
Tann 30. juni hevði Løgtingsins umboðsmaður forvitnisliga vitjan av parlamentariska umboðsmanninum í Suður Tyrol.
Suður Tyrol er ein sjálvstýrandi provinsur í Norður Italia, sum er sermerktur við at hava fleiri mál. Suður Tyrol hevur løgræði á summum økjum, meðan onnur eru undir Italska parlamentinum. Umboðsmenninir báðir fingu høvi at práta saman um stovnar sínar og felags uppgávur og avbjóðingar.