
Mánadagin 27. oktober var Barnanna umboðsmaður boðin at vitja Velbastaðar skúla.
Umboðsmaðurin vitjar fegin skúlar og onnur støð har børn eru fyri at kunna um Barnarættindasáttmálan og sítt virksemi.
Velbastaðar skúli hevur næmingar í 1-6 flokki, sum øll vóru savnaði í felagshølum skúlans í sambandi við vitjanina.
Á slíkari vitjan royna vit at geva ítøkiliga og barnavinarliga kunning um Barnarættindasáttmálan, barnarættindi og møguleikan hjá børnum at venda sær til umboðsmannin.
Sí her eisini frágreiðing um vitjanina á heimasíðuni hjá Velbastaðar skúla: https://vel.fo/news/70/umbodsmadurin-vitjar