Umboðsmaðurin hevur tikið eitt mál upp av egnum ávum, har ein borgari av órøttum, gjøgnum advokat sín, hevði fingið viðkvæma upplýsing frá barnaverndartænastuni í Tórshavn í barnaverndarmáli hjá øðrum persónum.
Umboðsmaðurin helt tað vera átaluvert, at barnaverndartænastan ikki hevði nóg tryggar mannagongdir, tá viðkvæmar upplýsingar vórðu sendar í telduposti.
Av tí at barnaverndartænastan hevði tikið neyðug stig til at tryggja, at slíkur feilur ikki hendir aftur og hevði boðað Dátueftirlitinum frá frávikinum, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við málið (LUM 20/00126).
Skrivið kann takast niður í reyða kassanum til høgru.