Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá einum áhugafelag sum í høvuðsheitum snúði seg um, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevði lýst broyting av linkingarhátti sambært norðurlendsku tvískattaavtaluni við kunngerð, heldur enn lóg. Klagarin metti, at slík broyting bert kundi fáa virknað yvirfyri borgarum í Føroyum, um broytingin varð lýst við lóg. Umboðsmaðurin viðmerkti, at møguleikin fyri at broyta linkingarháttin í tvískattasáttmálanum var samtyktur við løgtingslógargildi, at fráboðanin um broytta linkingarháttin eftir hansara meting var framd við neyðugum mandati og samsvarandi lógarfyriskrivaðu mannagongdini. Víst var á, at tá fráboðanin um broyting í linkingarhátti varð gjøgnumførd sum lógarfyriskrivað, fekk broytingin í tvískattasáttmálanum lógargildi. Broyttu ásetingarnar kundu, sambært lógartekstinum fyri broytingina, hareftir verða nýttar við atlit at skatti fyri eftirfylgjandi ár. Umboðsmaðurin helt, at kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 var at meta sum ein kunning um, at linkingarhátturin fór at verða broyttur, og nær broytingin fekk virknað. Av hesum ávum helt umboðsmaðurin, at kunngerðin ikki innihelt viðurskifti, sum kravdu nýggja lógarviðgerð. Umboðsmaðurin avgjørdi tí ikki at gera meira við klagumálið.
Ein advokatur klagaði vegna áhugafelag um, at landsstýriskvinnan í fíggjarmálum í september 2024 hevði lýst eina broyting av linkingarháttinum, sambært norðurlendsku tvískattaavtaluni við kunngerð, heldur enn lóg. Eisini klagaði ein borgari um somu viðurskifti.
Persónar, sum arbeiða uttanlands og higartil hava fingið linking í skattaútrokningini í sambandi við uttanlandsinntøku eftir sonevnda eksemption linkingarháttinum, hava verið lagaligari skattaðir enn persónar við lønarinntøku úr Føroyum. Broytingin, sum fekk virknað 1. januar 2025, hevur við sær, at framyvir fer linkingin í skattaútrokningini at verða givin eftir øðrum linkingarhátti, sum ger, at hesir persónar koma at rinda meira í skatti í Føroyum enn higartil. Klagarin metti, at slík broyting bert kundi fáa virknað yvirfyri borgarum í Føroyum, um broytingin varð lýst við lóg.
Umboðsmaðurin viðmerkti, at møguleikin fyri at broyta linkingarháttin í tvískattasáttmálanum var samtyktur við løgtingslógargildi. Fráboðanin um broytta linkingarháttin var eftir meting umboðsmansins framd við neyðugum mandati og samsvarandi lógarfyriskrivaðu mannagongdini um, hvussu broytingin kundi fáa gildi. Harvið fekk broytingin í tvískattasáttmálanum lógargildi og kundi verða nýtt fyri skatting eftirfylgjandi ár.
Umboðsmaðurin helt, at kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 var at meta sum ein kunning um, at linkingarhátturin fór at verða broyttur, og nær broytingin fekk virknað. Av hesum ávum helt umboðsmaðurin, at kunngerðin ikki innihelt viðurskifti, sum kravdu nýggja lógarviðgerð.
Umboðsmaðurin avgjørdi tí ikki at gera meira við klagumálið. (LUM 25/05230 og 25/02000)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.