Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu av einum barnaverndarmáli. Klagan var í fyrstu syftu lokað, tí umboðsmaðurin metti, at hóast barnaverndartænastan í einum føri ikki hevði hildið lógarásettu eftirmetingarskylduna í § 16 í barnaverndarlógini, so hevði barnaverndartænastan ikki latið málið koma í drag vegna drál. Síðani gjørdi umboðsmaðurin av at taka málið uppaftur, tí upplýsingar og frágreiðingar, ið klagarin og barnaverndartænastan aftaná høvdu latið umboðsmanninum vístu, at barnaverndartænastan enn einaferð ikki hevði hildið sína lógarásettu eftirmetingarskyldu. Harafturat hevði barnaverndartænastan ikki svarað umboðsmanninum rættstundis í sambandi við klagumálsviðgerðina. Umboðsmaðurin gav barnaverndartænastuni eina átalu fyri málsviðgerðina av hesum máli og fyri málsviðgerðina í sambandi við klagumálsviðgerðina hjá umboðsmanninum.
Ein advokatur klagaði vegna sín klient um málsviðgerðina og málsviðgerðartíðina hjá barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu í einum barnaverndarmáli.
Umboðsmaðurin lokaði klaguna í fyrstu syftu, tí umboðsmaðurin samanumtikið ikki fann orsøk at halda, at barnaverndartænastan hevði latið málið komið í drag vegna drál.
Barnaverndartænastan hevði viðurkent, at hon ikki hevði hildið lógarfestu eftirmetingarskylduna á seks mánaðir í barnaverndarlógini. Ein eftirmeting av málinum, ið av røttum skuldi verið í mai 2024, varð framd í august 2024. Umboðsmaðurin minti barnaverndartænastuna á at framyvir at halda lógarásettu eftirmetingarskylduna og gav sær eisini far um, at gongd alla tíðina hevði verið í málinum, og at barnaverndartænastan hevði boðað klagaranum frá, at ein eftirmeting skuldi verða aftur í februar 2025.
Í apríl 2025 vendi klagarin sær aftur til umboðsmannin, har hann boðaði frá, at hann framvegis onki hevði frætt frá barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu.
Eftir at hava fingið frágreiðing frá barnaverndartænastuni, valdi umboðsmaðurin at taka málið uppaftur.
Barnaverndartænastan vísti á, at stórt arbeiðstrýst á stovninum hevði gjørt, at málið var komið í drag.
Umboðsmaðurin vísti á, at ein myndugleiki hevur skyldu at skipa síni viðurskifti soleiðis, at eitt nú stór arbeiðsbyrða nervar vanligu málsviðgerðina hjá myndugleikanum sum minst.
Umboðsmaðurin helt, at stórt arbeiðstrýst ikki kundi nýtast sum umberandi orsøk fyri, at lógarásetta eftirmetingin ikki varð framd til tíðina í februar 2025, men í mai 2025, ið var nærum tríggjar mánaðir ov seint. Umboðsmaðurin vísti á, at tað var av stórum týdningi, at lógarásetta freistin á seks mánaðir í barnaverndarlógini varð hildin.
Undir klagumálsviðgerðini bað umboðsmaðurin barnaverndartænastuna um frágreiðing um málið og noyddist í tveimum førum at minna barnaverndartænastuna á málið. Hetta helt umboðsmaðurin ikki vera nøktandi.
Umboðsmaðurin gav samanumtikið barnaverndartænastuni í Tórshavnar kommunu eina átalu fyri málsviðgerðina av hesum máli og fyri málsviðgerðina í sambandi við klagumálsviðgerðina hjá umboðsmanninum. (LUM 24/21405)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.