Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Kærunevndin í lendismálum hevði avgjørt, at umsókn um byggiloyvi, ið varð send Tórshavnar kommunu í desember 2016, skuldi viðgerast eftir bygningskunngerðini frá 2017.
Umboðsmaðurin vísti á, at í § 5 stk. 3 í bygningskunngerðini frá 2017 (BK17) er ásett, at bert umsóknir um byggiloyvi, sum eru móttiknar 1. januar 2017 ella seinni, skulu viðgerast eftir hesi kunngerð. Gongdin og skjølini í málinum vístu, at talan var um eitt og sama byggimál, sum søkt var um byggiloyvi til í desember 2016. Umboðsmaðurin bað tí Kærunevndina í lendismálum um at taka málið til nýggja viðgerð við útgangsstøði í teimum reglum, sum vóru galdandi í 2016 og lata seg frætta, hvat víðari hendi í málinum. (LUM 19/00089)
Álitið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.