2011

Grein: Fráfaringaravtalur innan tað almenna

Sonevndar fráfaringaravtalur, har arbeiðsgevari og arbeiðstakari av ymiskum orsøkum semjast um, at samstarvið partanna millum skal halda uppat, eru arbeiðsrættarliga ein natúrligur, lógligur og alment góðkendur liður, á einum vælvirkandi og dynamiskum arbeiðsmarknaði og kann í nógvum førum verða við til at tryggja áhugamálini hjá bæði arbeiðsgevara eins væl og arbeiðstakara.

Spurningurin um rættarligu støðuna, ið fráfaringaravtalur hava innan almenna arbeiðsmarknaðin, er ikki nógv viðgjørdur, men við tveimum úrskurðum, báðir dagfestir 16. november 2004, staðfesti Hægstirættur, at ein starvssetan á almenna arbeiðsmarknaðinum, á sama hátt sum á privata arbeiðsmarknaðinum,  kann halda uppat við avtalu millum partarnar. Nevndu dómar eru endurgivnir í danska lógartíðarritinum “Ugeskrift for Retsvæsen” fyri árið 2005, ávikavist á bls. 616 og 622 (U2005.616H og U2005.622H).

Í eini frágreiðing,  dagfest 21. desember 2004, umbiðin av rættarnevndini hjá Fólkatinginum í kjalarvørrinum á úrskurðunum hjá Hægstarætti, vísti danski umboðsmaðurin á, at tágaldandi rættarpraksis, viðvíkjandi sonevndum fráfaringaravtalum innan almenna arbeiðsmarknaðin, hevði verið fyri eini kollveltandi broyting, og at Hægstirættur grundleggjandi hevði broytt kós hesum viðvíkjandi.

Frágreiðingin letur ongan iva verða um, at umboðsmaðurin metir, at rættartrygdin hjá alment settum starvsfólkum, sum avleiðing av úrskurðunum hjá Hægstarætti, er ivasom, og at rættarstøðan viðvíkjandi fráfaringaravtalum innan tað almenna av somu orsøk er ógreið.

Praksis fyri 16. november 2004
Reglur um hvussu ávikavist ein arbeiðsgevari og ein arbeiðstakari kann verða loystur frá eini starvssetan, eru at finna í lógum, herundir t.d. Tænastumannalógini (Løgtingslóg nr. 31 frá 5. juli 1971 um tænastumenn landsins, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 19. mai 2008) og Starvsmannalógini (Løgtingslóg nr. 13 frá 20. mars 1958 um starvsmenn/funktionærer, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 2. juni 1970), og harumframt í sáttmálum.

Hesar lógar- og sáttmálaásetingar eru í stóran mun av prosessuellum slag og viðvíkja uppsøgn annaðhvørt við umsókn, har arbeiðstakarin tekur stig til at verða loystur úr starvi, ella uttan umsókn, har arbeiðsgevarin tekur stig til at enda starvssetanina. Reglurnar siga sostatt einki um uppsøgn eftir avtalu, vanliga nevnt fráfaringaravtalur.

Umframt omanfyri nevndu lógar- og sáttmálaásetingar hevur eisini Fyrisitingarlógin (Løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg/om forvaltning) umframt óskrivaðu fyrisitingarligu meginreglurnar, herundir markreglan, líkareglan, officialprinsippið og meginreglan um góðan fyrisitingarligan sið, beinleiðis ávirkan á mál viðvíkjandi uppsøgn á almenna arbeiðsmarknaðinum og eru tað serliga reglurnar um partshoyring, lógarinnar kap. 5, og grundgeving, kap. 6, sum eru av týdningi í hesum sambandi, eins og kap. 3 um vegleiðing og umboðan, og kap. 4 um skjalainnlit partanna hava ein ávísan týdning.

Týdningurin av prosessuellu reglunum í sambandi við uppsøgn sæst týðuliga í tí praksis, sum ávikavist dómstólarnir og umboðsmaðurin hava havt gjøgnum tíðirnar. Við úrskurði sagdur í Hægstarætti  (U2003.1660H) fekk arbeiðstakarin endurgjald fyri ósakliga uppsøgn vegna brot á markregluna, eins og brot á reglurnar um partshoyring, skjalainnlit og grundgeving í  U1999.1337H viðførdi, at arbeiðstakaranum varð veitt endurgjald fyri ósakliga uppsøgn.

