Tað sum tú sigur fyri okkum

    Hvat ger umboðsmaðurin við klaguna hjá mær?

    Umboðsmaðurin kann ikki viðgera allar klagur, sum hann fær.
     
    Umboðsmaðurin kann ikki viðgera klagur um okkurt, sum er hent fyri meira enn einum ári síðani.
     
    Nakrar avgerðir hjá myndugleikum kunnu kærast til ein annan myndugleika, sum kann broyta avgerðina. Tað skalt tú gera fyrst, áðrenn umboðsmaðurin kann viðgera málið.
     
    Umboðsmaðurin kannar allar klagur, sum hann fær, men hann tekur ikki altíð nakra avgerð um tað, sum klagan snýr seg um.
    Umboðsmaðurin ringir ella skrivar ofta til tann, sum klagar, og til tann myndugleikan, sum klagan er um, áðrenn hann ger av, um hann skal taka støðu til klaguna.
     
    Um umboðsmaðurin ger av, at hann skal taka støðu til klaguna, sendir hann hana til tann myndugleikan, sum klagan er um. Hann spyr myndugleikan um ymiskt og biður um at fáa tey skjøl, sum myndugleikin hevur um málið.
     
    Tann, sum hevur klagað, fær at vita, hvat myndugleikin sigur, og sleppur at svara uppá tað.
     
    Um umboðsmaðurin heldur, at myndugleikin hevur gjørt nakað skeivt, kann hann geva myndugleikanum eina átalu fyri tað. Hann kann eisini biðja myndugleikan um at viðgera málið umaftur og taka eina aðra avgerð.
     
    Umboðsmaðurin kann ikki sjálvur broyta eina avgerð, sum ein myndugleiki hevur tikið.

    Tekur umboðsmaðurin mína klagu í álvara?

    Vit taka altíð tína klagu í álvara og royna at hjálpa tær. Men tað er ikki vist, at vit kunnu svara tínum spurningum ella gera nakað við tína klagu.
     
    Tað eru nøkur krøv í lógini um Løgtingsins umboðsmann, sum skulu verða uppfylt, um vit skulu viðgera tína klagu. Krøvini eru:

    Tað má ikki vera meira enn eitt ár síðani, at tað, sum tú klagar um, er hent.
    Um tað ber til at kæra eina avgerð, sum ein myndugleiki hevur tikið, til ein annan myndugleika, mást tú gera tað fyrst.

    Tað, sum tú klagar um, má vera okkurt, sum umboðsmaðurin hevur loyvi at taka støðu til. Reglurnar í lógini um Løgtingsins umboðsmann gera av, hvørji mál umboðsmaðurin kann viðgera.

    Um tú ivast í, um vit kunnu hjálpa tær við tí, sum tú ert ónøgd/ur við, skalt tú bara seta teg í samband við okkum kortini. Vit vilja gera tað, vit kunnu, fyri at hjálpa tær víðari við tínum spurningum. 

    Siga tit fyri nøkrum, at eg havi klagað til tykkum?

    Tað gera vit vanliga bara, um vit skulu gera meira við tað, sum tú ringir, skrivar ella kemur at práta við okkum um. Um vit skulu hjálpa tær við tí, sum tú klagar um, mugu vit vanliga siga tað fyri teimum, sum hava foreldramyndugleika yvir tær.

    Vit mugu eisini siga fyri teimum, sum tú klagar um, at tú hevur klagað. Vit skulu spyrja tey, hvat tey hava at siga til tað, sum tú klagar um.

    Um tú ikki vilt, at vit skulu siga fyri nøkrum, at tú hevur klagað, so gera vit tað vanliga ikki, men so fáa vit heldur ikki hjálpt tær. Um tú klagar um okkurt, sum er ógvuliga álvarsligt, hava vit skyldu at siga Barnaverndini frá tí.

    Goyma tit upplýsingar um meg?

    Tá tú skrivar, ringir ella kemur at práta við okkum um trupulleikar, sum tú kundi hugsa tær at klaga um, skriva vit eitt skjal, sum vit goyma í telduskipan okkara. Í skjalið skriva vit, hvussu tú eitur, hvar tú býrt, og hví tú hevur skrivað, ringt ella ert komin at práta við okkum.

    Vit mugu skriva alt niður, sum børn og vaksin klaga til okkum um, tí vit skulu altíð kunna síggja, hvat tey hava sagt, og hvat vit hava gjørt við tað, sum tey hava klagað um. Um vit skriva bræv til onnur um tína klagu, goyma vit brævið og eisini svar uppá brævið.

    Tú hevur rætt til at vita, hvørjar upplýsingar vit hava goymt um teg. Tú hevur eisini rætt til at biðja okkum rætta ella strika?? upplýsingar um teg, sum tú heldur vera skeivar. Tað gera vit, um vit eru samd í tí, sum tú biður um. Tú kanst seta teg í samband við okkum, um tú vilt vita, hvørjar upplýsingar vit hava goymt um teg.