2025

Barnanna umboðsmaður vitjar Leirvíkar skúla

Mánadagin 6. oktober var Barnanna umboðsmaður boðin við til spennandi tiltak í skúlanum í Leirvík.

Ein lærari greiddi á livandi hátt frá um tey fýra virðini: tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.  Eisini var orð sett á, hvussu børnini kunnu nýta virðini í teirra skúladegi. Sjónligt var, at børnini kendu hesi virði aftur og høvdu tosað um tey fyrr. 

Hanna Vang fekk høvi at heilsa upp á børnini og greiða eitt sindur frá um barnarættindasáttmálan, tað góða barnalívið og um møguleikan hjá børnum at venda sær til umboðsmannin. 

Barnanna umboðsmaður var sera fegin um høvið at vitja. 

Sí her eisini frágreiðing um vitjanina á heimasíðuni hjá Leirvíkar skúla: Skúlin í Eysturkommunu