Spurningin um fráfaringaravtalur - avtalaða uppsøgn - hava dómstólarnir ikki áðrenn Hægstarættarúrskurðarnar frá 16. november 2004 havt høvi til at taka støðu til í serliga nógvum førum, og er rættarpraksis hesum viðvíkjandi tí sera avmarkað. Tó er spurningurin í ein ávísan mun viðgjørdur av Hægstarætti í úrskurði U1974/3H, har rætturin staðfesti, at ein arbeiðstakari við avtalu kann frásiga sær rættindi sum viðkomandi annars vildi havt við uppsøgn uttan umsókn. Tann 19. desember 2002 hevur Eystari Landsrættur gjørt úrskurð, har staðfest verður, at ein tænastumaður við avtalu hevur frásagt sær rættartrygdina, ið reglurnar í Fyrisitingarlógini eru til fyri at tryggja.

Fólkatingsins Umboðsmaður hevur í síni praksis viðvíkjandi uppsøgn við avtalu, sum heild ikki viðurkent fráfaringaravtalur sum eitt nýtiligt amboð í starvsfólkarættarligum høpi á almenna arbeiðsmarknaðinum. Soleiðis hevur umboðsmaðurin í FOB  (Folketingets Ombudsmands Beretning) fyri árið 1998 á bls. 491 staðfest, at ein avtala um treytirnar í sambandi við eina uppsøgn ikki er ein avtaluspurningur og tí ikki er fevnd av avtalurættinum, men  er fevnd av “avgerðar-hugtakinum” í fyrisitingarrættinum.


Rættarstøðan eftir 16. november 2004
Sum nevnt innleiðandi, metti umboðsmaðurin, at Hægstirættur við sínum úrskurðum tann 16. november 2004 grundleggjandi hevði broytt kós, hvørjum uppsøgn við avtalu viðvíkur, og at rættarstøðan sum ein avleiðing av hesum var ógreið.

Sum víst á omanfyri, hevur rættarskipanin bert í fáum førum havt høvi til at viðgera spurningin um fráfaringaravtalur, áðrenn umrøddu dómar frá 2004, men greitt er, av tí praksis, sum tó finst frammanundan, at dómstólarnir sum heild viðurkenna, at arbeiðstakari við avtalu kann frásiga sær rættindi, sum viðkomandi annars hevur sambært lóg og/ella sáttmála.

Tað, sum kann sigast at verða tann kollveltandi broytingin í dómunum frá 2004, er, at Hægstirættur staðfestir, at sambært bæði orðaljóðinum og viðmerkingunum til Fyrisitingarlógina fella avtalur millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara sum heild uttanfyri “avgerðarhugtakið”, sum er grundarlagið undir øllum fyrisitingarrættinum, og tí kann ein avtala sum útgangsstøði ikki viðgerast í fyrisitingarligum høpi.

Og júst henda staðfesting fekk beinleiðis avleiðing fyri umboðsmansstovnin, tí við hesum var øll tann praksis, sum umboðsmaðurin hevði havt fram til 16. november 2004, sett úr gildi. Avleiðingin sæst aftur í, at umboðsmansstovnurin eftirfylgjandi sum heild hevur avvíst øll mál viðvíkjandi fráfaringaravtalum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Vert er at viðmerkja, at Hægstirættur í grundgevingum sínum fyri áðurnevndu úrskurðum leggur stóran dent á heilt konkret viðurskifti, ið vóru viðvirkandi til, at rætturin metti, at avtalan hevði bindandi virknað, herundir at partarnir vóru at meta sum javnbjóðis partar, og at avtalan í sínum orðaljóði, gjørdi fult og heilt upp við øll viðurskifti partanna millum.

