17.07.2012

Álit viðvíkjandi klagu um handfaringina hjá Mentamálaráðnum av eini kæru um eina próvtøku á Føroya Handilsskúla

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Mentamálaráðnum av eini kæru um eina próvtøku á Føroya Handilsskúla. Umboðsmaðurin metti ikki, at kærumálið hevði fingið eina nøktandi málsviðgerð, og gav Mentamálaráðnum eina átalu fyri handfaringina av málinum. Av tí at so long tíð var fráliðin síðani umrøddu próvtøku, metti umboðsmaðurin, at tað ikki tænti nøkrum endamáli at viðgerða tann partin, ið viðvíkti uppafturtøku av kærda málinum. (j.nr. 201000041)

Álitið kann lesast her