22.05.2025

Álit um málsviðgerðina hjá Tórshavnar kommunu av einari umbøn um innlit

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Tórshavnar kommunu av einari umbøn um innlit. Tórshavnar kommuna gav eftir 44 døgum klagaranum noktandi svar uttan at hava givið kunning frammanundan um orsøkina til seinkanina, og nær ein avgerð kundi væntast. Hetta helt umboðsmaðurin vera átaluvert. Umboðsmaðurin helt eisini, at grundgevingin fyri at nokta umbønini ikki leyk kravið um grundgeving í fyrisitingarlógini, og at heimildin í innlitslógini, ið kommunan hevði nýtt, ikki var nýtilig í hesum føri. Harafturat helt umboðsmaðurin tað vera atfinningarsamt, at Tórshavnar kommuna ikki hevði viðgjørt møguleikan at gera klagaran kunnigan við upplýsingar, ið ikki vóru undantiknar skjalainnliti. At enda vísti umboðsmaðurin á, at Tórshavnar kommuna átti at hildið tær klagumálsfreistir, ið umboðsmaðurin hevði sett. Samanumtikið gav umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina átalu fyri málsviðgerðina av hesum máli.

Klagarin bað um innlit tann 30. oktober 2024, og umbønin varð ikki avgreidd fyrr enn tann 13. desember 2024, tá kommunan gav klagaranum noktandi svar til umbønina. Seinni, eftir at klagað varð til umboðsmannin, varð játtað klagaranum fult innlit í málið.

Sambært góðum fyrisitingarsiði eigur ein almennur myndugleiki at skipa sínar arbeiðsgongdir soleiðis, at málsviðgerðin ikki gerst óneyðuga drúgv. Í § 16, stk. 2 í innlitslógini er ásett, at er ein áheitan um skjalainnlit ikki gingin á møti ella noktað innan 10 dagar eftir, at viðkomandi myndugleiki hevur móttikið hana, skal myndugleikin boða frá um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals. Í hesum føri varð umbønin um innlit ikki avgreidd fyrr enn 44 dagar eftir, at hon varð latin Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna gav í hesum tíðarskeiði ikki kunning til klagaran um orsøkina til seinkanina, og nær ein avgerð kundi væntast.

Tórshavnar kommuna hevði sum grundgeving fyri at nokta innlit endurgivið § 13, stk.1, nr. 5 og 6 í innlitslógini. Ásetingin snýr seg um, at rætturin til skjalainnlit kann avmarkast í tann mun, tað er neyðugt til verju av munandi umhugsni fyri fíggjarligu áhugamálunum hjá tí almenna, umframt privatum ella almennum áhugamálum, har tað vegna serligar umstøður er neyðugt at dylja málið. Umboðsmaðurin helt, at grundgevingin ikki leyk kravið í fyrisitingarlógini. Tórshavnar kommuna átti at greitt frá, hvørji atlit høvdu verið avgerandi fyri at nokta innlit heldur enn einans at endurgeva rættarregluna.

Umboðsmaðurin metti harafturat, at § 13, stk. 1, nr. 5 og 6 ikki kundi nýtast sum heimildargrundarlag fyri at nokta innlitsumbønini. Vanlig og neyðug mannagongd í sambandi við nýtslu av hesari áseting er, at avvarðandi áhugapartar verða hoyrdir í málinum. Tórshavnar kommuna framdi ikki slíka hoyring, hvørki í sambandi við, at umbønin um innlit í fyrstu syftu varð noktað, ella tá hon tveir mánaðir seinni varð játtað.

Umboðsmaðurin helt tað eisini vera atfinningarsamt, at Tórshavnar kommuna í sambandi við noktandi avgerðina ikki hevði mett um upplýsingar vóru í málinum, ið klagarin kundi gerast kunnigur við, sonevnd ekstrahering, sambært § 13, stk. 2 í innlitslógini.

Tórshavnar kommuna fekk samanumtikið eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 24/28933)

Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.