Sostatt kann staðfestast, at tá ein fráfaringaravtala er fevnd av avtalurættinum, skulu avtalurættarligu reglurnar verða uppfyltar, fyri at ein tílík avtala kann fáa løgfrøðisligt gildi, og kann grundarlagið undir eini fráfaringaravtalu til eina og hvørja tíð roynast í rættarskipanini. Í úrskurði U2009.1961V tók Vestari Landsrættur støðu til bæði fyrisitingarliga- og avtalurættarliga spurningin viðvíkjandi eini fráfaringaravtala og kom til ta niðurstøðu, at málið skuldi viðgerast eftir avtalurættarligum reglum, og at grundarlag var ikki fyri at tilsíðisseta avtaluna.

Sum ein natúrlig avleiðing av úrskurðunum í Hægstarætti hevur eisini Løgtingsins umboðsmaður fylgt sama leisti sum Fólkatingsins umboðsmaður og avvíst at viðgera mál um uppsøgn við avtalu.

Føroyski umboðsmansstovnurin hevur tó einans í tveimum førum tikið støðu til mál viðvíkjandi fráfaringaravtalum  innan almenna arbeiðsmarknaðin.

Fyrra málið, sum er endurgivið í áliti, dagfest 27. februar 2004, jnr. 200300031, er viðgjørt áðrenn Hægstirættur gjørdi úrskurð, og har staðfesti umboðsmaðurin m.a., at  Mentamálaráðið ikki hevði yvirhildið fyrisitingarligu ásetingarnar um partshoyring, og at tað sum heild framgekk av málinum, at ein avtala millum aðalráðið og klagaran ikki kundi metast at verða inngingin á nøktandi grundarlagi.

Í seinna málinum, sum er frá 2006, jnr. 200600030, avvísti umboðsmaðurin at fara inn í málið, og lagdir vórðu til grund omanfyri nevndu Hægstarættarúrskurðir vísandi til, at ein avtala varð gjørd millum partarnar.

Samanumtikið
Við at velja at gera eina avtalu um fráfaring skal ein arbeiðstakari gera sær greitt, at avleiðingin er, at tann rættartrygd, ið finst innan karmarnar í fyrisitingarrættinum, ikki er galdandi, tá ein avtala verður tikin framum eina fyrisitingarliga prosess, og málið kann í síni heild ikki viðgerast eftir hetta í fyrisitingarligum høpi, men kann tó roynast sum eitt avtalurættarligt mál í rættarskipanini.

Í hvønn mun avtalur av hesum slag verða gjørdar á almenna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum í dag, er torført at meta um, tí flestu av hesum málum verða væntandi ongantíð  roynd innan fyrisitingarligu kærumyndugleikarnar og verða í besta føri tikin víðari til rættarskipanina.

Tað er tó nakað, ið bendir á, at hóast fráfaringaravtalur javnan verða gjørdar, eisini millum almennan arbeiðsgevara og arbeiðstakara, verða flestu “fráfaringarmál” handfarin sum starvsfólkamál eftir traditionellum starvsfólka- og fyrisitingarligum reglum og mannagongdum.

Sambært hagtølunum hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri árini 2009 – 2011 hevur talið av klagum um starvsfólkamál verið ávikavist 14 klagur í 2009, 4 klagur í 2010 og 8 klagur í 2011.

Hóast hesi tøl eru ov smá til at kunna nýtast sum grundarlag undir eini berandi niðurstøðu, er tað nærliggjandi at umhugsa, hvørjar orsøkirnar kunnu vera til, at tað samanumtikið eru so fáar klagur um starvsfólkaviðurskifti, tá havt verður í huga, hvussu nógv starvsfólkamál av ymiskum slag, sum dagliga verða handfarin innan almenna arbeiðsmarknaðin.

Ongin ivi er um, at nógv tey flestu starvsfólkamálini verða viðgjørd og handfarin sambært galdandi reglum og greiðum mannagongdum, og er hetta eisini galdandi fyri uppsagnarmál. Tó er vert at umhugsa, hvørt klagurnar til Løgtingsins umboðsmann um starvsfólkaviðurskifti, herundir serliga um uppsagnir, høvdu verið fleiri í tali, um ikki ein ávísur partur av hesum málum endaðu við eini fráfaringaravtalu.