2016

Grein: Samskifti á Facebook

“Nýtslan av alnótini og serliga teimum sosialu alnótstænastunum sum t.d. Facebook hevur havt við sær, at einstaklingar í størri og størri mun handfara persónsupplýsingar.”

Verja av privatlívi og persónsupplýsingum vekjur størri og størri ans. Nýggj tøkni so sum myndatól í fartelefonum og sosialar alnótstænastur eru m.a. orsøkin til hetta. Facebook er ein av hesum alnótstænastum, sum setur síni krøv til verju av privatlívinum hjá tí einstaka.

Umboðsmaðurin fekk í 2015 tvær klagur, sum snúðu seg um Facebook. Umboðsmaðurin fekk ikki hjálpt klagarunum og gjørdi tí ikki meira við málini.

Í fyrra málinum hevði eitt starvsfólk í Almannaverkinum luttikið í sending hjá Kringvarpi Føroya (KvF) og hevði í sendingini lagt fram nøkur faktuel tøl. Aftan á sendingina vóru viðmerkingar og kjak í einum bólki á Facebook, nevndur “Kringvarp Føroya”, sum bar búmerki hjá KvF og hevði yvir 2600 limir. Starvsfólkið varð í kjakinum lagt undir at koma við skeivum og ófullfíggjaðum upplýsingum. Starvsfólkið klagaði tí til KvF, tí tað helt seg vera útspilt í facebookbólkinum. KvF svaraði, at KvF ikki stóð fyri facebookbólkinum, men at nøkur starvsfólk, sum arbeiddu í KVF høvdu stovnað bólkin og vóru fyrisitarar í bólkinum. Talan var um ein áhugabólkur fyri øll, ið høvdu áhuga í KvF.

KvF upplýsti fyri umboðsmanninum, at leiðslan í KvF hevði roynt at fáa bólkin strikaðan, men at tað var lættari sagt enn gjørt, tí fyrisitarin, sum ikki longur starvaðist í KvF, noktaði at strika bólkin. Leiðslan í KvF hevði eisini biðið fyrisitingina hjá Facebook um at strika bólkin, men uttan úrslit.

Umboðsmaðurin svaraði klagaranum, at leiðslan í KvF hevði tikið avgerð um at strika bólkin, tó eftir øllum at døma uttan at hava nakra ávirkan á, um hetta lat seg gera ella ikki. Eingi starvsfólk í KvF høvdu longur nøkur rættindi við atliti at bólkinum. Fráboðanin frá KvF hevði m.a. havt við sær, at bólkurin ikki longur bar búmerki hjá stovninum, eins og tað týðiliga eisini varð gjørt vart við, at talan ikki var um ein bólk hjá KvF. Av tí at KvF hevði tikið neyðug stig í málinum, og KvF ikki varðaði av bólkinum ella hevði nøkur rættindi í mun til bólkin, kundi umboðsmaðurin ikki hjálpa klagaranum meira við málinum og gjørdi tí ikki meira við tað.

Tað seinna málið snúði seg um eina mynd av einum barni, sum var sett til fosturs. Fosturmamman hevði lagt andlitsmynd av fosturbarninum saman við sínum egnu børnum á vangamynd sína á Facebook. Á vangamyndini sást eisini, at hon starvaðist sum fosturfamilja. Vangamyndin hjá fosturmammuni var so mikið opin, at øll kundi síggja myndina. Mamman at barninum klagaði til umboðsmannin, tí hon helt hetta vera brot á tagnarskylduna hjá fosturmammuni.

Umboðsmaðurin vendi sær til Fosturforeldraskipanina hjá Barnaverndarstovu Føroya, sum tók málið upp og í hesum sambandi gjørdi leiðreglur, sum vóru sendar øllum fosturforeldrum.

Eftir leiðreglunum er útgangsstøðið, at fosturforeldur skulu hava samtykki frá foreldramyndugleikahavara, áðrenn fosturforeldur almannakunngera myndir av fosturbørnum. Skilt verður tó millum støðumyndir og andlitsmyndir. Endamálið við eini støðumynd er at vísa eitthvørt virksemi ella eina støðu. Við eini andlitsmynd er endamálið at avmynda ein ella fleiri ávísar persónar og sýna teir fram. Tað krevst ikki samtykki at almannakunngera eina støðumynd. Afturímóti skulu foreldramyndugleikahavari ella fosturbarnið – tá tað er 15 ár ella eldri - góðtaka, at andlitsmynd verður almannakunngjørd. Foreldramyndugleikahavari kann geva fosturfamiljuni eitt generelt samtykki til at leggja myndir út á Facebook, men um slíkt ikki fæst, er neyðugt at fáa samtykki hvørja ferð ein mynd verður spreidd alment.

