10.09.2020

Skriv viðvíkjandi handfaringini av teldupostkassa hjá einum starvsfólki, ið ikki longur er á lívi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina av teldupostkassa hjá einum starvsfólki, ið ikki longur er á lívi.

Umboðsmaðurin helt tað vera óheppið, at arbeiðstengt tilfar í teldupostkassanum, ið ikki var skjalført aðrastaðni, var farið fyri skeytið, og minti á, at myndugleikar hava skyldu at skjalføra, og at skjalføring av innkomandi posti sum meginregla eigur at verða framd sama dag ella 1. arbeiðsdagin eftir. Umboðsmaðurin mælti arbeiðsgevaranum til at gera eina mannagongd um, hvussu teldupostkassin hjá starvsfólki, ið brádliga fer úr starvi, t.d. í sambandi við andlát ella álvarsliga sjúku, verður handfarin. 

Umboðsmaðurin vísti at enda á, at tað hevur serligan týdning, at onki arbeiðstengt tilfar, ið av røttum átti at verið skjalført og møguliga fevnt av almennum innliti, er goymt í einum teldupostkassa, ið verður strikaður (LUM 20/00048).

Skrivið í navnleysum líki kann takast niður í reyða kassanum.