2026

Ársfrágreiðing fyri 2025

Ársfrágreiðingin fyri 2025 er í dag handað Løgtinginum.

Ársfrágreiðingin lýsir virksemið í farna ári, hvørjar klagur eru komnar inn, hvørji evni hava verið viðgjørd, og hvussu klagurnar eru viðgjørdar. Eisini eru frágreiðingar, sum vórðu lidnar í 2025 viðvíkjandi málum, sum umboðsmaðurin hevur tikið upp av egnum ávum.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 104 klagur í 2025. Av hesum klagunum vóru 93 endaliga avgreiddar innan 31. desember. Harumframt vóru avgreiddar 23 klagur frá undanfarnum árum. Talið av klagum var eitt sindur lægri enn í 2024.

Av teimum 116 klagunum, sum vórðu avgreiddar í 2025, endaðu 26 við niðurstøðum í antin áliti ella skrivi.

Í 2025 lat umboðsmaðurin úr hondum frágreiðingar frá tveimum eftirlitsvitjanum og einari kanning av máli av egnum ávum.

Í ársfrágreiðingini eru eisini tvær greinar.
Tann eina er um vandar fyri mismuni í sambandi við talgilding av tænastum, og hin er um Barnarættindasáttmálan og lógarsmíð.

Frágreiðingin verður latin løgtingslimum, landsstýrisfólkum, øðrum almennum myndugleikum og fjølmiðlunum. 

Tórshavn, tann 19. mai 2026

Hanna Vang
Løgtingsins umboðsmaður

Tak niður sum pdf