Einstaklingar sum dátuábyrgdarir
Nýtslan av alnótini og serliga teimum sosialu alnótstænastunum, sum t.d. Facebook, hevur havt við sær, at einstaklingar í størri og størri mun handfara persónsupplýsingar. Hetta kann t.d. vera, tá ein persónur á Facebook leggur tekst um ella mynd av øðrum persóni út á vangamynd sína ella í ein bólk, hann fyrisitur.

Á henda hátt kann persónurin gerast dátuábyrgdarari við teimum skyldum, sum Persónsupplýsingarlógin hevur í sær. Henda setur ávís krøv um, hvussu persónsupplýsingar skulu viðgerast. Persónsupplýsingarlógin hevur herd krøv um viðgerð av viðkvæmum upplýsingum. Dátuábyrgdarin kann verða dømdur revsing og endurgjald, um hann ikki heldur ásetingarnar í lógini.

Persónsupplýsingarlógin er tó ikki galdandi fyri allar vangamyndir ella bólkar á Facebook. Persónsupplýsingarlógin er ikki galdandi fyri virksemi av heilt persónligum slagi, sbrt. § 3, stk. 2, sum t.d. tá vangamyndin ella bólkurin á Facebook er “afturlatin”, og bara eitt avmarkað tal av “vinum” hava atgongd til upplýsingarnar á vangamyndini ella í bólkinum.

Hinvegin mugu upplýsingarnar á eini vangamynd ella í einum bólki á Facebook metast at vera almannakunngjørdar um vangamyndin ella bólkurin er “almennur”, soleiðis at ikki bara “vinir”, men allir brúkarir á Facebook, hava atgongd til upplýsingarnar á vangamyndini ella í bólkinum. Einstaklingurin, sum eigur vangamyndina ella er fyrisitari í bólkinum, er tá dátuábyrgdari.

Tað sama kann gera seg galdandi fyri vangamyndir ella bólkar, sum ikki eru “almenn”, men har persónurin, sum eigur vangamyndina ella er fyrisitari í bólkinum, hevur eitt stórt tal av “vinum”, serliga “vinum”, sum persónurin ikki kennir. Í slíkum føri kunnu persónsupplýsingarnar á vangamyndini ella í bólkinum vera atkomiligar fyri einum so stórum skara av fólki, at tað kann samanberast við, at upplýsingarnir eru almannakunngjørdar til ein óavmarkaðan skara av fólki.

Er ivi, um talan er um, at upplýsingar eru almannakunngjørdar, má ein ítøkilig meting fara fram. Her verður m.a. hugt eftir, hvør hevur ábyrgdina av vangamyndini ella bólkinum, hvat slag av upplýsingum talan er um, hvussu lætt tað er at fáa fatur í upplýsingunum, og hvussu nógv hava atgongd til upplýsingarnar.

Burturtøka av myndum og upplýsingum á Facebook
Persónur, sum ynskir at mótmæla, at upplýsingar ella myndir av viðkomandi eru almannakunngjørdar á einari sosialari alnótstænastu sum t.d. Facebook, eigur í fyrsta umfari at taka hetta upp við persónin, sum eigur vangamyndina ella er fyrisitari í bólkinum. Hesin skal taka støðu til mótmælið. Um hann ikki vil taka upplýsingarnar ella myndina burtur, kann Dátueftirlitið møguliga hjálpa, um persónurin býr í Føroyum. Dátueftirlitið kann bara hjálpa, um upplýsingarnar kunnu krevjast at verða tiknar burtur eftir Persónsupplýsingarlógini. Dátueftirlitið kann ikki hjálpa við at taka burtur útsøgnir og upplýsingar, sum eru fevndar av talufrælsinum/framburðarfrælsinum.

Striking av vangamynd ella bólki
Fyrr var ikki møguligt at strika eina vangamynd á Facebook, men bara at gera hana óvirkna, soleiðis at hon seinni, lætt og høgligt, kundi latast upp aftur við øllum teimum gomlu upplýsingunum í varðveitslu. Í dag kann ein persónur eisini strika vangamynd sína, hóast hetta er meira drúgført enn at gera vangamyndina óvirkna, og persónurin kanska má geva alnótstænastuni fleiri upplýsingar, soleiðis at alnótstænastan er vís í, at persónurin hevur rætt til at krevja vangamyndina strikaða. Ein striking førir við sær, at navn, føðingardagur og aðrir upplýsingar, sum eyðmerkja persónin, verða strikaðar á ambætarunum hjá Facebook.

Málið hjá umboðsmanninum um facebookbólkin, nevndur Kringvarp Føroya, vísir, at tað kann vera torført at fáa ein facebookbólk strikaðan. Hóast talan var um ein bólk, sum var nevndur Kringvarp Føroya og bar búmerki hjá KvF, og tí at síggja til sá út til at vera ein bólkur, sum Kringvarp Føroya hevði stovnað, so eydnaðist ikki Kringvarp Føroya at fáa bólkin strikaðan.

Tak niður sum pdf