2017

Ársfrágreiðing fyri 2016

Løgtingsins umboðsmaður avgreiddi 93 mál í 2016.

Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2016 er í dag handað formansskapinum hjá Løgtinginum.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 80 klagur í 2016. Hetta tal er ájavnt talinum av klagum undanfarnu 2 árini.

Av teimum klagunum, sum komu inn í 2016 vóru 69 endaliga avgreiddar innan 31. desember 2016. Harumframt vóru 14 klagur  avgreiddar, sum vóru innkomnar (men ikki avgreiddar)  frá undanfarnu árum.

Umframt tær ítøkiligu klagurnar, sum umboðsmaðurin fekk í 2016 tók umboðsmaðurin 7 mál upp av egnum ávum. Av hesum slagi av málum vóru 3 endaliga avgreidd við árslok 2016. Harumframt vórðu 7 mál avgreidd frá undanfarnu árum.

Í ársfrágreiðingini eru fýra greinar, sum viðgera hesi evni: “Góður fyrisitingarsiður”,“Viðgerð av avvístum klagum”,  ”At betra um lógir og fyriskipanir” og  “Virksemi hjá umboðsmanninum á barnaøkinum.”

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin, og tað er ókeypis.

Frágreiðingin verður latin løgtingsmonnum, landsstýrinum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. Eisini er ársfrágreiðingin løgd út á heimasíðu umboðsmansins: www.lum.fo

Tak niður sum pdf