29.04.2025

Skriv til Løgmálaráðið um vantandi viðgerð av klagu um kommunuval

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá borgara um, at Løgmálaráðið einki ger við eina kæra frá honum um kommunuvalið í Runavíkar kommunu, tí hann eisini hevur meldað mál um valsvik til løgregluna. Vísandi til, at kæran ikki einans var um valsvik, men eisini um fyrisitingarligar spurningar so sum gegni og mannagongdir í sambandi við valið, mælti umboðsmaðurin Løgmálaráðnum til at taka málið til nýggja viðgerð.

Borgari, sum hevði sent kæru til Løgmálaráðið um kommunuvalið í Runavíkar kommunu í november 2024, klagaði um, at Løgmálaráðið hevði avgjørt ikki at gera nakað við kæru hansara, tí málið eisini var meldað til løgregluna sum valsvik. Borgarin hevði eisini kært avgerðina frá Løgmálaráðnum til løgmann. Eftir at hann ikki fekk viðhald frá Løgmansskrivstovuni, vendi borgarin sær til Løgtingsins umboðsmann við klagu um Løgmálaráðið og Løgmansskrivstovuna.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at kæran var ikki einans um valsvik, men eisini um fyrisitingarligar spurningar so sum gegni og mannagongdir í sambandi við valið, og at hesi viðurskifti kundu viðgerast óheft – ella við fyrivarni fyri - at meldað var um valsvik.
Umboðsmaðurin mælti tí Løgmálaráðnum at taka málið til nýggja viðgerð.

Grundað á, at løgmaður ikki er ein vanligur kærustovnur fyri avgerðini hjá Løgmálaráðnum, men at viðgerðin hjá løgmanni er ein spurningur um landsstýrismannaábyrgd, samsvarandi stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3, hevði umboðsmaðurin ikki viðmerkingar til niðurstøðuna hjá Løgmansskrivstovuni. (LUM 25/07600)

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.