05.03.2010

Álit viðv. handfaring av umbøn um innlit í samskifti millum Uttanríkisráðið og Landsgrannskoðanina

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Uttanríkisráðnum av eini umbøn um innlit í samskifti millum Uttanríkisráðið og Landsgrannskoðanina.

Í fyrstu atløgu fekk klagarin boð um, at umbønin fór ikki at verða viðgjørd fyrr enn 2 vikur seinni, av tí at starvsfólkaleiðarin og aðalstjórin vóru í summarfrí. Hetta helt umboðsmaðurin ikki vera eina rímiliga orsøk at útseta viðgerðina av málinum og vísti á, at Uttanríkisráðið í slíkum føri hevði skyldu at tryggja, at onkur annar kundi taka sær av málinum.

Umboðsmaðurin vísti á, at sambært § 16, stk. 1 í innlitslógini hava myndugleikar eina lógarásetta skyldu at svara innlitsumbønum skjótast gjørligt, og tað var ikki nøktandi, at klagarin noyddist at rykkja eftir málinum, og at ráðið ikki fyrr enn 5 vikur eftir at hava móttikið umbønina, boðaði klagaranum frá, hví umbønin ikki var svarað, og nær ein avgerð kundi væntast.

Uttanríkisráðið greiddi umboðsmanninum frá, at viðgerðin dró út, tí ivi var um, hvørt samskiftið við Landsgrannskoðanina var fevnt av rættinum til innlit. Ivi tyktist serliga hava verið um, hvørt innanhýsis skjøl framhaldandi vóru at meta sum innanhýsis, tá tey vóru latin Landsgrannskoðanini. Umboðsmaðurin dugdi ikki at síggja, hví hesin ivin tók seg upp í viðgerðini av ítøkiliga málinum, tí um hetta mundið vóru eingi innanhýsis skjøl í málinum.

Umboðsamaðurin helt tað als ikki vera nøktandi, at Uttanríkisráðið ikki gav klagaranum innlit í málið fyrr enn 1 – 2 vikur eftir, at ráðið fekk svar uppá nevndu ivamálini.

Samanumtikið helt umboðsmaðurin tað ikki vera nøktandi, at ráðið nýtti góðar seks vikur at avgreiða innlitumbønina. Umboðsmaðurin gav ráðnum eina átalu fyri handfaringina av málinum.

Av tí at klagarin hevði fingið innlit í málið, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við málið. (j.nr. 200900084)
 

Álitið kann lesast her