08.07.2021

Álit viðvíkjandi klagu um avgerð hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum at nokta stuðli til eina filmsverkætlan

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um avgerð hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, at nokta stuðli til filmsverkætlanina “Skúla Scam” vegna málbrúkið í filminum.

Klagarin førdi í klagu sínari m.a. fram, at landsstýrismaðurin við sínari avgerð um at nokta stuðul til filmsverkætlanina, gekk ímóti tí, ið Løgtingið upprunaliga hevði ætlað við stuðli til slíkar filmsverkætlanir, eitt nú, at stuðul verður veittur eftir tilmæli frá yrkisfólki og óheft frá politiska myndugleikanum.

Í hoyringsskrivi til umboðsmannin í sambandi við klaguna, gjørdi Uttanríkis- og mentamálaráðið m.a. greitt, at ein stýrisbólkur er settur at hava yvirskipaða arbeiðið um hendi at skipa leistin fyri, hvussu almennur stuðul verður veittur til føroyska filmsgerð. Sagt varð, at stýrisbólkurin velur tveir filmsráðgevar, ið gera tilmæli til landsstýrismannin um býtið av stuðlinum. Sagt varð eisini, at skipanin við filmsstuðli er fakliga tryggjað við ráðgevum, men at leikluturin hjá ráðgevunum er tilmælandi, og at armslongd ikki eyðmerkir skipanina. Sambært ráðnum merkir hetta, at tað er landsstýrismaðurin, ið tekur endaliga avgerð um filmsstuðul.

Umboðsmaðurin helt, at landsstýrismaðurin hevur heimild at gera av hvør, ið fær stuðul. Heimildin er at finna í § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list. Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at Løgtingið í 2014 við einari broyting í lógini hevur givið landsstýrismanninum í mentamálum heimild at leggja sína avgerðarheimild, sambært § 2, stk. 2, til annan almennan myndugleika ella stovn.

Umboðsmaðurin metti,at løgtingið við lógarbroytingini í 2014 hevur tikið eina støðu til meginregluna um armslongd innan mentanarøkið og hevur í hesum høpi gjørt av at lata tað upp í hendurnar á avvarandi landsstýri at gera av, um ella í hvønn mun meginreglan skal vera galdandi.  Staðfestast kann, at landsstýrið ikki enn hevur nýtt hesa heimild, og tískil er meginreglan um armslongd ikki galdandi í sambandi við tær avgerðir, ið landsstýrismaðurin tekur í hesum høpi.

Umboðsmaðurin helt eisini, at landsstýrismaðurin, umframt at hava heimild at gera av hvør, ið fær stuðul, eisini hevur tikið eina fyrisitingarrættarliga avgerð, ið heldur seg innanfyri lógliga karmin fyri hvat ein landsstýrismaður sakliga kann leggja dent á í sambandi við viðgerð av stuðulsumsóknum. Umboðsmaðurin vísti í hesum sambandi á, at ásett er í kunngerð, at tá umsóknir um stuðul verða viðgjørdar, verða listarlig og mentanarlig eyðkenni at galda sum metingarstøði. Í innanhýsis leiðreglum og vegleiðing frá ráðnum, er m.a. ein nágreining gjørd av metingarstøðinum, ið sambært umboðsmanninum ikki klárt og til fulnar ger greitt hvat, ið kann, skal ella ikki skal vera galdandi. Ei heldur er í leiðreglunum ella vegleiðingini gjørd nøkur raðfesting eftir týdningi av metingarstøðinum, soleiðis at summir tættir hava størri raðfesting enn aðrir.

Grundað á hetta, metti umboðsmaðurin seg ikki hava grundarlag fyri at finnast at, at landsstýrismaðurin hevur lagt dent á málbrúk sum listarligt og mentanarligt eyðkenni fram um onnur, og raðfest hetta at hava avgerandi týdning. 

Umboðsmaðurin vísti eisini á, at karmurin og innihaldið av virkseminum hjá filmsráðgevunum í høvuðsheitum er skipað í innanhýsis leiðreglum og vegleiðing hjá ráðnum. Umboðsmaðurin metti, at hesin fyriskipanarligi formurin ikki er egnaður, tá talan er um reglur, ið skulu handhevjast móti borgarum og um reglur, ið skipa setanarlig viðurskifti hjá myndugleikanum. Umboðsmaðurin mælti til, at Uttanríkis- og mentamálaráðið fær skipað hesi og møguliga onnur viðkomandi viðurskifti, ið hava samband við umsiting av filmsjáttanini, í lóg ella kungerð, soleiðis at opinleiki og gjøgnumskygni verður tryggjað á økinum.

Harafturat mælti umboðsmaðurin til, at stýrisbólkurin, ið er settur at hava yvirskipaða arbeiðið um hendi at skipa leistin fyri, hvussu almennur stuðul verður veittur til føroyska filmsgerð, fær skipað síni grundleggjandi viðurskifti í lóg ella kunngerð, eitt nú viðurskifti kring val og tal av limum í stýrisbólkinum.

Burtursæð frá hesum viðmerkingum, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við málið (LUM 21/01532).

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.