18.01.2021

Almannaverkið fekk átalu fyri langdrigna málsviðgerð

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Almannaverkinum í einum máli um stuðulsfyriskipan.

Langdrigna málsviðgerðin hevði við sær, at barn klagarans misti stuðulsfyriskipanina í 3 mánaðir.

Umboðsmaðurin gav Almannaverkinum eina átalu fyri handfaringina av málinum (LUM 20/00125).

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.