp til hesar myndugleikar at síggja til, hvussu umboðsmansskipanin verður vird og gagnnýtt til frama fyri rættarsamfelagið Føroyar.