2012

Ársfrágreiðing fyri 2011

Ársfrágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni í nýggjari uppseting

Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2011 er í dag handað formansskapinum hjá løgtinginum.

Nú tey fyrstu 10 árini hjá stovninum eru løgd afturum, er avgjørt at broyta uppsetingina av ársfrágreiðingini.

Higartil hevur ársfrágreiðingin varpað ljós á tey mál, sum umboðsmaðurin hevur mett hava almennan týdning og áhuga, og sum kunnu vera ein vegleiðing um, hvussu líknandi mál skulu viðgerast í framtíðini. Tann tøkniliga gongdin ger, at flest øll á ein ella annan hátt hava atgongd til heimasíðuna hjá umboðsmanninum á alnetinum. Á heimasíðuni finnast allar niðurstøðurnar hjá umboðsmanninum, og mett hevur verið, at tað ikki longur er neyðugt at endurtaka hesar niðurstøður í ársfrágreiðingini. Í framtíðini verður bert ein samandráttur tikin við í ársfrágreiðingina, meðan álitið í síni heild kann lesast á heimasíðini.

Umframt eina frágreiðing um gongdina í árinum, sum verður víst við ymiskum hagtølum, eru tvey evnir viðgjørd, sum kunnu hava almennan áhuga. Evnini eru: “Innlit í fyrisitingina” og “Fráfaringaravtalur innan tað almenna”.

Ætlanin er í framtíðini at viðgera viðkomandi fyrisitingarrætligar spurningar í ársfrágreiðingini. Spurningar, sum kunnu hava almennan áhuga, ella sum kunnu verða ein vegleiðing hjá teimum, sum arbeiða innan fyri hesi øki.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 61 klagur í 2011, og at stovnurin avgreiddi 46 av hesum klagum. Haraftrat vórðu avgreiddar 15 klagur frá 2009 og 2010.

Talið av klagum í 2011 er væl lægri enn undanfarin ár. Tað er torført at geva nakra neyva frágreiðing fyri hesari gongd, men sær tað út til, at talið av klagum higartil í ár hevur verið vaksandi.

Tak niður sum pdf