30.04.2025

Álit um noktandi loyvi at ræna lomvigaregg

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um noktandi loyvi til eitt áhugafelag at ræna lomvigaregg eina viku í mai 2025. Tjóðsavnið hevur síðani 2010 einans givið eitt avmarkað loyvi til ræning av lomvigareggum í 2014. Umboðsmaðurin helt ikki, at Fuglaveiðulógin heimilar landsstýrismanninum heilt at forbjóða ræning í longri áramál uttan at taka atlit at varðveitslu av siðinum at ræna egg. Umboðsmaðurin mælti til, at Almanna- og mentamálaráðið endurskoðaði kæruavgerðina og avmarkandi umsitingina av kunngerðini ella heitti á Uttanríkis- og vinnumálaráðið um at endurskoða heimildina fyri ræning av lomvigareggum í Fuglaveiðulógini, so samsvar er millum Fuglaveiðulógina, kunngerðina og umsitingina av henni.

Eitt áhugafelag hevði søkt um loyvi at ræna í mesta lagi 500 lomvigaregg. Áhugafelagið helt, at henda nøgd ikki kundi metast at skaða stovnin munandi, sum var ein av treytunum í kunngerðini um ræning av lomvigareggum.

Noktandi avgerðin var grundað á, tað ikki varð mett ráðiligt at gera inntriv í reiðringina hjá lomviga nakrastaðni í Føroyum, tá samlaði stovnurin enn kann metast at vera í niðurgongd. Tjóðsavnið hevur síðani 2010 einans givið eitt avmarkað loyvi til ræning av lomvigareggum í 2014.

Sambært Fuglaveiðulógini er loyvt at taka lomvigaregg á hvørjum ári til og við 8. juni á ávísum støðum í ávísum fuglabjørgum eftir nærri kunngerð frá landsstýrismanninum. Treytin fyri at fáa loyvi, sambært kunngerðini, er millum annað, at Tjóðsavnið metir, at ræningin ikki skaðar stovnin munandi.

Grundgevingin fyri at seta ræning av lomvigareggum inn í Fuglaveiðulógina í 1986 var, at vandi var fyri at siðurin at ræna egg fall burtur.

Umboðsmaðurin helt tí ikki, at Fuglaveiðulógin heimilar landsstýrismanninum heilt at forbjóða ræning í longri áramál uttan at taka atlit at ynskinum at varðveita siðin at ræna egg. Umboðsmaðurin ásannaði, at avmarkandi umsitingin av kunngerðini um ræning av lomvigareggum hevur verið fylgd í fleiri ár vegna stúran um lomvigarstovnin.

Umboðsmaðurin mælti til, at Almanna- og mentamálaráðið endurskoðaði kæruavgerðina og avmarkandi umsitingina av kunngerðini ella heitti á Uttanríkis- og vinnumálaráðið um at endurskoða heimildina fyri ræning av lomvigareggum í Fuglaveiðulógini, so samsvar er millum Fuglaveiðulógina, kunngerðina um ræning av lomvigareggum og umsitingina av henni. (LUM 25/05920)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum